Veitslan hjá Belsazzari kongi; skriftin á vegginum

v1  Belsazzar kongur helt mikla veitslu fyri túsund stórmonnum sínum og sat og drakk vín saman við teimum; v2  men tá ið hann nú var farin at kenna til av víninum, beyð hann at taka fram tey gullílát og silvurílát, sum Nebukadnezar, faðir hans, hevði flutt burtur úr templinum í Jerúsalem, til tess at kongur og stórmenn hans, konur og hjákonur hans kundu drekka úr teimum. v3  Gullílátini og silvurílátini, sum flutt vóru burtur úr halgidóminum, húsi Guðs í Jerúsalem, vórðu nú framborin, og kongur og stórmenn hans, konur og hjákonur drukku úr teimum; v4  og meðan tey drukku vín, lovaðu tey gudum sínum av gulli, silvuri, kopari, jarni, træi og steini.

v5  Men í somu løtu sýndust fingrar sum av mannahond, ið ritaðu á kálkið á vegginum í kongshøllini beint yvir av ljósastakanum; og kongur sá hondina, sum ritaði. v6  Tá skifti kongur lit, og hugsanir hansara ræddu hann, mjadnaliðir hansara gingu sundur, og knøini skulvu; v7  kongur rópaði hátt, at manararnir, Kaldearnir og stjørnuspekingarnir skuldu koma til hansara; og kongur tók til máls og segði við vísmenninar í Bábel: »Hvør tann, sum kann lesa hesa skrift og týða mær hana, hann skal verða klæddur í purpur, fáa gullfesti um hálsin og verða triði mætastur maður í ríkinum.« v8  Tá komu allir vísmenn kongs hagar, men kundu hvørki lesa skriftina ella týða kongi hana.

v9  Tá varð Belsazzar kongur ógvuliga ræddur og skifti lit; og eisini stórmenn hansara fullu í fátt. v10  Av rópi kongs og stórmanna hans, kom drotningin inn í veitsluhøllina; hon tók til máls og segði: »Kongur livi ævinliga! Lat ikki hugsanir tínar ræða teg og skift ikki lit! v11  Maður er í ríki tínum, sum andi hinna heilagu guda er í; á døgum faðirs tíns royndist hann framúr skilagóður, skynsamur og vísur, ja, vísur sum gudarnir, so at faðir tín Nebukadnezar kongur skipaði hann høvdinga yvir spásagnarmonnunum, manarunum, Kaldeunum og stjørnuspekingunum, v12  av tí at í hesum Dánjali, sum kongur gav navnið Beltsazzar, fanst fráskila andi, vitska og skyn til at ráða dreymar, gita gátur og greiða torfør mál. Send nú boð eftir Dánjali, hann man siga tær, hvat hetta merkir!« –

v13  Dánjal varð nú leiddur inn fyri kong, og kongur tók til máls og segði við hann: »Ert tú Dánjal, ein av teimum herleiddu Júdeum, ið kongurin, faðir mín, flutti burtur úr Júdeu? v14  Eg havi hoyrt um teg, at andi gudanna er í tær, og at tú hevur roynst framúr skilagóður, skynsamur og fráskila vísur. v15  Nú hava verið leiddir inn fyri meg vísmenn og manarar til tess at lesa og týða mær hesa skrift; men teir vóru ikki førir fyri tí. v16  Men eg havi hoyrt um teg, at tú kanst at ráða dreymar og greiða torfør mál; kanst tú nú lesa og týða mær hesa skrift, so skalt tú verða klæddur í purpur, fáa gullfesti um hálsin og verða hin triði mætasti maður í ríkinum.«

v17  Tá svaraði Dánjal kongi: »Hav tú gávur tínar sjálvur ella gev øðrum tær! Eg skal fyri einki lesa og týða kongi hesa skrift. v18  Tú, kongur! Guð hin hægsti gav Nebukadnezari, faðir tínum, kongsdømi, veldi, tign og heiður; v19  og vegna veldið tað, ið honum var givið, ræddust tjóðir av øllum londum og tungumálum hann og skulvu fyri honum; hann týndi av lívi hvønn, hann vildi, og læt verða á lívi hvønn, hann vildi; hann hevjaði hvønn, hann vildi, og setti lágt hvønn, hann vildi. v20  Men fyri tað, at hjarta hans gjørdist hástórt og hugur hansara stoltur og drambsligur, varð hann rindaður úr kongshásæti sínum og tign hans tikin frá honum; v21  hann varð útrikin úr mannafelagnum og fekk djóralyndi; hann búði millum villasnar og mátti eta gras eins og fenaður, og likam hansara vættist av døgg himinsins, til hann viðurkendi, at Guð hin hægsti valdar kongsdømi manna og kann hevja hvønn, hann vil, til at ráða fyri tí. v22  Men tú, Belsazzar, sonur hans, hevur ikki eyðmýkt hjarta títt, tó at tú visti alt hetta; v23  heldur hevur tú risið upp ímóti drotni himnanna! Tí at ílátini úr húsi hans hevur tú latið flyta til tín, og tú og stórmenn tínir, konur og hjákonur tínar hava drukkið vín úr teimum og heiðrað gudar tykkara av silvuri og gulli, kopari, jarni, træi og steini, sum hvørki síggja ella hoyra ella vita nakað; men tann Guð, ið heldur lívsanda tínum í hond síni og valdar øllum leiðum tínum, hann hevur tú ikki tignað! v24  Tí hevur nú henda hond verið útsend frá honum og hesir stavir ritaðir. v25  Og ritingin ljóðar soleiðis: Mene, mene, tekel ufarsin! v26  Og hetta hava orðini at týða: Mene merkir: Guð hevur talt ríkisár tíni og leitt tey at enda. v27  Tekel merkir: Tú ert vigin á vágskál, men funnin ov lættur. v28  Peres merkir: Ríkið títt er sundurskift og givið Medum og Persum.«

v29  Síðan beyð Belsazzar, at Dánjal skuldi klæðast í purpur og fáa gullfesti um háls sín; og tað varð gjørt kunnugt, at hann skuldi vera triði mætasti maður í ríkinum. v30  Men á somu nátt varð Belsazzar, Kaldeakongur, dripin, (6,1)  og Dárius úr Medalandi tók við ríkinum seksti og tvey ára gamal.