v1 Hoyrið hetta orð, sum eg hevji eins og harmljóð yvir tykkum, Ísraelsmenn: v2 Fallin er hon, moyggin Ísrael, rísur ikki aftur, liggur endilong á jørðini; eingin reisir hana aftur. v3 Tí at so sigur Harrin, drottin: Tann borg, ið býr út túsund í hernað, fær hundrað aftur, og tann, sum býr út hundrað, fær tíggju aftur í Ísraels húsi.
v4 Tí at so sigur Harrin við Ísraels hús: Leitið til mín, tá skulu tit liva! v5 Leitið ikki til Betel, gangið ikki til Gilgal og haldið ikki yvir til Beersjebu; tí at Gilgal skal í útlegd og Betel verða oyðimørk. v6 Leitið til Harrans, at tit mega liva, so at hann ikki kemur eins og eldur yvir Jósefs hús og oyðir, so at eingin verður eftir, sum kann sløkkja í Betel.
v7 Vei teimum, ið broyta rættin í malurt og rinda rættlætið til jarðar
v8 Hann, sum skapaði Sjeystjørnuna og Orion, gjørdi náttarmyrkrið at lýsing og dag til dimma nátt, sum kallar á havsins vøtn og oysir tey út yvir jørðina, Harrin er hans navn; v9 hann oyðir hinar sterku og sorlar hervirki teirra.
v10 Teir hata hann, ið verjir rættin á tingi, og hava mótboð av teimum, ið tala satt. v11 Tessvegna av tí at tit traðka hin vesæla niður og taka eykagjald av korni hans, tí skulu tit byggja hús av høgdum gróti, men ikki búgva í teimum, og leggja inn frálíkar víngarðar, men ikki drekka vínið úr teimum. v12 Tí at eg veit, at mong eru misbrot tykkara og syndir tykkara miklar, tit, ið kúga hin sakleysa, taka við mutri og sýta fátækum rætt á tingi; v13 tessvegna tigur hyggin maður nú um stundir, tí at hetta eru vándar tíðir.
v14 Søkið tað góða og ikki tað illa, at tit mega liva; tá skal Harrin, Guð herliðanna, vera við tykkum, eins og tit eru vanir at siga. v15 Hatið tað illa og elskið tað góða og fremjið rættin á tingi; kanska tá Harrin, Guð herliðanna, náðar tí, sum eftir verður av Jósefi.
v16 Tessvegna sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna: Á øllum torgum skulu menn vena seg, og ljóða skal á øllum gøtum: »Vei, vei!« Bøndur skulu stevna harmkvøðarum til sorgar og deyðakvartanar; v17 í hvørjum víngarði verður deyðakvartan, tá ið eg fari gjøgnum miðjan teg, sigur Harrin.
v18 Vei tykkum, ið tráa eftir degi Harrans! Hvat skilir tykkum dagur Harrans? Hann er myrkur og ikki ljós. v19 Tað verður, eins og tá maður flýggjar undan ljóni og rennur seg beint á bjørn, ella hann rennur heim og styðjar seg við hondini aftur at vegginum, og ormur tá bítur hann. v20 Ja, dapur er dagur Harrans, ikki bjartur; bølasvartur uttan ljósglæmu. v21 Eg hati og vanmeti hátíðir tykkara, torgi ikki roykin av hátíðarstevnum tykkara, v22 um tit ofra mær brennioffur. Eg havi ongan tokka í tykkara grónofrum, eg líti ikki at tykkara takkarofrum av gøðingarkálvum; v23 burtur við tykkara glymjandi songi, eg vil ikki hoyra hørpuljóð tykkara! v24 Latið heldur rættin streyma fram sum vatn og rættlætið sum á, ið ikki tornar upp. v25 Hava tit, Ísraels hús, borið mær fram sláturoffur og grónoffur hini fjøruti árini í oyðimørkini? v26 Nú skulu tit bera Sakkut, kongi tykkara, og Kevan, stjørnu guds tykkara, gudamynd, sum tit hava gjørt tykkum; v27 eg reki tykkum í útlegd eystur um Dámaskus, sigur Harrin Guð herliðanna er navn hans.