Yvirskrift

v1  Hesi eru tey orð, sum Móses talaði við allan Ísrael hinumegin Jórdan, í oyðimørkini, á Árábaslættanum við Suf millum Páran, Tófel, Lában, Házerot og Di-Záhab, v2  ellivu dagsleiðir frá Hóreb til Kádesj-Barneu, tá ið farið verður eftir Se'irs fjøllum. v3  Í fjørutiunda ári á fyrsta degi hins ellivta mánaðar kunngjørdi Móses Ísraelsmonnum alt tað, sum Harrin hevði boðið honum viðvíkjandi teimum, v4  eftir at hann hevði vunnið sigur á Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon, og Og, kongi av Básjan, sum búði í Asjtarot og Edrei. v5  Hinumegin Jórdan í Móabs landi fór Móses undir at kunngera og greina lógina:

Yvirlit yvir oyðimarkartíðina: boð Harrans um at hertaka Kánáanland

v6  Harrin, Guð vár, talaði við okkum við Hóreb og segði: »Tit hava nú nóg leingi hølast við hetta fjall. v7  Haldið nú avstað og leggið leiðina til fjallalands Ámorita og til allar grannar teirra á Árábaslættanum, á fjallalandinum og láglandinum, á suðurlandinum við sævarstrondina, inn í land Kánáanita, til Libanons og alt at stóránni Eufrat! v8  Sí, eg fái tykkum landið, farið tí og ognið tykkum tað land, sum eg svór fedrum tykkara Ábrahami, Ísaki og Jákupi og eftirkomarum teirra eftir teir.«

Dómarar settir

v9  Ta ferðina segði eg við tykkum: »Eg fái ikki borið tykkum einsamallur. v10  Harrin, Guð tykkara, hevur margfaldað tykkum, so at tit eru nú sum stjørnur himinsins í tali; v11  og mátti Harrin, Guð fedra tykkara, eisini margfaldað tykkum túsund ferðir enn og vælsignað tykkum, eins og hann hevur fyrijáttað tykkum! v12  Men hvussu fái eg einsamallur borið stríðið og strevið av tykkum og rættartrætum tykkara? v13  Finnið tykkum tí úr hvørji ætt tykkara vísar, vitugar og skilagóðar menn, ið eg fái sett sum høvdingar yvir tykkum.« v14  Tá svaraðu tit mær og søgdu: »Hatta, sum tú sigur, er rætt at gera!« v15  Tí tók eg av høvuðsmonnum fyri ættum tykkara vísar og skilagóðar menn og skipaði teir høvdingar yvir tykkum, høvdingar yvir túsundum, hundraðum, fimmti og tíggju til tess at vera tilsjónarmenn yvir ættum tykkara. v16  Og ta ferðina beyð eg dómarum tykkara og segði: »Lýðið á mál brøðra tykkara og dømið rættvíst, tá ið maður hevur sakarmál, hvørt tað er við tjóðfelaga ella við útiseta! v17  Gerið ikki mannamum í rættinum; lýðið bæði á høgan og lágan; óttist ongan, tí at dómurin er Guðs; og eru tað mál, sum eru tykkum ovboðin, tá komið fram fyri meg við teimum, og eg skal granska tey.« v18  Soleiðis gav eg tykkum ta ferðina boð um alt, ið tit skuldu gera.

