v1 Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2 »Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Tá ið tit koma inn í Kánáanland, tá skal tað vera landið, ið tykkum skal ognast, Kánáanland alt at ytstu markum. v3 Markið hjá tykkum fyri sunnan skal ganga frá Zin oyðimørk fram við Edóm. Móti eystri skal suðurmarkið byrja frá Salthavinum. v4 Haðan skal markið ganga í bugi suður um Sporðdrekaskarðið, náa til Zin og enda fyri sunnan Kádesj-Barneu. Síðan skal tað ganga til Házar-Addar og náa til Azmon. v5 Frá Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalands á og enda úti við sjógvin. v6 Móti vestri skal havið mikla vera landamark tykkara. Tað skal vera vesturmarkið hjá tykkum. v7 Hetta skal vera landamark tykkara fyri norðan: Frá havinum mikla skulu tit marka tað av alt at Hór fjallinum. v8 Frá Hór fjallinum skulu tit marka av allan vegin, hagar leið liggur til Hámat, og haðan alla leið til Zedad; v9 síðan skal landamarkið ganga til Zifron og enda við Házar-Enan; tað skal vera markið fyri norðan. v10 Fyri eystan skulu tit lata landamarkið ganga frá Házar-Enan til Sjefam; v11 framvegis skal landamarkið ganga frá Sjefam til Ribla fyri eystan Ájin og longur oman á fjallaryggin fyri eystan Kinneret vatnið. v12 Haðan skal landamarkið ganga oman við Jórdan og enda í Salthavinum. Hetta skal vera landamarkið kring um tað land, ið skal verða tykkara.«
v13 Móses beyð nú Ísraelsmonnum og segði: »Hetta er tað land, sum tit skulu skifta sundur millum tykkara við lutkasti, og sum eftir boði Harrans skal verða givið teimum níggju ættunum og hini hálvu. v14 Tí at Rubens ætt og Gáds ætt og hálva Manasse ætt, hvør ættargrein fyri seg, hava longu fingið sín arvalut. v15 Tvær ættir og ein hálv hava fingið sín arvalut hinumegin Jórdan áraka Jeriko fyri eystan, har ið sól rísur.«
v16 Og Harrin talaði við Móses og segði: v17 »Hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu skifta landið sundur millum tykkara: Eleazar prestur og Jósva Nunsson; v18 og umframt teir skulu tit taka ein høvdinga av hvørji ætt til at skifta landið sundur. v19 Og hesi eru nøvn mannanna: Av Júda ætt Káleb Jefunneson; v20 av ætt Símeons sona, Sjemuel Ammihudsson; v21 av Benjamins ætt, Elidad Kislonsson; v22 av Dáns ætt ein høvdinga, Bukki Joglison; v23 av sonum Jósefs: Av ætt Manasse sona ein høvdinga, Hanniel Efodsson; v24 av ætt Efraims sona ein høvdinga, Kemúel Sjiftansson; v25 av ætt Zebulons sona ein høvdinga, Elizafan Parnaksson; v26 av ætt Issakars sona ein høvdinga, Paltiel Azzansson; v27 av ætt Ásjers sona ein høvdinga, Áhihud Sjelomison; v28 av ætt Naftali sona ein høvdinga, Pedael Ammihudsson.« v29 Hesir vóru teir, ið Harrin skipaði til at skifta Kánáanland sundur millum Ísraelsmanna.