v1 Í fyrsta mánaði annað árið eftir, at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, talaði Harrin við Móses í Sinai oyðimørk og segði: v2 »Ísraelsmenn skulu halda páskir ta ásettu tíðina; v3 fjúrtanda dagin í hesum mánaði um sólsetur skulu tit halda tær ta ásettu tíðina; samsvarandi øllum fyriskipanum og lógum um tær skulu tit halda tær.« v4 Tá talaði Móses til Ísraelsmanna um, at teir skuldu halda páskirnar. v5 Og teir hildu páskirnar fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar um sólsetur í Sinai oyðimørk. Ísraelsmenn gjørdu samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
v6 Men har vóru nakrir menn, ið vóru óreinir av líki og tessvegna ikki máttu halda páskir henda sama dag; teir gingu nú fram fyri Móses og Áron v7 og søgdu við teir: »Vit eru vorðnir óreinir av líki; hví skal okkum vera forðað at frambera offurgávu Harrans ta ásettu tíðina saman við Ísraelsmonnum?« v8 Móses svaraði teimum: »Bíðið her, til eg havi hoyrt, hvat Harrin býður viðvíkjandi tykkum.«
v9 Tá talaði Harrin við Móses og segði: v10 »Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið einhvør tykkara millum ella eftirkomarar tykkara eru vorðnir óreinir av líki ella eru á langferð, tá skal hann kortini halda páskir fyri Harranum. v11 Á fjúrtanda degi í øðrum mánaði um sólsetur skulu teir halda tær; aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu teir eta páskalambið. v12 Teir mega ikki leiva nakað av tí til morgunin eftir og einki bein bróta í tí, men halda páskirnar í øllum, eins og fyriskipað er um tær. v13 Men hvør, sum er reinur og ikki er á ferð og kortini ikki leggur í at halda páskir, hann skal oyddur verða úr tjóð síni, av tí at hann ikki hevur framborið offurgávu Harrans ta ásettu tíðina; tann maður skal bera synd sína. v14 Og tá ið útlendskur maður, sum býr hjá tykkum, vil halda páskir fyri Harranum, skal hann halda tær eftir páskalógini og fyriskipanum um tær; sama skipan skal vera hjá tykkum, bæði fyri hin útlendska og hin innborna.«
v15 Tann dagin, tá ið tjaldtemplið varð reist, huldi skýggið tjaldtemplið, vitnisburðartjaldið, og um kvøldið kom yvir tjaldtemplið eins og eldglæma, ið lá yvir tí til morguns; v16 og so var altíð: Skýggið huldi tað um dagin og eldglæman um náttina. v17 Og hvørja ferð skýggið hevjaðist upp frá tjaldinum, fóru Ísraelsmenn avstað, og á tí staði, har skýggið aftur tók støðu, har settu Ísraelsmenn herbúðir sínar. v18 Eftir boði Harrans fluttu Ísraelsmenn úr stað, og eftir boði Harrans settu teir herbúðir sínar; alla ta tíð, sum skýggið var yvir tjaldtemplinum, hildu teir seg kvirrar í herbúðunum. v19 Og um skýggið lá mangar dagar yvir tjaldtemplinum, gjørdu Ísraelsmenn, eins og Harrin hevði fyriskipað, og fluttu ikki úr stað. v20 Við hvørt var skýggið einans fáar dagar yvir tjaldtemplinum; tá hildu teir seg kvirrar í herbúðunum eftir boði Harrans, og eftir boði Harrans fluttu teir úr stað. v21 Við hvørt var skýggið frá kvøldi til morguns; og tá ið skýggið um morgunin hevjaðist uppfrá, fluttu teir úr stað; ella skýggið var ein dag og eina nátt; tá ið tað tá hevjaðist uppfrá, fluttu teir úr stað. v22 Ella at skýggið var einar tveir dagar ella ein mánað ella longri tíð yvir tjaldtemplinum, tá hildu Ísraelsmenn seg kvirrar í tjaldbúðunum og fluttu ikki úr stað; men tá ið tað hevjaðist uppfrá, tá fluttu teir úr stað. v23 Eftir boði Harrans settu teir herbúðir sínar, og eftir boði Harrans fluttu teir úr stað; tað, sum Harrin hevði fyriskipað, hildu teir eftir boði Harrans við Mósesi.