12 Njósnarar út sendir (smbr. 2 Mós 18. 4 Mós 13-14)

v19  Síðan hildu vit avstað frá Hóreb og løgdu leiðina gjøgnum alla oyðimørkina miklu og ræðuligu, sum tit hava sæð, til fjallalands Ámorita, eins og Harrin, Guð vár, hevði boðið okkum; og vit komu til Kádesj-Barneu. v20  Tá segði eg við tykkum: »Tit eru nú komin at fjallalandi Ámorita, sum Harrin, Guð vár, fer at geva okkum. v21  Sí, Harrin, Guð tín, leggur landið opið fyri tær; far nú hagar og ogna tær tað, eins og Harrin, Guð fedra tína, hevur sagt tær; óttast ikki og ver við gott treyst.« v22  Tá komu tit allir samlir til mín og søgdu: »Latum okkum senda menn undan okkum, ið skulu kanna landið og koma aftur til okkara við tíðindum um vegin, vit skulu fara og um borgirnar, sum vit koma til.« v23  Mær hóvaði hetta væl; og tí tók eg av tykkum tólv mans, ein av hvørjari ætt. v24  Teir fóru avstað norður í fjallalandið og komu norður í Esjkoldalin og njósnaðust um landið har. v25  Har tóku teir av ávøkstum landsins og høvdu tað við sær aftur til okkara; og teir bóru okkum tíðindi og søgdu: »Tað er eitt frálíkt land, sum Harrin, Guð vár, fer at geva okkum!« v26  Men tit vildu ikki fara hagar og vóru ólýdnir móti boði Harrans, Guðs tykkara. v27  Tit meylaðu í tjøldum tykkara og søgdu: »Av tí at Harrin hatar okkum, hevur hann leitt okkum út úr Egyptalandi til tess at geva okkum upp í hendur Ámorita og beina soleiðis fyri okkum. v28  Hvar skulu vit fara? Brøður okkara hava tikið dirvið úr hjørtum okkara við at siga: Fólkið er bæði størri og sterkari enn vit, og borgirnar eru stórar og víggirdar við himnahøgum gørðum; eisini Ánaks synir bóru vit eyga við!« v29  Men eg segði við tykkum: »Havið gott treyst og óttist ikki fyri teimum! v30  Harrin, Guð tykkara, sum gongur undan tykkum, skal berjast fyri tykkum á sama hátt, sum tit sjálvir sóu hann hjálpa tykkum í Egyptalandi v31  og í oyðimørkini, har tú sást, hvussu Harrin bar teg, eins og maður ber son sín, alla ta leið, sum tit gingu, alt hagar til tit komu á henda stað.« v32  Men hóast hetta troystaðu tit kortini ikki á Harran, Guð tykkara, v33  sum gekk undan tykkum á vegnum til tess at finna tykkum tjaldstaðir – um næturnar í eldi til tess at vísa tykkum vegin, sum tit skuldu ganga, og um dagin í skýggi. v34  Men tá ið Harrin hoyrdi talu tykkara, varð hann vreiður, svór og segði: v35  »Vissuliga skal eingin maður av hesum vánda ættarliði fáa at síggja tað góða landið, sum eg svór at geva fedrum tykkara, v36  uttan Káleb Jefunneson; einans hann skal fáa tað at síggja, honum og sonum hansara gevi eg landið, sum hann hevur sett fót sín á, av tí at hann av heilum huga hevur fylgt Harranum.« v37  Eisini inn á meg vreiddist Harrin tykkara vegna og segði: »Heldur ikki tú skalt koma hagar! v38  Jósva Nunsson, ið stendur fyri ásjón tíni, hann skal koma inn hagar; set dirvi í hann, tí at hann skal luta tað Ísrael til ognar. v39  Smábørn tykkara, sum tit hugsaðu mundu verða fíggindans bráð, børn tykkara, sum í dag ikki vita skil á góðum og illum, tey skulu koma hagar; teimum gevi eg tað; tey skulu arva tað! v40  Men tit skulu snúgva aftur og halda ferðini inn í oyðimørkina til Reyðahavið!« v41  Tá svaraðu tit og søgdu við meg: »Vit hava syndað móti Harranum, Guði várum; nú vilja vit fara hagar í bardaga, eins og Harrin, Guð vár, hevur boðið okkum!« Og tit gyrdu tykkum allir hvør við sínum hervápni og hildu tað vera einsmansverk at halda niðan í fjallalandið. v42  Men Harrin segði við meg: »Sig við teir: Farið ikki hagar og leggið ikki til orrustu, tí at eg eri ikki við tykkum; gera tit tað, fáa tit ósigur av fíggindum tykkara!« v43  Tá talaði eg til tykkara, men tit vildu ikki lurta eftir og vóru ólýdnir móti boði Harrans og hildu drambsligir niðan í fjallalandið. v44  Men tá fóru Ámoritar, sum búðu har í fjallalandinum, út móti tykkum og eltu tykkum eins og býflugur og vógu tykkum alla leið frá Se'ir og alt at Horma. v45  Síðan komu tit aftur og grótu fyri ásjón Harrans; men Harrin hoyrdi ikki bønir tykkara og vildi ikki lýða á tykkum. v46  Og tá máttu tit verða verandi í Kádesj alla ta longu tíð, sum tit dvaldu har.