v1 Hoyrið hetta orð, tit Básjans kýr á Sámáriufjalli, tit, ið neyðstøddum níva, kúga fátæk og siga við húsbøndur tykkara: »Fáið til vegar, at vit mega drekka!« v2 Svorið hevur Harrin, drottin, við heilagleika sín: Sí, dagar skulu yvir tykkum koma, tá ið tit verða drignar við onglum og allar samlar førdar burtur við krókum, v3 hvør eftir aðra út gjøgnum veggsprungurnar og tveittar út á køst, sigur Harrin.
v4 Komið til Betel og syndið, til Gilgal og syndið uppaftur meira; berið fram næsta morgun sláturoffur og á triðja degi tíggjund tykkara! v5 Brennið av súrgaðum breyði takkaroffur, og bjóðið hátt at bera fram sjálvboðin offur; tí at hetta dámar tykkum, Ísraels menn, sigur Harrin, drottin. v6 Eg gav tykkum eisini tómar munnar í øllum borgum tykkara og læt mat skorta í øllum bústøðum tykkara, men kortini komu tit ikki til mín, sigur Harrin. v7 Eg sýtti tykkum regn, tá ið tríggir mánaðir vóru eftir til skurðar; í eini borg eg læt tað regna og ikki í aðrari; ein teigurin fekk vatn, og annar fekk ikki og følnaði; v8 úr tveimum borgum komu menn skinklandi til eina aðra borg eftir vatni, men fingu ikki sløkt tosta sín; og tó vendu teir ikki við til mín, sigur Harrin. v9 Eg agaði tykkum við følnan og svartaroða í korninum; eg oyddi aldingarðar og víngarðar tykkara; grashoppur ótu upp fikutrø og oljutrø tykkara, og tó vendu tit ikki við til mín, sigur Harrin. v10 Eg sendi tykkum drepsótt eins og í Egyptalandi og drap við svørði ungmenni tykkara, eisini hestar tykkara vórðu tiknir sum herfongur; rædampurin úr herbúðum tykkara stóð upp í nasar tykkara; men ikki tit vendu við til mín, sigur Harrin. v11 Eg elvdi kollvelting hjá tykkum, eins og tá ið Guð kollvelti Sódomu og Gómorru, og tit vóru eins og brandur riptur úr eldinum, og tó vendu tit ikki við til mín, sigur Harrin. v12 Tessvegna geri eg soleiðis móti tær, Ísrael. Men av tí at eg vil fara soleiðis við tær, tá búgv teg til at møta Guði tínum, Ísrael!
v13 Tí sí: Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jarðarinnar hæddir, Harrin, Guð herliðanna, er navn hans.