v1 Og Harrin talaði við Móses og segði: v2 »Hevn Ísraelsmanna á Midianitar; síðan skalt tú savnast til fedra tína.« v3 Tá talaði Móses við fólkið og segði: »Búgvið út menn av tykkum til at fara herferð og herja á Midianitar og fullføra hevnd Harrans á teir. v4 Túsund mans av hvørji ætt av øllum ættum Ísraels skulu tit búgva út til hernaðar.« v5 Av túsundum Ísraels vórðu tá tiknir túsund mans av hvørji ætt, tólv túsund herbúnir menn í alt. v6 Síðan sendi Móses teir í hernað, túsund mans av hvørji ætt og við teimum Pinehas, son Eleazars prests, ið hevði við sær hini halgu amboð og glymlúðrarnar.
v7 Teir løgdu til orrustu við Midianitar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, og drópu allar kallmenn; v8 og millum aðrar vignar menn drópu teir kongar Midians, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba, Midians fimm kongar, eisini Bileam Beorsson drópu teir við svørði. v9 Ísraelsmenn hertóku konur og børn Midianita og rændu allan fenað og allar fæflokkar og allar ognir teirra; v10 og allar borgir og bústaðir og allar tjaldbygdir teirra brendu teir. v11 Teir tóku alt ránsfæið og allan herfongin bæði av fólki og fenaði v12 og førdu Mósesi og Eleazari presti og savnaði Ísraelsmanna tað hertikna fólkið, ránsfæið og herfongin í herbúðirnar á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko.
v13 Men Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar savnaðarins fóru ímóti teimum út um herbúðirnar, v14 og Móses reiddist inn á herhøvdingarnar, ið komu aftur av herferðini, bæði á teir, ið stóðu á odda fyri túsundum, og teir, ið stóðu á odda fyri hundraðum; v15 og Móses segði við teir: »Hava tit latið allar konur teirra vera á lívi? v16 Sí, tað vóru jú tær, sum av Bileams ráðum tøldu Ísraelsmenn til ótrúskap móti Harranum vegna Peors, so at plágan kom yvir savnað Harrans! v17 Drepið tí øll sveinbørn og allar konur, ið hava havt samlegu við menn; v18 men allar gentur, sum ikki hava havt samlegu við menn, skulu tit lata liva tykkum til handa. v19 Sjálvir skulu tit hølast fyri uttan herbúðirnar í sjey dagar; og hvør tykkara, sum hevur dripið einhvønn ella nortið við einhvønn vignan, skal reinsa seg á triðja degi og á sjeynda degi, bæði tit og teir, ið tit hava hertikið. v20 Og hvørt eitt klæði og allar lutir av skinni og alt, sum er gjørt úr geitarhárum, og øll træílát skulu tit reinsa.«
v21 Og Eleazar prestur segði við hermenninar, sum høvdu verið við í bardaganum: »Hetta er tað lógboð, sum Harrin hevur givið Mósesi: v22 Einans gull og silvur, kopar, jarn, tin og blýggj, v23 alt, sum tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum eld, so at tað verður reint, tó skulu tit eisini reinsa tað við reinsanarvatni; men alt, sum ikki tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum vatn. v24 Og tit skulu tváa klæði tykkara á sjeynda degi og eru tá reinir. Síðan mega tit koma aftur í herbúðirnar.«
v25 Og Harrin talaði við Móses og segði: v26 »Saman við Eleazari presti og ættarhøvdingum savnaðarins skalt tú telja tann hertikna fongin bæði av fólki og fenaði v27 og skifta hann sundur í tvey, soleiðis at teir, sum fóru í hernað og vóru við í bardaganum, fáa annan helmingin og allur savnaðurin hin. v28 Og tú skalt taka Harranum skattgjald av teimum hermonnunum, sum fóru í hernað, eina skepnu av hvørjum fimm hundraðum, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum; v29 av teirra helmingi skalt tú taka tað og fáa Eleazari presti tað sum avskurðaroffur Harranum til handar. v30 Men av tí helmingi, ið lutast hinum Ísraelsmonnum, skalt tú taka eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum, av øllum fenaði, og flýggja tað Levitunum, ið hava umsjón við tjaldtempli Harrans.«
v31 Og Móses og Eleazar prestur gjørdu eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v32 Men herfongurin, tað, sum eftir var av tí ránsfæ, sum herfólkið hevði rænt, kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm túsund seyðir, v33 sjeyti og tvey túsund neyt, v34 seksti og eitt túsund asnar, v35 og av fólki, av konum, ið ikki høvdu havt samlegu við menn, vóru tríati og tvey túsund. v36 Tann helmingurin, ið lutaðist teimum, ið høvdu verið í bardaganum, kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir, v37 skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm seyðir, v38 tríati og seks túsund neyt skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í sjeyti og tvey v39 tríati túsund og fimm hundrað asnar skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seksti og ein v40 sekstan túsund mans av hesum var skattgjaldið til Harrans tríati og tveir. v41 Og Móses fekk Eleazari presti hetta avskurðarskattgjald til Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v42 Hin helmingin, sum hinir Ísraelsmenn fingu, og sum Móses tók burturav frá teimum, sum høvdu verið í bardaga v43 helmingur savnaðarins kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir, v44 tríati og seks túsund neyt, v45 tríati túsund og fimm hundrað asnar v46 og av monnum sekstan túsund v47 av helminginum, sum hinir Ísraelsmenn fingu, tók Móses eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum og fenaði, og fekk tað Levitum, sum høvdu umsjón við tjaldtempli Harrans eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
v48 Tá gingu herhøvdingarnir, oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum fram fyri Móses v49 og søgdu við hann: »Vit tænarar tínir taldu hermenninar, sum vit høvdu við okkum, og vit saknaðu ongan teirra. v50 Tí koma vit nú fram fyri Harran hvør við síni offurgávu av gullgripum, sum hann kom fram á, armringar, armbond, fingurgull, oyrnagull og hálsmen, til tess at veita okkum sáttargerð frammi fyri Harranum.« v51 Móses og Eleazar prestur tóku nú við hesum gulli frá teimum; tað var alskyns listasmíði. v52 Alt tað gull, ið oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum góvu Harranum sum avskurðaroffur, kom upp í sekstan túsund og sjey hundrað og fimmti siklar. v53 Hermenninir høvdu tikið herfong hvør sær. v54 Tá ið Móses og Eleazar prestur høvdu tikið við gullinum av oddamonnunum fyri túsundum og av oddamonnunum fyri hundraðum, fluttu teir tað inn í samfundartjaldið til áminningar frammi fyri Harranum um Ísraelsmenn.