v2 Sí, enn skulu tríggir kongar av Persiu koma fram, og hin fjórði skal verða ríkari enn allir hinir; og tá ið hann við eyði sínum hevur vunnið sær vald, skal hann búgva øllum út í hernað móti Grikkalands ríki. v3 Men síðan skal veldigur kongur koma fram og stýra við miklum valdi og gera, sum hann vil. v4 Men best sum hann stendur, skal ríki hansara syndrast og verða skift sundur eftir himinsins fýra ættum; og tað skal ikki lutast eftirkomarum hans og ikki vera so sterkt, sum tá ið hann stjórnaði tí; nei, ríki hans skal farast og lutast øðrum enn eftirkomarum hans.
v5 Og suðurlandskongur skal fáa mikið vald, men ein av høvdingum hans skal vera veldigari enn hann; hann skal ráða og ríki hans vera stórveldi. v6 Tá ið nøkur ár eru umliðin, skulu teir ganga saman í felag, og dóttir suðurlandskongsins skal koma til norðurlandskongsins at birta semju; men hóast veldi sítt fær hon einki avrikað, og heldur ikki skal vald hansara standa við; nei, bæði hon og fylgisneyt hennara og børn og húsbóndi hennara verða at láta lív. v7 Á teimum døgum man í hansara stað gróðurteinur spretta upp av rótum hennara; hann skal fara móti heri norðurlandskongsins og treingja inn í varnarvirki hans, fara við teimum, sum hann vil, og verða mikil í veldi; v8 ja, eisini gudar teirra við teirra stoyptu myndum og dýrmætu kerum av silvuri og gulli man hann taka sum herfong við sær aftur til Egyptalands; síðan skal hann í nøkur ár lata norðurlandskongin í friði. v9 Hesin skal gera áræsur á ríki suðurlandskongsins, men noyðist at fara heim aftur í land sítt.
v10 Men sonur hans skal búgva seg til bardaga og savna saman ovurmiklan her, ið skal fara fram eins og streymur og síðan snúgvast aftur og herja alt fram at varnarvirki hans. v11 Tá skal øði koma í suðurlandskong, so at hann heldur út í bardaga við norðurlandskong; mikið herlið skal hesin búgva út, men tað skal lúta fyri suðurlandskongi. v12 Men tá ið hesin herur er fyribeindur, verður hann hástórur og jarðleggur tíggju túsund, men verður kortini ikki við yvirlutan. v13 Uppaftur skal norðurlandskongur búgva út her, sum er størri enn hin fyrri, og tá ið nøkur ár eru umliðin, skal hann koma móti honum við miklum herfjøldum og nógvum viðføri. v14 Um tað mundið munnu margir aðrir rísa upp ímóti suðurlandskongi; yvirgangsmenninir av fólki tínum skulu gera uppreist, so at sjónin kann sannast; men teir skulu falla. v15 Norðurlandskongur skal koma, laða upp vígvirki og taka hina víggirdu borgina; men herlið suðurlandsins kunnu ikki standast, og valalið hansara hevur ongan mátt til at veita mótstøðu. v16 Og hann, sum fer ímóti honum, sum honum hóvar, við tað at eingin er førur at veita honum mótstøðu; hann skal fáa fótin fastan í hinum dýrmæta landi og týna frá hond. v17 Hann ásetir sær at koma við øllum heri ríkis síns, men semur seg við hann og giftir honum dóttur sína landinum til skaða; men tað eydnast honum ikki og verður av ongum. v18 Síðan snýst hann sær móti oyggjalondunum og hertekur mong; men tá kemur herhøvdingi og ger enda á háðan hans, ja, letur hann sjeyfalt bøta fyri háðan sína. v19 Tínæst man hann ráðast á varnarvirki í sínum egna landi; men tá snávar hann, fellur og er horvin med alla. v20 Og í hans stað kemur annar, ið letur skattheimtara fara um hitt dýrmæta ríkið; men eftir nøkrum døgum verður hann dripin, tó hvørki í vreiði ella í bardaga.
