Sjón um undirgang Ísraels og mannfall

v1  Harrin, drottin, læt mær hesa sjón berast fyri: Sí, har var tæga við summaraldin. v2  Og hann segði við meg: »Hvat sært tú, Ámos?« Eg svaraði: »Tægur við summaraldin!« Tá segði Harrin við meg: »Evsta stund er komin yvir fólk mítt Ísrael, eg vil ikki umbera hann longur.« v3  Vena seg skulu songmoyggjar tempulsins á tí degi, sigur Harrin, drottin, og lík liggja í rúgvum allar staðir.

Dómsorð yvir okurkallar

v4  Hoyrið hetta, tit, ið níva fátæk og beina fyri armingum landsins, v5  sum siga: »Nær eru tendringardagarnir lidnir, so at vit mega selja korn, og hvíludagurin, at vit mega opna kornbingini, minka um mátingarkerið, hækka um virðið og við svikum reingja vágskálirnar v6  til tess at keypa neyðstødd fyri silvur og fátæk fyri einar skógvar og sleppa sær av við lættikornið.« v7  Svorið hevur Harrin við hátign Jákups: Ongantíð skal eg gloyma alt hetta, sum teir hava gjørt. v8  Ja, má ikki jørðin nøtra av hesum og øll, sum á henni búgva, syrgja, so at hon hevjar seg eins og Nílá og søkkur aftur eins og Egyptalands stórá? v9  Á tí degi, sigur Harrin, drottin, lati eg sól fara til viða um miðjan dag og myrkur hylja jørðina á alljósum degi. v10  Eg geri veitslur tykkara til sorg og allar tykkara songir til harmkvæði; bindi sorgarklæði um allar lendar og geri berskøllut hvørt eitt høvur; eg elvi sorg sum eftir einkarson, og endin verður ein beiskur dagur.

Teir leita til Harrans, men doyggja í hungri

v11  Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, drottin, tá ið eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði ella tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð Harrans. v12  Tá skulu tey reika um frá havi at havi, koma úr norðuri og halda eystureftir til tess at leita eftir orði Harrans, men skulu ikki finna tað. – v13  Á tí degi maktast av tosta fríðar moyggjar og ungir menn, v14  sum svørja við sekt Sámáriu og siga: »So satt sum gudur tín livir, Dán! Og so satt sum ættargudur tín livir, Beersjeba! Falla tey skulu og ikki aftur rísa.«