Vígslugávur ættarhøvdinganna

v1  Tá ið Móses var liðugur at seta upp tjaldtemplið og hevði salvað og halgað tað og øll amboð og salvað og halgað altarið og øll amboð tess, v2  tá gingu høvdingar Ísraels fram, teir, ið vóru oddamenn fyri ættarbólkunum, ættarhøvdingarnir, sum høvdu skipað fyri teljingini; v3  og teir bóru offurgávur sínar fram fyri Harran, seks vagnar við tjaldi og tólv neyt, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og eitt neyt fyri hvønn teirra; og teir leiddu hetta fram at tjaldtemplinum. v4  Tá segði Harrin við Móses: v5  »Tak við hesum av teimum og lat tað verða nýtt til tænastugerðar við samfundartjaldið og gev Levitunum tað eftir starvi teirra!« v6  Móses tók tá vagnarnar og neytini og gav Levitunum tað; v7  tveir vagnar og fýra neyt gav hann Gersjons sonum eftir starvi teirra; v8  og fýra vagnar og átta neyt fekk hann Merari sonum eftir starvi teirra undir umsjón Ítámars, sonar Árons prests. v9  Men Kehats sonum gav hann einki, tí at teir halgilutir, ið teir høvdu undir umsjón, kundu teir bera á herðum sínum. v10  Síðan komu høvdingarnir við offurbollunum til vígslu altarsins tann dagin, tá ið tað varð salvað, og høvdingarnir bóru offurgávur sínar fram at altarinum. v11  Tá segði Harrin við Móses: »Lat høvdingarnar koma hvønn sín dag við offurgávu síni til vígslu altarsins.«

v12  Tann, ið fyrsta dagin kom við offurgávu síni, var Náhsjon Amminadabsson av Júdaætt; v13  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið vá eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði tvey full av fínum mjøli, blandaðum við olju til grónoffurs, v14  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi, v15  ein ungur tarvur, ein veðrur, ein veturgamal seyður til brennioffurs, v16  ein geitarhavur til syndaoffurs, v17  og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Náhsjons Amminadabssonar.

v18  Annan dagin kom Netánel Zuarsson, høvdingi Issakars, við gávu síni. v19  Hann frambar sum offurgávu sína silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolla úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v20  eina bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi, v21  ein ungan tarv, ein veðr og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v22  ein geitarhavur til syndaoffurs, v23  og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Netánels Zuarssonar.

v24  Triðja dagin kom høvdingi Zebulons sona, Eliab Helonsson; v25  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v26  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v27  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v28  ein geitarhavur til syndaoffurs, v29  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eliabs Helonssonar.

v30  Fjórða dagin kom høvdingi Rubens sona, Elizur Sjedeursson; v31  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v32  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v33  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v34  ein geitarhavur til syndaoffurs, v35  og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elizurs Sjedeurssonar.

v36  Fimta dagin kom høvdingi Símeons sona, Sjelumiel Zurisjaddaison; v37  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v38  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v39  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v40  ein geitarhavur til syndaoffurs, v41  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Sjelumiels Zurisjaddaisonar.

v42  Sætta dagin kom høvdingi Gáds sona, Eljasaf Deuelsson; v43  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v44  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v45  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v46  og ein geitarhavur til syndaoffurs, v47  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eljasafs Deuelssonar.

v48  Sjeynda dagin kom høvdingi Efraims sona, Elisjáma Ammihudsson; v49  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v50  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v51  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v52  og ein geitarhavur til syndaoffurs, v53  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elisjáma Ammihudssonar.

v54  Áttanda dagin kom høvdingi Manasse sona, Gamliel Pedazursson; v55  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v56  bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v57  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v58  og ein geitarhavur til syndaoffurs, v59  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Gamliels Pedazurssonar.

v60  Níggjunda dagin kom høvdingi Benjamins sona, Ábidan Gideónison; v61  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v62  bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v63  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v64  ein geitarhavur til syndaoffurs, v65  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Ábidans Gideónisonar.

v66  Tíggjunda dagin kom høvdingi Dáns sona, Áhiezer Ammisjaddaison; v67  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v68  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v69  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v70  og ein geitarhavur til syndaoffurs, v71  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhiezers Ammisjaddaisonar.

v72  Ellivta dagin kom høvdingi Ásjers sona, Págiel Okransson; v73  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v74  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli full av roykilsi, v75  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v76  ein geitarhavur til syndaoffurs, v77  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Págiels Okranssonar.

v78  Tólvta dagin kom høvdingi Naftali sona, Áhira Enansson; v79  offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, v80  ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, v81  ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, v82  og ein geitarhavur til syndaoffurs, v83  til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhira Enanssonar.

v84  Hesar vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til vígslu altarsins, tann dagin tað varð salvað; tólv silvurkøskir, tólv offurbollar úr silvuri og tólv bollaskálir úr gulli; v85  hvør silvurkøskin vá eitt hundrað og tríati siklar, og hvør offurbollin sjeyti siklar, øll silvurílátini vógu tvey túsund og fýra hundrað siklar eftir halgidómsins virði, v86  tólv bollaskálir úr gulli, fullar av roykilsi, hvør bollaskálin tíggju siklar eftir halgidómsins virði, allar bollaskálirnar tilsamans eitt hundrað og tjúgu siklar í gulli. v87  Øll stórdýrini til brennioffurs vóru tólv tarvar umframt tólv veðrar og tólv veturgomul lomb saman við grónofrum teirra og tólv havrar til syndaoffurs. v88  Øll stórdýrini til takkaroffurs vóru tjúgu og fýra tarvar umframt seksti veðrar og seksti veturgomul lomb. Hesar vóru gávurnar til vígslu altarsins, eftir at tað var salvað.

v89  Tá ið Móses gekk inn í samfundartjaldið at tala við Harran, hoyrdi hann røddina tala til sín oman av sáttarlokinum, sum er yvir vitnisburðarørkini, frá staðinum millum báðar kerúbarnar; haðan talaði hann við hann.