Jákup dripin við svørði; Pætur fongslaður, men hjálptur út av eingli

v1  Men um hetta mundið legði Heródes kongur hendur á nakrar av kirkjuliðinum og fór illa við teimum. v2  Og hann tók lívið av Jákupi, bróður Jóhannesar, við svørði. v3  Og tá ið hann sá, at Jødum líkaði hetta væl, helt hann fram og tók eisini Pætur; – men hetta var í døgum hinna ósúrgaðu breyða; – v4  og tá ið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og gav hann í varðveitslu hjá fýra vaktarskiftum, fýra hermenn í hvørjum, við tað at hann ætlaði sær eftir páskirnar at føra hann fram fyri fólkið. v5  Vakt varð tá hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men bøn varð biðin til Guðs uttan íhald av kirkjuliðinum fyri honum. v6  Men tá ið Heródes ætlaði at fara at føra hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn, bundin við tveimum leinkjum, og varðmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt um fangahúsið. v7  Og sí, eingil Harrans stóð har, og ljós skein í fangarúminum, og hann sló Pætur í síðuna og vakti hann og segði: »Skunda tær og statt upp!« Og leinkjurnar fullu av hondunum á honum. v8  Men eingilin segði við hann: »Gyrð teg, og lat teg í skógvar tínar!« Hann so gjørdi. Og hann segði við hann: »Kasta kappan um teg og fylg mær!« v9  Og hann fór út og fylgdi honum, og hann visti ikki, at hetta, sum eingilin gjørdi, var soleiðis í roynd og veru; men hann helt seg síggja eina sjón. v10  Men tá ið teir høvdu gingið fram við tí fyrru og aðru vaktini, komu teir til tað jarnportrið, sum gongur út til staðin, og tað lætst upp av sær sjálvum fyri teimum, og teir fóru út um tað og gingu eina gøtu frameftir; og alt í einum skildist tá eingilin frá honum. v11  Og tá ið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: »Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil sín og bjargað mær úr hond Heródesar og frá øllum tí, sum Jødafólkið væntar sær.« v12  Og tá ið hann hevði summað seg, kom hann at húsinum hjá Mariu, móður Jóhannesar, sum kallast við tilnavninum Markus, har sum nógv vóru saman komin og hildu bøn. v13  Men tá ið hann bankaði á hurðina við útdyrnar, kom ein arbeiðiskona, sum æt Rode, út at vita, hvør ið tað kundi vera. v14  Og tá ið hon kendi málið á Pæturi, læt hon fyri gleði ikki útdyrnar upp, men fór rennandi innar og segði frá, at Pætur stóð uttanfyri. v15  Men tey søgdu við hana: »Tú hevur mist vitið!« Men hon helt fast við sítt, at tað var soleiðis. Tey søgdu tá: »Tað er eingil hansara.« v16  Men Pætur helt á at banka; og tá ið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin. v17  Men hann gjørdi tekin til teirra við hondini at tiga, og greiddi teimum frá, hvussu Harrin førdi hann út úr fangahúsinum. Og hann segði: »Sigið Jákupi og brøðrunum frá hesum.« Og hann gekk út og fór burtur í annan stað.

Heródes doyr

v18  Men tá ið dagur kom, varð ikki lítil gangur á hermonnunum av tí, hvat ið var vorðið av Pæturi. v19  Men tá ið Heródes læt leita eftir honum og ikki fann hann, helt hann rannsókn yvir varðmonnunum og beyð, at teir skuldu verða dripnir. Og hann fór úr Júdeu oman til Kesareu og varð verandi har. v20  Men hann var ógvuliga grammur við Týringar og Sidoningar. Men teir komu samráddir til hansara og fingu Blastus, sum var hirðmaður kongsins, í lið við sær, og bóðu um frið, av tí at land teirra fekk innløgur úr landi kongsins. v21  Men ein dagstevndan dag klæddist Heródes í kongaskrúð og settist í hásætið og helt røðu til teirra. v22  Og fólkið rópaði til hansara: »Hetta er Guðs rødd og ikki mans rødd!« v23  Men í tí sama sló eingil Harrans hann, av teirri søk at hann ikki gav Guði æruna, og hann varð etin upp av møðkum og andaðist. v24  Men Guðs orð mentist og útbreiddist. v25  Og Barnabas og Saul komu aftur úr Jerúsalem, tá ið teir høvdu útrættað ørindi síni, og tóku við sær Jóhannes, sum kallast við tilnavninum Markus.