v1 Hoyrið hetta orð, sum Harrin talar móti tykkum, Ísraelsmenn, móti øllum tí ættarkyni, sum eg leiddi út úr Egyptalandi: v2 Einans tykkum kennist eg við av øllum ættarkynjum jarðar; tessvegna revsi eg tykkum fyri allar misgerðir tykkara.
v3 Munnu tveir menn leggja ferðalag saman uttan hvør at kenna annan? v4 Man ljónið ýla í skóginum, tá ið tað onga bráð hevur? Ella man ungljónið grenja og ongan fong hava fingið? v5 Fellur fuglur til jarðar uttan at vera raktur? Man gildran støkka upp frá jørðini, uttan at eitthvørt er í henni? v6 Verður blást í lúður innan borgar, uttan at skelkur kemur á fólk? Man í borgini nøkur ógæva berast á, sum Harrin hevur ikki volt? v7 Nei, Harrin, drottin, ger einki uttan at birta loyndarráð síni fyri profetunum, tænarum sínum. v8 Ljónið ýlir, hvør má ikki óttast? Harrin, drottin, talar, hvør má tá ikki profetera?
v9 Rópið út yvir hallir Asdods og tær í Egyptalandi! Sigið: »Savnist saman á Sámáriufjalli og síggið har hin mikla háva og yvirgangin inni í borgini.« v10 Tey duga ikki at gera tað, sum rætt er, sigur Harrin; valdsgerð og kúgan rúgva tey upp í hallum sínum; v11 tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fíggindar skulu umringa land títt allar vegir, vernd tín verða tikin frá tær og hallir tínar verða rændar.
v12 So sigur Harrin: Eins og hirðin bjargar úr gapi ljónsins tveimum leggjum og lepa av oyra, soleiðis skulu Ísraelsmenn, ið búgva í Sámariu, komast undan við áklæði legu sínar og hvíldarhøgindi sínum. v13 Hoyrið og vitnið móti Jákups húsi, sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna; v14 tann dag eg revsi Ísrael fyri misbrot síni, tá lati eg revsingina raka Betels altar, so at altarhornini støkka av og falla til jarðar; v15 tá smildri eg bæði vetrarhallir og summarhallir; fílabeinshallir skulu farast og mong hús leggjast í oyði, sigur Harrin.