Signing Mósesar

v1  Hetta er tann signingin, sum Guðsmaðurin Móses vælsignaði Ísraelsmenn við, áður enn hann andaðist. v2  Hann mælti: »Harrin kom av Sinai, rann upp fyri teimum á Se'ir, læt ljós sítt skína frá Párans fjøllum og kom frá Meribat-Kádesj; við høgru lið hansara brann eldur móti teimum. v3  Ja, hann elskar fólk sítt, allir hansara heilagu eru í hansara hondum, teir sessast við føtur tínar og taka við orðum tínum. v4  Lóg hevur Móses givið okkum. Ogn hans er savnaður Jákups; v5  og hann varð kongur í Jesjurun, tá ið fólksins høvdingar fylktust, og ættir Ísraels komu saman. v6  Livi Ruben og doyggi ikki út; men verði menn hansara fáir!« v7  Hetta mælti hann um Júda: »Hoyr, Harri, rødd Júda og leið hann aftur til fólks síns, dugna honum í bardaga, og ver tú honum hjálp móti fíggindum hans!« v8  Og um Levi segði hann: »Gev hollvini tínum Tummim tíni og Urim tíni honum, sum tú royndi við Massa og stríddist ímóti við Meribavøtn, v9  sum segði um faðir og móður: Eg sá tey ongantíð, sum var fremmandur fyri brøðrum sínum og ikki kendist við børn síni, tí at teir varðveittu orð tíni og hildu sáttmála tín. v10  Teir skulu kenna Jákupi dómar tínar og Ísrael lóg tína, lata roykilsi koma upp í nasar tínar og bera aloffur á altar tíni. v11  Signa, Harri, styrki hans; hav tokka í handaverki hans; sora lendar fígginda hans og teirra, sum hata hann, so at teir ikki rísa aftur!« v12  Um Benjamin segði hann: »Benjamin er yndisbarn Harrans, ekkaleysur býr hann allar dagar, hin hægsti verndar hann og hevur bústað sín í brekkum hans.« v13  Um Jósef segði hann: »Signað av Harranum er land hans við dýrmætastu gávum av himni í erva og úr djúpinum, sum hvílir í neðra, v14  við tí dýrmætasta, sum sólin elur, og við tí dýrligasta, ið sprettur, tá ið mánar tendrast, v15  við tí besta av hinum elligomlu fjøllum, við tí dýrmætasta av hinum ævigu hólum, v16  við tí dýrmætasta av jørðini og øllum, ið á henni er, og við tokka hans, sum búði í tornarunninum – tað komi yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! v17  Sum hin frumborni oksi fer fram tignarliga, horn hans eru horn villoksans; við teimum týnir hann tjóðir alt at jarðarinnar ytstu markum. Hetta er Efraims tíggjutúsundatal, hetta er Manasse túsundatal.« v18  Um Zebulon segði hann: »Zebulon skal gleðast um langferðir sínar og Issakar í tjøldum sínum. v19  Tjóðflokkum stevna teir at fjallinum, slátra har rættferðar offur, tí at nøgdir havsins teir súgva í seg, hinar fjaldastu gripir við sævarstrond.« v20  Um Gád segði hann: »Signaður veri sá, sum Gádi veitir landarúmd; sum kvennljónið legst hann niður, brýtur armar og skalla. v21  Hann ognaði sær tað fyrsta, hann bar eyga við; tí at har líknaðist honum lutur hans. Saman savnaðust høvdingar fólksins. Hann framdi rættlæti Harrans og dómar hansara saman við Ísrael.« v22  Um Dán segði hann: »Ljónshvølpur er Dán, sum kemur rennandi úr Básjan.« v23  Um Naftali segði hann: »Naftali er mettur av góðum tokka og fullur av signing Harrans; hann ognar sær sjógvin og suðurlandið.« v24  Um Ásjer segði hann: »Signaður veri Ásjer sonanna millum; hann skal vera yndisbarn brøðra sína og drepa fót sín niður í olju! v25  Úr jarni og kopari veri lokur tínar. Sum dagar tínir skal tín styrki vera! v26  Eingin er sum Guð Jesjuruns, ið fer eftir himni tær til hjálpar, og á skýggjunum í tign síni. v27  Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar. Burtur rak hann fíggindan undan tær og segði: »Bein fyri teimum!«« v28  Síðan búði Ísrael í trygdum, Jákups leivd í einsæri, í landi við korni og aldinløgi, har døggin drýpur av himni. v29  Sælur ert tú Ísrael! Hvør er sum tú, tjóð, sum er sigursæl í Harranum! Hann er tín frelsunnarskjøldur. Hann er tignarsvørð títt. Fíggindar tínir munnu lifra fyri tær, men tú skalt toka fram yvir hæddir teirra.