Veðrurin og geitarhavurin: hitt persiska og hitt grikska heimsríkið

v1  Á triðja ríkisári Belsazzars kongs birtist mær, Dánjali, sjón, aftan á hina, sum eg hevði sæð frammanundan. v2  Og eg sá í sjónini, og mær tóktist, at eg var í borgini Súsan í Elamheraði, og eg sá meg í sjónini standa við ánna Úlai. v3  Og tá ið eg hugdi upp, sá eg veðr standa við ánna; hann hevði tvey stór horn, annað størri enn hitt; men tað, sum var størri, spratt upp seinni. v4  Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðuri og suðuri; eingi djór kundu standast fyri honum, og eingin kundi bjarga nøkrum undan valdi hans; hann gjørdi eftir vild síni og framdi miklar lutir.

v5  Meðan eg gav hetta í geyma, sí, tá kom úr vestri geitarhavur; hann fór um alla jørðina, men uttan at bera við hana; havurin hevði stórt horn á enninum. v6  Hann kom fram at hinum tvíhyrnda veðrinum, ið eg hevði sæð standa við ánna, og leyp á hann í miklari øði. v7  Og eg sá, hvussu hann fór tætt at veðrinum, østi seg upp ímóti honum og rendi til hansara og breyt bæði hornini av honum, so at veðrurin einki kundi gera ímóti honum; hann legði hann til jarðar og traðkaði oman á honum, og har var eingin til at hjálpa veðrinum undan honum.

v8  Og geitarhavurin framdi ovurmiklar lutir, men tá ið máttur hans var sum mestur, brotnaði hornið mikla, og í stað tess vuksu upp fýra onnur horn, ið horvdu út ímóti hinum fýra høvuðsættunum. v9  Men upp úr einum teirra spratt annað minni horn og vaks stórliga bæði suðureftir og eystureftir og móti tí dýrmæta landi; v10  tað vaks alt upp í her himinsins og rindaði nakrar av herinum, nakrar av stjørnunum til jarðar og traðkaði á tær. v11  Tað bretti sær upp ímóti høvdinga hersins; dagliga offur hansara varð avtikið, og hans heilagi bústaður varð skræddur av grund. v12  Í stað hins dagliga offurs varð misgerð løgd á altarið; sannleikin varð rindaður til jarðar; og alt, sum hornið gjørdi, vignaðist væl fyri tí.

v13  Tá hoyrdi eg ein heilagan tala og ein annan heilagan, ið spurdi tann, sum talaði: »Hvussu langt tíðarskeið sipar hon til, henda sjónin um hitt avtikna dagliga ofrið og um hina oyðandi misgerð og um halgidómin og herin, ið verða traðkað undir fótum?« v14  Hann svaraði: »Tvey túsund og trý hundrað kvøld og morgnar; tá man halgidómurin hava fingið rætt sín aftur!«

v15  Meðan eg, Dánjal, eygleiddi sjónina og royndi at skilja hana, sí, tá stóð frammi fyri mær ein, ið var á at líta eins og maður. v16  Og eg hoyrdi mitt yvir Úlai mansrødd, ið kallaði og segði: »Gábriel, ger hesum manni grein á sjónini!« v17  Síðan kom hann hagar, sum eg stóð; og tá ið hann var komin til mín, varð eg ræddur og fell fram á ásjón mína; men hann segði við meg: »Legg í geyma, tú manssonur, tí at sjónin viðvíkur síðstu tíð!« v18  Meðan hann talaði við meg, lá eg fram eftir rommum í óviti á jørðini; men hann nart við meg og reisti meg aftur á føtur v19  og segði: »Sí, eg vil kunngera tær tað, sum verða skal á vreiðinnar síðstu tíð, tí at sjónin viðvíkur hini avráddu endalykt. v20  Hin tvíhyrndi veðrurin, ið tú sást, merkir kongarnir av Mediu og Persiu, v21  hin lodni geitarhavurin merkir Grikkalands kongur, og hornið mikla á enni hans er fyrsti kongurin. v22  At tað varð slitið av, og at fýra onnur spruttu fram í stað tess, tað merkir, at av tjóð hans munnu fýra ríki koma fram, tó ikki javnlík honum í mátti. v23  Men tá ið veldi teirra tekur enda, tá ið hini trúnaðarleysu hava fylt mátið, tá skal kongur rísa upp nasadjarvur og vándur í ráðum. v24  Hann skal vera mikil í mátti, tó ikki javnlíki hins; ótrúligt skal hann hava á máli og vera happadrúgvur í tí, sum hann tekur sær fyri; máttugar skal hann týna; v25  ja, upp ímóti hinum heilagu skal hugur hansara snúgvast; svikaráð hansara skulu eydnast honum, og í dramblæti sínum skal hann beina fyri mongum, ið einki ilt vardi, ja, eisini rísa upp ímóti høvdinga høvdinganna; men síðan skal hann týnast, tó ikki av manna ávum. v26  Sjónin um kvøldini og morgnarnar, ið talað var um, er sonn, men goym tú sjónina, tí at hon viðvíkur fjarlagnum tíðum.«

v27  Men eg, Dánjal, legðist sjúkur um bil; síðan komst eg aftur á føtur og fór aftur at starva í tænastu kongs; men eg var albilsin um tað, sum eg hevði sæð, og eingin skilti tað.