Eingil sigur Dánjali frammanundan frá høvuðstilburðunum í søguni frá Kýrusi til Antiokus Epifanes. Inngangur

v1  Á triðja ári Kýrusar Persakongs fekk Dánjal, ið eisini nevndist Beltsazzar, opinbering; tað var sannleiksorð, ið boðar miklar trongdir; og hann tók eftir orðinum og gav sjónini gjølla gætur.

v2  Um tað mundið var eg, Dánjal, í sorg í tríggjar samfeldar vikur v3  og neyt ongar krásir; kjøt og vín kom ikki um mínar varrar, og eg salvaði meg ikki, fyrr enn tær tríggjar vikurnar vóru umlidnar. v4  Men á tjúgunda og fjórða degi hins fyrsta mánaðar, sum eg var staddur á áarbakkanum við hina stóru á, Hiddekel, v5  var mær hyggjandi upp, og eg sá, at har var maður klæddur í líni og gyrdur um lendar við belti av Ofirgulli. v6  Likam hans var eins og krýsolit, ásjón hansara lýsti sum snarljós og eygu hans eins og eldslogar; armar og bein hans vóru sum skyggið kopar og rødd hans eins og rómur av miklari mannfjøld. v7  Eina eg, Dánjal, sá sjónina; menninir, ið við mær vóru, sóu hana ikki; men teir vórðu illa skelkaðir og rýmdu burtur at krógva seg, v8  so at eg var einsamallur eftir: Men tá ið eg hevði sæð hesa miklu sjón, var eingin megi eftir í mær, andlitið skifti lit og avskeplaðist, og eg kom burtur í einki. v9  Tá hoyrdi eg hann tala; men tá ið eg hoyrdi ljómin av orðum hansara, fell eg sum í óviti til jarðar fram á ásjón mína.

v10  Men sí, tá treiv ein hond í meg, so mikið at eg skelvandi kom upp aftur á knæ og hendur. v11  Og hann segði við meg: »Dánjal, tú væltoknaði maður, gev tær gjølla far um hesi orð, sum eg tali til tín, og far tær upp á føtur; tí at nú eri eg sendur til tín!« Og tá ið hann hevði mælt hesum orðum til mín, reis eg upp skelvandi. v12  Síðan segði hann við meg: »Óttast ikki, Dánjal, tí at frá fyrsta degi, sum tú legði hug tín á at vinna tær fróðskap og eyðmýkja teg fyri ásjón Guðs tíns, eru orð tíni hoyrd; og fyri orð tíni eri eg higar komin. v13  Men verndareingilin hjá Persaríkinum stóð mær ímóti í tjúgu og ein dag; men sí, Mikael, ein av teim fremstu verndareinglunum, kom mær til hjálpar; hann læt eg vera eftir har hjá verndareingli Persakongsins. v14  Og nú eri eg komin til tess at kunngera tær tað, sum fólki tínum verður fyri á hinum síðstu tíðum; tí eisini henda sjónin viðvíkur framtíðini.«

v15  Meðan hann soleiðis talaði til mín, boygdi eg dumbur andlit mítt til jarðar. v16  Og sí, eitthvørt, ið líktist manshond, nart við varrar mínar; tá læt eg upp munn mín, tók til máls og segði við hann, ið stóð frammi fyri mær: »Harri, vegna tess, ið eg havi sæð, er henda kvøl komin yvir meg, so eingin megi er eftir í mær. v17  Og hvussu skal eg, ússaligi trælur Harra míns, kunna tala við teg, Harra mín? Av øtan havi eg mist mína megi, og lívsandi er eingin eftir í mær!« v18  Uppaftur nart ein, ið líktist manni, við meg og styrkti meg v19  og segði: »Óttast ikki, tú hin væltoknaði maður! Friður veri við tær, ver hugreystur og óræddur!« Og sum hann talaði við meg, fanst mær, at eg styrknaði, og eg mælti: »Tala, Harri, tí tú hevur styrkt meg!« v20  Tá segði hann: »Veitst tú, hvørs vegna eg eri til tín komin? Eg má nú snúgvast aftur til at berjast við verndareingil Persiu; og tá ið eg eri útfarin, tá kemur verndareingil Grikkalands. v21  Og eingin veitir mær hjálp ímóti teimum uttan Mikael, verndareingil tykkara, (11,1)  ið stendur mær við lið til hjálpar og verndar. Tó vil eg gera tær kunnugt tað, sum ritað er í bók sannleikans, ja, nú vil eg kunngera tær tað, sum satt er.