v1 Rubenitar og Gáditar áttu nú ovurmiklar fæflokkar; og tá ið teir sóu, at landið um Jázer og Gilead land var frálíkt beiti fyri fenað, v2 komu teir og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar savnaðarins: v3 »Átarot, Dibon, Jázer, Nimra, Hesjbon, Eleale, Sebam, Nebo og Beon, v4 landið, sum Harrin hevur vunnið fyri savnað Ísraels, er frálíkt beitilendi hjá fenaði, og tænarar tínir eiga jú fæflokkar.« v5 Og teir søgdu: »Um vit hava fingið náði fyri eygum tínum, tá lat tænarar tínar fáa hetta land til ognar og før okkum ikki yvir Jórdan!«
v6 Men Móses svaraði Gáditum og Rubenitum: »Skulu brøður tykkara fara í bardaga og tit vera eftir her? v7 Hví taka tit dirvið frá Ísraelsmonnum til at fara yvirum inn í landið, sum Harrin hevur givið teimum? v8 Soleiðis gjørdu eisini fedrar tykkara, tá ið eg sendi teir frá Kádesj-Barnea til at hyggja at landinum; v9 teir fóru norður í Esjkoldalin og hugdu at landinum, men tóku síðan dirvið frá Ísraelsmonnum, so at teir ikki fóru inn í tað landið, sum Harrin hevði givið teimum. v10 Tann dagin tendraðist vreiði Harrans, so at hann svór og segði: v11 Eingin av teimum monnum, ið fóru út úr Egyptalandi frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, skal fáa tað land at síggja, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, fyri at teir ikki fylgdu mær av heilum huga v12 eingin uttan Kenizzitin Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson, tí at teir fylgdu mær av heilum huga. v13 Og Harrin reiddist mikið inn á Ísrael og læt teir reika um oyðimørkina í fjøruti ár, hagar til alt tað ættarliðið var farið í grøvina, sum hevði gjørt tað, sum ilt var í eygum Harrans. v14 Og sí, nú hava tit tikið við eftir fedrum tykkara til at vera ólýdnir, tykkara syndiga harkalið, og hava birt upp undir vreiði Harrans móti Ísrael! v15 Tí at víkja tit frá honum, tá man hann lata teir reika enn longur um oyðimørkina, og tá verða tit øllum hesum fólki atvold í glatan.«
v16 Teir gingu tá til hansara og søgdu: »Vit vilja einans byggja fæflokkum okkara byrgi her og húskjum okkara borgir; v17 men sjálvir vilja vit búgvast til at fara í bardaga á odda fyri Ísraelsmonnum, hagar til vit hava fingið teir á stað sín, men húski okkara skulu vera eftir í teimum víggirdu borgunum óttaleys fyri íbúgvum landsins. v18 Ikki fara vit heim aftur, fyrr enn Ísraelsmenn hava fingið hvør sín arvalut. v19 Men vit skulu ongastaðni hinumegin Jórdan hava arvalut saman við teimum, tí at vit hava fingið okkara arvalut her fyri eystan Jórdan.« v20 Tá segði Móses við teir: »Ja, vilja tit gera hetta, búgva tit tykkum til bardaga fyri ásjón Harrans, v21 og allir vígførir menn tykkara fara yvir um Jórdan fyri ásjón Harrans og verða har, hagar til hann hevur rikið allar fíggindar sínar undan sær, v22 og teir ikki venda heim aftur, fyrr enn landið liggur kúgað fyri ásjón Harrans, tá skulu tit vera ósekir bæði fyri Harranum og fyri Ísrael, og hetta landið skal ognast tykkum fyri ásjón Harrans. v23 Men gera tit ikki hetta, tá synda tit móti Harranum, og tit skulu fáa at royna, at synd tykkara kemur tykkum aftur um brekku! v24 Byggið nú húskjum tykkara borgir og fenaði tykkara byrgi og gerið tað, sum tit hava sagt!« v25 Tá søgdu Gáditar og Rubenitar við Móses: »Tænarar tínir vilja gera, eins og tú býður, harri. v26 Børn og konur okkara, fæflokkar og allur fenaður okkara skulu verða eftir her í borgunum í Gilead, v27 men tænarar tínir, allir, sum førir eru til víggja, skulu fara yvirum fyri ásjón Harrans í bardaga, eins og tú býður, harri.«
v28 Tá beyð Móses Eleazari presti og Jósva Nunssyni og ættarhøvdingum Ísraelsmanna v29 og segði við teir: »Fara allir Gáditar og allir Rubenitar, sum førir eru til víggja, yvir um Jórdan við tykkum fyri ásjón Harrans, og landið verður tykkum undirlagt, tá skulu tit lata teir fáa Gilead land; v30 men fara teir ikki herbúnir yvir við tykkum, tá skulu teir fáa ognarlut sín saman við tykkum í Kánáanlandi.« v31 Tá svaraðu Gáditar og Rubenitar og søgdu: »Tað, sum Harrin hevur sagt við tænarar tínar, vilja vit gera; v32 vit vilja herbúnir fyri ásjón Harrans fara yvirum í Kánáanland, men arvalutur okkara skal vera hesumegin Jórdan.«
v33 Tá gav Móses Gáditum og Rubenitum og hálvu ætt Manasse Jósefssonar ríkið hjá Sihoni, kongi Ámorita, og ríkið hjá Og, kongi av Básjan, landið við borgunum fyri innan alt landamarkið, borgirnar víða hvar í landinum. v34 Gáditar bygdu tá upp aftur Dibon, Átarot, Ároer, v35 Átarot-Sjófan, Jázer, Jogbeha, v36 Bet-Nimra og Bet-Háran, tað vóru víggirdar borgir og byrgi fyri fenað. v37 Og Rubenitar bygdu upp aftur Hesjbon, Eleale, Kirjatáim, v38 Nebo, Báal-Meon, sum teir góvu onnur nøvn, og Sibma. Og teir nevndu borgirnar, sum teir bygdu, við nýggjum nøvnum. v39 Men synir Mákirs Manassesonar fóru til Gilead og løgdu tað undir seg og róku burtur teir Ámoritar, sum har búðu. v40 Móses gav Mákiri Manassesyni Gilead, og hann settist niður har. v41 Jáir Manasseson fór og legði undir seg tjaldbygdir teirra; og hann nevndi tær tjaldbygdir Jáirs. v42 Og Nóba fór og legði undir seg Kenat og bygdirnar kring hana; og hann nevndi hana Nóba eftir sínum egna navni.