v1 Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starvast í nakrari vinnu; tann dagin skulu tit halda við lúðrablástri. v2 Og sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit ofra ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys lomb; v3 og aftur við teimum skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum v4 og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. v5 Og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð, v6 umframt tendringarbrenniofrið við grónofrinum afturvið og hitt dagliga brenniofrið við grónofrinum og droypiofrunum afturvið eftir rættum siði, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans.
v7 Tíggjunda dagin í hesum sama sjeynda mánaði skulu tit halda halgistevnu og svølta tykkum og ikki starva í nakrari vinnu. v8 Sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera ungan tarv, veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka; v9 og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum v10 og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum; v11 og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt sáttargerðarsyndaofrið og tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofrum afturvið.
v12 Og fimtanda dagin hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu, men halda hátíð fyri Harranum í sjey dagar. v13 Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffur og vælangandi royk Harranum til handar frambera trettan ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka, v14 og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum av teimum trettan tarvunum, tveir tíggjundapartar aftur við hvørjum veðrinum v15 og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum fjúrtan lombunum; v16 framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v17 Annan dagin skulu tit ofra tólv ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór, v18 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v19 og framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v20 Triðja dagin skulu tit ofra ellivu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór v21 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v22 framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v23 Fjórða dagin skulu tit ofra tíggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; v24 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v25 framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v26 Fimta dagin skulu tit ofra níggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; v27 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v28 og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v29 Sætta dagin skulu tit ofra átta tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; v30 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v31 og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v32 Sjeynda dagin skulu tit ofra sjey tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; v33 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v34 og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v35 Áttanda dagin skulu tit halda hátíðarstevnu og ikki starva í nakrari vinnu. v36 Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffurs vælangandi royk Harranum til handar ofra ein tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór; v37 og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; v38 og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
v39 Hesi offur skulu tit frambera Harranum á hátíðum tykkara umframt heitoffur og sjálvbodnu offur tykkara, hvørt tað eru brennioffur, grónoffur, droypioffur ella takkaroffur.« (30,1) Og Móses talaði til Ísraelsmanna í øllum, so sum Harrin hevði boðið Mósesi.