Um borgir Levitanna

v1  Harrin talaði framvegis við Móses á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko og segði: v2  »Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu geva Levitunum burtur av arvalutum sínum borgir til at búgva í; somuleiðis skulu tit geva Levitunum beitilendi kring um borgir teirra. v3  Borgirnar skulu teir hava at búgva í og beitilendini fyri fenað og fæflokkar og onnur djór. v4  Beitilendini um borgirnar, sum tit geva Levitunum, skulu røkka túsund alnir út frá borgargarðinum alt íkring. v5  Og uttan fyri borgina á eystursíðuni skulu tit mála tvey túsund alnir, á suðursíðuni tvey túsund alnir, á vestursíðuni tvey túsund alnir og á norðursíðuni tvey túsund alnir, í miðjuni skal borgin vera. Hetta skulu teir hava sum beitilendi kring um borgirnar. v6  Men av borgunum, sum tit fáa Levitunum, skulu seks vera griðstaðir, hagar drápsmenn mega forða sær, og umframt hesar skulu tit fáa teimum fjøruti og tvær borgir. v7  Borgirnar, sum tit fáa Levitunum, skulu soleiðis vera í alt fjøruti og átta borgir við beitilendum sínum. v8  Tá ið tit nú lata hesar borgir burtur av ognum Ísraelsmanna, skulu fjølmentar ættir lata meiri og fámentar minni; hvør skal fáa Levitunum av borgum sínum samsvarandi tí arvaluti, sum honum hevur ognast.«

Um griðstaðir

v9  Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: v10  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma yvir um Jórdan, inn í Kánáanland, v11  skulu tit velja tykkum høgligar borgir, ið tit skulu hava sum griðstaðir, hagar drápsmenn mega forða sær, tá ið teir av misgáu hava verið manni at bana. v12  Hesar borgir skulu vera tykkum til vernd undan blóðhevnarum, so at banamaðurin ikki týnir lívið, áður enn hann hevur komið fyri savnaðin til dóms. v13  Seks skulu borgirnar vera, ið tit lata til griðstaðir. v14  Tríggjar skulu tit lata hinumegin Jórdan og tríggjar í Kánáanlandi; tær skulu vera griðstaðir; v15  bæði fyri Ísraelsmenn og útisetan og niðursetumannin tykkara millum skulu hesar borgir vera til verndar, hagar hvør kann bjarga sær, sum av misgáu hevur verið manni at bana.

v16  Men verður hann einumhvørjum at bana við jarnamboði, tá er hann drápsmaður; og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív; v17  og verður hann manni at bana við steini, sum hann hevur í hendi, og sum er førur fyri at veita bana, tá er hann drápsmaður, og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív; v18  ella hann verður manni at bana við træamboði, sum hann hevur í hendi, og sum kann veita bana, tá er hann drápsmaður, og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív. v19  Blóðhevnarin skal drepa drápsmannin; so skjótt sum hann kemur fram á hann, skal hann drepa hann. v20  Somuleiðis um hann av hatri rennir undir hann, ella hann av avráddum huga kastar eitthvørt eftir honum, so at hann doyr, v21  ella hann í fíggindskapi slær hann við hondini, so at hann doyr av tí, tá skal tann, ið sló, eirindaleyst láta lív, hann er drápsmaður, og blóðhevnarin skal drepa drápsmannin, so skjótt sum hann kemur fram á hann.

v22  Men um hann í bráðræsi rennir undir hann, ikki í fíggindskapi, ella av óvart blakar eitthvørt amboð eftir honum, v23  ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum kann elva deyða, so at tað verður honum at bana, og var tó ikki fíggindi hans og ætlaði ikki at gera honum nakað mein, v24  tá skal savnaðurin døma millum banamannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum. v25  Og savnaðurin skal hjálpa banamanninum undan blóðhevnaranum og flyta hann aftur í griðstað sín, sum hann var flýddur til, og har skal hann dvølja, hagar til høvuðspresturin, ið salvaður er við hini heilagu oljuni, er deyður. v26  Men kemur banamaðurin út um markaskil griðstaðar síns, ið hann er flýddur til, v27  og blóðhevnarin hittir hann fyri uttan markaskil griðstaðar hans, tá hevur blóðhevnarin loyvi at drepa banamannin uttan at verða blóðsekur; v28  tí at banamaðurin skal verða í griðstaði sínum, hagar til høvuðspresturin doyr; men tá ið høvuðspresturin er deyður, tá má hann koma aftur hagar, sum hann hevur óðal sítt. v29  Hetta skal vera lóg hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara.

Um deyðarevsing

v30  Verður einhvør manni at bana, skulu fleiri vitni verða hoyrd, áður enn banamaðurin verður dripin; maður má ikki verða dømdur til deyða eftir framburði av einans einum vitni. v31  Tit mega ikki taka bøtur fyri banamann, sum er deyðasekur; hann eigur at týna lívið. v32  Heldur ikki mega tit taka bøtur, til tess at tann, ið flýddur er í griðstað sín, má koma aftur á óðal sítt, áður enn høvuðspresturin er deyður. v33  Tit mega ikki vanhalga tað land, sum tit búgva í, tí at blóðið vanhalgar landið, og landið fær einans sáttargerð fyri tað blóð, sum verður úthelt í tí, við blóði hans, ið úthelti tað. v34  Tit mega ikki gera tað landið óreint, sum tit búgva í, og har eg havi bústað mín, tí at eg, Harrin, búgvi millum Ísraelsmanna.«