Arvaskipan Zelofhads døtra

v1  Men ættarhøvdingarnir av ættargrein Gileads sona, Mákirssonar, Manassesonar, av ættargreinum Jósefs sona, gingu fram fyri Móses, høvuðsmenninar og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og mæltu orðum, v2  og teir søgdu: »Harrin hevur boðið tær, harri, at skifta landið sundur millum Ísraelsmenn við lutkasti; og tær, harri, var eisini boðið av Harranum at lata arvalutin hjá Zelofhad, frænda okkara, til døtur hansara. v3  Verða tær nú giftar monnum av øðrum ættargreinum Ísraelsmanna, tá verður jú arvalutur teirra tikin burtur av arvaluti fedra vára og verður lagdur aftur at arvalutinum hjá tí ættargrein, sum tær verða giftar inn í, so at minkað verður um okkara arvalut. v4  Og tá ið fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, tá verður arvalutur teirra lagdur aftur at arvalutinum hjá teimum ættum, sum tær vóru giftar inn í; og soleiðis verður minkað um arvalutin hjá ætt fedra vára við arvaluti teirra.«

v5  Tá gav Móses Ísraelsmonnum hesi boð eftir orðum Harrans: »Menninir av Jósefs ætt hava rætt í tí, teir siga. v6  Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið viðvíkjandi døtrum Zelofhads: Tær mega verða giftar hvørjum, tær vilja, tó skal tað verða manni av kyntátti faðirsættar teirra. v7  Eingin arvalutur hjá Ísraelsmonnum má fara úr eini ætt yvir í aðra, men hvør maður í Ísrael skal halda fast við arvalutin hjá faðirsætt síni. v8  Hvør dóttir, sum arvar jørð í einihvørji av ættum Ísraelsmanna, skal verða gift manni av kyntátti í faðirsætt síni, so at hvør maður í Ísrael má verða sitandi við jørð fedra sína; v9  eingin arvalutur má fara úr eini ætt yvir í aðra; men ættir Ísraelsmanna skulu halda fast hvør við sín arvalut.«

v10  Døtur Zelofhads gjørdu tá, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, v11  Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhads, vórðu giftar sonum hjá faðirbrøðrum sínum. v12  Tær giftust monnum av ættargrein sona Manasse Jósefssonar, og varð soleiðis arvalutur teirra verandi í kyntátti hjá faðirsætt teirra.

v13  Hetta vóru tær skipanir og tær lógir, sum Harrin legði fyri Ísraelsmenn við Mósesi á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko.