v1 Nebukadnezar kongur sendir kvøðu til alra tjóða av øllum londum og tungumálum á allari jørðini: Heilir og sælir! v2 Mær hevur toknast at kunngera tey tekin og undur, sum hin hægsti Guð hevur latið mær vera fyri. v3 Hvør mong eru tekin hans og hvør mikil undur hans! Ríki hans er ævigt ríki, vald hans varir ætt eftir ætt!
v4 Eg, Nebukadnezar, sat ekkaleysur í húsi mínum og í øllum góðum í kongshøll míni. v5 Tá droymdi meg dreym, ið ræddi meg, og hugsanirnar og sjónirnar, ið bórust mær fyri á legu míni, skelkaðu meg. v6 Tessvegna beyð eg, at allir vísmenn í Bábel skuldu verða leiddir inn fyri meg til tess at ráða mær dreymin. v7 Tá komu spásagnarmenninir, manararnir, Kaldearnir og stjørnuspekingarnir; og eg segði teimum dreymin, men eingin teirra kundi ráða mær hann. v8 Loksins kom Dánjal til mín, sum nevnist Beltsazzar eftir navni guds míns, og sum andi hinna heilagu guda er í; og eg segði honum dreymin:
v9 Belsazzar, tú høvuðsspásagnarmaður, eg veit, at í tær er andi hinna heilagu guda, og at einki loyndarmál er tær ovboðið! Sig mær nú tað, sum eg sá í dreymum, og hvat tað hevur at týða! v10 Sjónirnar, ið bórust mær fyri í rekkju míni, vóru hesar: Eg leitst um og sí, á miðjari jørðini stóð træ, sum var avbæra hátt. v11 Træið vaks og varð veldigt, ja so hátt, at tað røkk til himins og var sjónligt alt at jarðarinnar enda. v12 Leyv tess var fagurt og aldin tess mong, so at tað hevði føðslu fyri øll; undir tí funnu skógardjórini skugga, og í greinum tess búðu fuglar himinsins, og allar skepnur mettaðu seg av tí. v13 Framvegis sá eg í sjónini, sum barst mær fyri á legu míni, varðmann, ein heilagan, stíga niður av himni; v14 og hann rópaði hátt og segði: »Fellið træið, høggið av tess greinar, skræðið leyvið av tí og sundrið aldin tess, so at djórini flýggja burtur undan tí og fuglarnir burtur úr greinum tess! v15 Men latið stovnin við rótum sínum verða eftir í jørðini bundnan við fjøtrum av jarni og kopari í miðjum graslendinum; døggin av himni skal væta hann; og saman við djórunum skal hann eta urtir jarðarinnar. v16 Mannahjarta hansara skal verða frá honum tikið og honum verða givið djórahjarta í stað tess, og sjey tíðir skulu yvir honum líða. v17 Hetta er avrátt eftir ráðagerð varðmannanna; soleiðis hava hinir heilagu skipað fyri, til tess at hinir livandi skulu viðurkenna, at hin hægsti valdar kongsdømi mannanna og kann geva tað, hvørjum hann vil, ja, hevja hin ússaligasta millum manna til at ráða fyri tí! v18 Henda var dreymasjónin, ið eg, Nebukadnezar kongur, sá; og tú, Beltsazzar, skalt týða mær hana; tí at eingin av øllum vísmonnunum í ríki mínum kann at siga mær, hvat hon týðir, men tú kanst tað, tí at í tær býr andi hinna heilagu guda.
v19 Tá tók Dánjal, sum hevði fingið navnið Beltsazzar, at ønskrast um bil, og hugsanir hansara ræddu hann. Men kongur tók til máls og segði: »Beltsazzar, lat ikki dreymin og týðing hans ræða teg!« Dánjal svaraði: »Harri mín, gævi dreymurin sipaði til fígginda tína og týðing hans til mótstøðumanna tína! v20 Træið, sum tú sást, og sum vaks og varð veldigt og so hátt, at tað røkk til himins og var sjónligt alt at jarðarinnar enda, v21 hvørs leyv var fagurt, hvørs aldin vóru mong, so at øll fingu føðslu av tí, og skógardjórini hølaðust undir tí, og fuglar himinsins búðu í greinum tess, v22 tað ert tú sjálvur, kongur, tú, sum er vorðin so stórur og veldigur, at mikilleiki tín røkkur til himins og vald títt alt at jarðarinnar enda. v23 Men tað, at tú, kongur, sást varðmann, ein heilagan, stíga niður av himni og siga: Fellið træið og oyðileggið tað, men latið stovnin við rótum sínum verða eftir í jørðini bundnan við fjøtrum av jarni og kopari í miðjum graslendinum; hann skal vætast av døgg himinsins og taka lut við djórum markarinnar, til sjey tíðir eru yvir honum lidnar v24 tað merkir, kongur, hesa ráðagerð hins hægsta, sum skal raka teg, kongur, harri mín: v25 Tú skalt verða útrikin úr mannafelagnum og búgva millum djóra markarinnar; gras skalt tú eta eins og fenaður og vætast av døgg himinsins, og sjey tíðir skulu yvir tær líða, til tú viðurkennir, at hin hægsti ræður fyri kongsdømi manna og kann geva tað, hvørjum hann vil. v26 Men tað, at boðið var at lata stovn træsins við rótum sínum verða eftir, tað merkir, at tú skalt fáa ríki títt aftur, so skjótt sum tú viðurkennir, at himinin hevur valdið. v27 Lat tí, kongur, ráð mítt hóva tær og bøt misgerðir tínar við rættlætisverkum og brot tíni við várkunn móti armingunum, tá verður tú kanska altsamt happadrúgvur!«
v28 Alt hetta kom nú yvir Nebukadnezar kong. v29 Meðan hann einaferð tólv mánaðir seinni spákaði uppi á takinum á kongshøllini í Bábel, v30 tók hann til máls og segði: »Er hetta ikki Bábel hin mikla, sum eg havi reist til kongsseturs við veldiga mátti mínum, tign míni til heiðurs?« v31 Valla hevði kongur mælt hesum orðum, fyrr enn rødd kom av himni: »Nebukadnezar kongur, tær verður kunngjørt, at ríkið er tikið av tær! v32 Tú skalt verða rikin út úr mannafelagnum og búgva millum djóra markarinnar; gras skalt tú eta eins og fenaður, og sjey tíðir skulu yvir tær líða, til tú viðurkennir, at hin hægsti ræður fyri kongsdømi manna og gevur tað hvørjum, hann vil!« v33 Í somu løtu gekk hetta orð út á Nebukadnezari; hann varð rikin út úr mannafelagnum og át gras eins og fenaður; likam hansara vættist av døgg himinsins, og umsíðir varð hár hansara langt sum arnarfjaðrar og negl hansara sum fuglakløur.
v34 Tá ið henda tíðin var umliðin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygum mínum til himins og fekk vit mítt aftur; tá prísaði eg og lovaði hinum hægsta og tignaði hann, sum livir ævinliga, og hvørs vald er ævigt vald, og hvørs ríki varir ætt eftir ætt. v35 Øll, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at meta; hann fer, sum hann vil, við heri himinsins og teimum, sum á jørðini búgva; eingin er til, sum kann forða honum og siga við hann: »Hvat gert tú?« v36 Síðan fekk eg alt í einum vitið aftur; og til heiðurs fyri ríki mítt lutaðist mær aftur tign og dýrd; ráðharrar mínir og stórmenn leitaðu til mín; eg varð aftur skipaður yvir ríki mínum, og mær varð givið enn størri vald enn áður. v37 Eg, Nebukadnezar, heiðri nú og tigni og æri kong himnanna: tí at allar gerðir hans eru sannleiki og vegir hansara rættir, og hann kann eyðmýkja allar, sum liva í dramblæti.