v1 Tá komu døtur Zelofhads Heferssonar, Gileadssonar, Mákirssonar, Manassesonar av ættargreinum Manasse Jósefssonar; nøvn teirra vóru Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. v2 Tær gingu fram fyri Móses og Eleazar prest og fyri høvdingarnar og allan savnaðin fyri durum samfundartjaldsins og søgdu: v3 »Faðir okkara fórst í oyðimørkini men var tó ikki í hóslag við floksfeløgum Kóra, teimum, ið tóku seg saman ímóti Harranum; men vegna sínar egnu syndir doyði hann og hann átti ongar synir. v4 Hví skal nú navn faðirs okkara strikast út úr ættartali hans, fyri tí at hann ongar synir átti? Gev tí okkum óðal millum brøðra faðirs várs.« v5 Móses legði tá mál teirra fram fyri Harran.
v6 Og Harrin segði við Móses: v7 »Rætt er tað, sum døtur Zelofhads siga; gev teimum arvajørð saman við brøðrum faðirs teirra og lat arvin eftir faðir teirra ganga yvir til teirra. v8 Og til Ísraelsmenn skalt tú tala soleiðis: Doyr maður og eigur ongan son, skulu tit lata arvajørð hans ganga yvir til dóttur hans. v9 Og eigur hann onga dóttur, skulu tit geva brøðrum hans arvajørðina eftir hann. v10 Eigur hann heldur ongar brøður, skulu tit geva faðirs brøðrum hans arvajørðina eftir hann. v11 Og eigur faðir hans ongar brøður, skulu tit geva næsta skyldmanni hans arvajørðina eftir hann, honum skal tað ognast. Hetta skal hjá Ísraelsmonnum vera lóg og rættur, eins og Harrin hevur fyriskipað við Mósesi.«
v12 Síðan segði Harrin við Móses: »Far niðan á Ábarim fjallið her og lít út yvir landið, sum eg havi givið Ísraelsmonnum. v13 Og tá ið tú hevur litið at tí, skalt eisini tú savnast til fedra tína eins og bróðir tín Áron v14 aftur fyri at tit vóru boði mínum ólýdnir í Zin oyðimørk, tá ið fólkið meylaði, og tit skuldu halga meg í eygum teirra við at lata vatn streyma fram.« Tað er vatnslindin Meriba við Kádesj í Sinai oyðimørk.
v15 Tá talaði Móses við Harran og segði: v16 »Mátti tú, Harrin, Guð lívsandans í øllum holdi, sett mann yvir savnaðin, v17 sum kann vera á odda fyri teimum bæði á útferð og heimferð og leiða teir, so at savnaður Harrans ikki skal vera eins og seyður, ið ongan hirða hevur.« v18 Tá segði Harrin við Móses: »Tak tær Jósva Nunsson, mann, sum andi er í, og legg hond tína á hann; v19 leið hann fram fyri Eleazar prest og fram fyri allan savnaðin og skipa honum í embæti fyri eygsjón teirra; v20 og tú skalt lata nakað av tign tíni koma yvir hann, til tess at allur savnaður Ísraelsmanna má lýða honum. v21 Hann skal ganga fyri Eleazar prest, og Eleazar skal veita honum úrskurð við Urim fyri ásjón Harrans; eftir boði hans skulu teir ganga út, og eftir boði hans skulu teir ganga inn, hann og allir Ísraelsmenn við honum, allur savnaðurin.« v22 Og Móses gjørdi, eins og Harrin hevði boðið honum; hann tók Jósva og leiddi hann fyri Eleazar prest og fram fyri allan savnaðin, v23 legði tínæst hendur sínar á hann og skipaði honum í embæti, eins og Harrin hevði boðið við Mósesi.