Yvirskrift

v1  Tey orð, sum Ámos, ein av hirðunum frá Tekoa, skoðaði viðvíkjandi Ísrael á døgum Uzzia, Júdakongs, á døgum Jeróboams Jóassonar, Ísraels kongs, tvey ár undan landskjálvtanum.

Harrin hóttir fólk sítt

v2  Og hann segði: Harrin ýlir av Zion, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella; hirðanna fløtur syrgja, og Karmels tindar følna.

Dómsorð yvir Dámaskus

v3  So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Dámaskusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni, v4  tí seti eg eld á Házaels hús, og hann skal oyða Ben-Hádads hallir; v5  eg smildri lokur Dámaskusar, avoyði íbúgvar Bikat-Ávens og hann, ið ber veldissprota í Bet-Eden; og Sýrlendingar skulu verða herleiddir til Kir, sigur Harrin.

Dómsorð yvir Filistar

v6  So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Gazu, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir herleiddu heilar bygdir og framseldu Edómitum tær, v7  tí seti eg eld á borgargarðar Gazu, og hann skal oyða hallir hennara; v8  eg oyði hvørt livandi kykt úr Asdod og úr Askalon hann, sum ber veldissprota; eg bregði míni hond móti Ekron, so at eingin Filisti verður eftir, sigur Harrin, drottin.

Dómsorð yvir Týrus

v9  So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Týrusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir framseldu Edómitum heilar herleiddar bygdir og ikki mintust brøðrasáttmálan, v10  tí seti eg eld á borgargarðar Týrusar, og hann skal oyða hallir hennara.

Dómsorð yvir Edóm

v11  So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Edóms, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir eltu bróður sín við svørði og køvdu alla várkunn, skræddu í vreiði síni støðugt sundur og goymdu ævinliga ilsku sína; v12  tí seti eg eld á Teman, hann skal oyða hallir Bozra.

Dómsorð yvir Ammon

v13  So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Ammonita, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir sprettu upp kviðin á hinum burðarbúnu í Gilead til tess at víðka um landamark síni, v14  tí seti eg eld á borgargarðar Rabbu, og hann skal oyða hallir hennara, meðan herróp dynja á orrustudegnum, og stormurin leikar á harðveðursdegnum. v15  Og kongur teirra skal í útlegd fara, bæði hann og høvdingar hans, sigur Harrin.