Dómsorð yvir hinar ekkaleysu tignarmenn

v1  Vei teimum tryggu á Zion og ekkaleysu uppi á Sámáriufjalli, tignarmonnum í hini fremstu tjóðini, sum Ísraels ættarkyn leitar til. v2  Farið til Kalne og lítist um, haldið haðan til Hámat, hina miklu, og farið oman til Gát í Filistalandi, eru tit betri enn hesi kongaríki, ella er land tykkara størri enn land teirra? v3  Tit, sum avnokta hin vánda dagin og skipa valdstjórn í sæti, v4  sum liggja á fílabeinslegum og rembast, á beðum løgdum við høgindi, eta úr fylginum lomb og kálvar úr alistøðini; v5  tit taka undir at murra við hørpuni og seta saman ljóð eins og Dávid, v6  drekka vín úr bollum og salva tykkum við úrvalsolju, men kenna onga pínu av sárum Jósefs. v7  Tí skulu teir í útlegd fara fremstir í flokki hinna herleiddu; tá tagnar gleimur teirra, sum reika um og einki gera, sigur Harrin Guð herliðanna.

Spádómsorð um drepsótt

v8  Svorið hevur Harrin, drottin, við sjálvan seg: Eg havi mótboð av Jákups hugmóði, eg hati hallir hans og gevi borgina upp og alt, sum í henni er. v9  Og um tíggju mans eru eftir har í einum húsi, skulu eisini teir láta lív. v10  Og tá ið skyldfólk og líkbrennarar, sum bera skrokkarnar út úr húsinum, rópa á hann, sum er inni á botni í húsinum: »Er nakar eftir hjá tær?« og hann svarar: »Nei!« Tá munnu teir siga: »Tegi, tegi!« Tí ikki má navn Harrans nevnast.

Vegna siðloysi ferst Ísrael

v11  Tí at nú býður Harrin: Eg sori tey stóru húsini sundur og smildri tey smærru í spønir. v12  Munnu hestar renna um hamrar ella oksar pløga havið? Men tit broyta rættin í eitur og rættlætisávøkst í malurt; v13  tit gleðast um Lodebar og siga: Hava vit ikki við egnari megi vunnið Karnáim? v14  Men nú vil eg reisa tjóð ímóti tykkum, Ísraels hús, sigur Harrin, Guð herliðanna; hon skal treingja at tykkum frá Hámat alt at Áraba ánni.