v1 Harrin talaði við Móses og Áron og segði: v2 »Ísraelsmenn skulu tjalda hvør við sítt merki, undir einkenni ættar sínar; kring um samfundartjaldið, eitt sindur frá tí, skulu teir tjalda.
v3 Frammantil móti eystri skal Júda tjalda undir merki sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Júda sona er Náhsjon Amminadabsson; v4 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans eru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað. v5 Næst honum skal Issakars ætt tjalda; høvdingi Issakars sona er Netánel Zuarsson; v6 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað. v7 Síðan Zebulons ætt; høvdingi Zebulons sona er Eliab Helonsson; v8 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað. v9 Og allir, ið kannaðir eru í herbúðum Júda, eru eitt hundrað og áttati og seks túsund og fýra hundrað mans eftir herfjøldum teirra. Teir eiga fyrstir at leggja út, tá ið farið verður úr stað.
v10 Sunnantil skal Ruben reisa herbúðamerki sítt eftir herfjøldum sínum; høvdingi Rubens sona er Elizur Sjedeursson; v11 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað. v12 Næst honum skal Símeons ætt tjalda; høvdingi Símeons sona er Sjelumiel Zurisjaddaison; v13 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og níggju túsund og trý hundrað. v14 Síðan Gáds ætt; høvdingi Gáds sona er Eljasaf Reuelsson; v15 og teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti. v16 Og allir, ið kannaðir eru í Rubens herbúðum, eru eitt hundrað og fimmti og eitt túsund og fýra hundrað og fimmti mans eftir herfjøldum teirra; teir eiga næstir at leggja út, tá ið farið verður úr stað.
v17 Síðan skal samfundartjaldið flyta úr stað, og saman við tí herbúðir Levitanna í miðjum herinum; á sama hátt, sum teir tjaldaðu, skulu teir flyta úr stað, hvør á sínum staði eftir merkjum sínum.
v18 Móti vestri skal Efraim seta herbúðir sínar undir merkjum sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Efraims sona er Elisjáma Ammihudsson; v19 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti túsund og fimm hundrað. v20 Næst honum Manasse ætt; høvdingi Manasse sona er Gamliel Pedazursson; v21 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru tríati og tvey túsund og tvey hundrað. v22 Síðan Benjamins ætt; høvdingi Benjamins sona er Ábidan Gideónison; v23 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru tríati og fimm túsund og fýra hundrað. v24 Allir, ið kannaðir eru í herbúðum Efraims, eru eitt hundrað og átta túsund og eitt hundrað mans eftir herfjøldum teirra; teir eiga triðir fyrstir at leggja út, tá ið flutt verður úr stað.
v25 Norðantil skal Dán reisa herbúðir sínar undir merkjum sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Dáns sona er Áhiezer Ammisjaddaison, v26 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru seksti og tvey túsund og sjey hundrað. v27 Næst honum skal Ásjers ætt tjalda; høvdingi Ásjers sona er Págiel Okransson; v28 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað. v29 Síðan Naftali ætt, høvdingi Naftali sona er Áhira Enansson; v30 teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og trý túsund og fýra hundrað. v31 Og allir, ið kannaðir eru í herbúðum Dáns, eru eitt hundrað og fimmti og sjey túsund og seks hundrað. Tá ið farið verður úr stað, eiga teir síðstir at leggja út eftir merkjum sínum.«
v32 Hesir vórðu kannaðir av Ísraelsmonnum eftir ættum sínum; allir, sum kannaðir vórðu í herbúðunum eftir herfjøldum sínum, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti. v33 Men Levitarnir vórðu ikki kannaðir við hinum Ísraelsmonnum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v34 Og Ísraelsmenn gjørdu soleiðis; beint so sum Harrin hevði boðið Mósesi, tjaldaðu teir eftir merkjum sínum og løgdu út hvør eftir kyntátti og ætt síni.