v21 Í hans stað kemur skemdarmaður, sum kongstign ikki var ætlað; men óvart skal hann koma og leggja undir seg ríkið við svikum. v22 Floymandi herlið, sum toka fram, skulu farast fyri honum og somuleiðis sáttmálahøvdingin. v23 Fyrsta semingur er gjørdur við hann, nýtir hann vælir, leggur avstað og við fáum monnum vinnur sær veldi. v24 Á gróðurbestu landslutir man hann ráðast óvart og gera tað, sum hvørki fedrar ella forfedrar hansara gjørdu; rán og herfong og ognir skal hann ríkliga skifta monnum sínum og leggja ilskuráð upp ímóti víggirdum borgum; tó skal hetta bert vara eina tíð. v25 Hann býr seg av øllum alvi út til bardaga móti suðurlandskongi við miklum heri; men eisini suðurlandskongur leggur til orrustu við almiklum og ovursterkum heri; men hann fær ikki staðist, av tí at svikráð verða løgd upp ímóti honum. v26 Teir, ið eta við borð hans, verða honum at bana; herur hansara verður burturskolaður, og mangir falla á vali. v27 Og báðir kongarnir hugsa um ilt og hava lygnir á máli, meðan teir sita við sama borð; men tað skal ikki eydnast, tí at enn eru ikki taldir dagar lidnir. v28 Meðan hann er á heimvegnum við nógvum fíggjarlutum, leggur hann upp ilskuráð móti hinum heilaga sáttmála, evnir tey og snýr síðan heim aftur í land sítt.
v29 Tá ið hin ásetta tíðin er komin, heldur hann aftur avstað inn í suðurlandið; men henda seinna ferðin fer øðrvísi enn hin fyrra; v30 tí at skip úr Kittim koma móti honum; skelkaður vendir hann heim aftur, rennir síni vreiði yvir hin heilaga sáttmála og gevur sær gjølla far um teir, ið geva hin heilaga sáttmála yvir. v31 Herflokkar hans munnu har taka støðu og vanhalga halgidómin, hitt sterka virki, taka av dagliga ofrið og seta upp andstygd oyðingarinnar. v32 Og teir, sum synda móti sáttmálanum, tølir hann út í ringasta gudloysi; men teir menn, ið kenna Guð sín, halda fast við hann og sýna tað í verkum. v33 Hinir vitru fólksins skulu kenna mongum hyggindi, men langar tíðir liva teir nívdir av svørði og eldi, herleiðing og ráni. v34 Men meðan teir soleiðis eru um at lúta, verða teir hjálptir eitt sindur; og mangir binda felag við teir á kvamsvís. v35 Men nakrir av hinum vitru skulu falla, til tess at aðrir teirra millum kunnu verða royndir, skírdir og reinsaðir, til endalyktin kemur; tí enn drálar hin ásetta stund.
v36 Og kongurin skal bera seg at, sum honum lystir, hevja seg og bretta sær upp ímóti hvørjum gudi, ja, móti Guði gudanna mælir hann ótrúligum orðum; og hann skal vera happadrúgvur, til vreiðinnar tíð er úti og tað, sum er avrátt, er framkomið; v37 hann man ikki skoyta gudi fedra sína ella yndisgudi kvennanna; ongum gudi skal hann skoyta, men dramblátur bretta sær upp ímóti teimum øllum. v38 Í stað teirra heiðrar hann gud hervirkjanna, gud, sum fedrar hansara ikki tektu, heiðrar hann við gulli og silvuri, dýrum steinum og gersimum. v39 Í hinum sterku vígvirkjum letur hann fólk setast niður, ið tilhoyrir fremmandum gudi; teimum, ið viðurkenna hann, veitir hann mikla tign, letur teir ráða yvir mongum, og útlutar teimum jørð afturfyri.
v40 Men tá ið líður at endalyktini, man suðurlandskongur ráðast á hann, og norðurlandskongur skal berjast við hann við vagnum, reiðmonnum og nógvum skipum, og hann skal brótast inn í lond hans eins og skolandi brim. v41 Hann brýtist eisini inn í hitt dýrmæta landið; og tíggju túsund falla; men hesir skulu komast undan hond hans: Edóm og Móab og leivdin av Ammonitum. v42 Hann rættir hond sína út eftir londunum, og Egyptaland fær ikki komið sær undan. v43 Hann fær vald á gullgripum og silvurgripum og gersimum Egyptalands; í fari við honum eru Libiumenn og Blálendingar. v44 Men fregnir eystaneftir og norðaneftir munnu ræða hann; tá man hann leggja avstað í miklari vreiði til tess at beina fyri mongum og víga tey deyðanum. v45 Síðan reisir hann skreyttjald sítt ímillum havið og hitt heilaga dýrmæta fjallið; men tá nærkast hansara endalykt, og eingin hjálpir honum.