v1 Eg sá Harran standa við altarið; hann sló súlnahøvdið, so at gáttirnar skulvu; og hann mælti: Eg smildri høvur alra teirra og drepi við svørði síðstu leivdir teirra; eingin av teimum skal komast undan og eingin teirra firra lívi sínum. v2 Treingja teir niður í helheim, skal hond mín søkja teir haðan; fara teir upp til himins, rindi eg teim oman haðan. v3 Um teir krógva seg dygst uppi á Karmel, skal eg finna teir og taka teir haðan; og um teir fjala seg fyri mær á havsins botni, skal eg har bjóða orminum at bíta teir. v4 Og fara teir í útlegd undan fíggindum sínum, bjóði eg svørði mínum at drepa teir; eg renni eygum mínum at teimum ikki til gævu, men til ógævu.
v5 Hetta sigur Harrin, drottin herliðanna, sum nertur við jørðina, so at hon riðar, og øll, sum á henni búgva, verða stúrin og hon hevjast upp eins og Níláin og søkkur aftur eins og Egyptalandsá v6 hann, sum reist hevur hásal sín á himni og grundvallað hválv sítt á jørðina, kallar á havsins vøtn og oysir tey út yvir jørðina Harrin er hans navn.
v7 Eru tit, Ísraelsmenn, mætari fyri mær enn Blálendingar? Fullvæl leiddi eg Ísrael úr Egyptalandi; men eg leiddi eisini Filistar frá Kaftor og Áramear frá Kir.
v8 Sí, eygu Harrans, drottins, líta at hesum syndiga ríki; eg oyði tað út av jørðini. Tó vil eg ikki fullkomiliga beina fyri Jákups ætt, sigur Harrin. v9 Nei, nú vil eg bjóða, at Ísraels hús skal ristast millum allar tjóðir, eins og sáld verður rist, og einki byggkorn fellur til jarðar; v10 fyri svørði skulu falla allir syndarar fólks míns, teir, ið siga: »Okkum rámar eingin ógæva, okkum kemur hon ikki yvir.«
v11 Á tí degi reisi eg Dávids falnu smáttu og bøti aftur veggsprungur hennara; eg endurreisi hana úr toftum og geri hana aftur, sum hon var í gomlum døgum, v12 til tess at teir leggja undir seg leivdir Edóms og allar tær tjóðir, sum navn mítt er nevnt yvir, sigur Harrin, sum hetta man útinna.
v13 Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið plógmaðurin gongur aftan á akurskurðarmannin og vínberjatroðarin aftan á sáðmannin, tá ið fjøllini drýpa av vínberjaløgi, og heyggjarnir flóta; v14 tá man eg venda lagnu fólks míns, Ísraels: Teir skulu byggja upp hinar oyddu borgirnar og búgva í teimum, leggja inn víngarðar og sjálvir drekka vínið úr teimum og gera sær aldingarðar og eta ávøkst teirra. v15 Eg gróðurseti teir á jørð teirra, og ikki skulu teir aftur verða slitnir upp úr teirri jørð, sum eg havi givið teimum, sigur Harrin, Guð tín.