Jefta berjist við Efraimitar

v1  Síðan savnaðust Efraimitar og hildu norðureftir; og teir søgdu við Jefta: »Hví fórt tú í hernað móti Ammonitum og stevndi ikki okkum við tær til ferðar? Nú vilja vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!« v2  Men Jefta svaraði teimum: »Eg og menn mínir stóðu í hørðum stríði móti Ammonitum, tá bað eg um hjálp frá tykkum, men tit vildu ikki hjálpa okkum úr hondum teirra. v3  Og tá ið eg sá, at eingin kom mær til hjálpar, setti eg lívið í váða og fór ímóti Ammonitum, og Harrin gav teir upp í hendur mínar. Hví koma tit nú at herja á meg?« v4  Síðan savnaði Jefta allar Gileads menn til at berjast við Efraim. Og Gileads menn vunnu sigur av Efraim; v5  og teir byrgdu vaðini um Jórdan fyri Efraimitum: Og hvørja ferð einhvør flóttamaður úr Efraim rópaði: »Lat meg koma yvirum!« spurdu Gileads menn: »Ert tú Efraimiti?« og um hann tá svaraði: »Nei,« v6  søgdu teir við hann: »Sig Sjibbolet«! Og um hann tá segði: »Sibbolet«, av tí at hann ikki kundi bera orðið rætt fram, tóku teir hann á hondum og drópu hann við Jórdans vað. Ta ferðina fullu av Efraim fjøruti og tvey túsund.

Deyði Jefta

v7  Jefta var dómari í Ísrael í seks ár. Og Jefta Gileaditi andaðist og varð jarðaður í borg síni í Gilead.

Ibzan og Elon

v8  Eftir hann var Ibzan úr Betlehem dómari í Ísrael. v9  Hann átti tríati synir; tríati døtur gifti hann burtur, og tríati sonarkonur førdi hann sonum sínum aðrastaðni frá. Hann var dómari í Ísrael í sjey ár. v10  Síðan andaðist Ibzan og varð jarðaður í Betlehem.

v11  Eftir hann var Elon Zebuloniti dómari í Ísrael, og hann var dómari í Ísrael í tíggju ár. v12  Síðan andaðist Elon Zebuloniti og varð jarðaður í Ajjalon í Zebulons landi.

Abdon

v13  Eftir hann var Abdon Hillelsson úr Piraton dómari í Ísrael. v14  Hann átti fjøruti synir og tríati sonarsynir, ið riðu á sjeyti asnafolum. Hann var dómari í Ísrael í átta ár. v15  Síðan andaðist Abdon Hillelsson úr Piraton og varð jarðaður í Piraton í Efraims landi á Ámaleks fjøllum.