v1 Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Filista í fjøruti ár. v2 Í Zóreu búði maður av Dáns ættargrein, Mánóa nevndur at navni; kona hansara var ein ófrukt og fekk einki barn. v3 Nú birtist eingil Harrans fyri konuni og segði við hana: »Sí, tú ert ein ófrukt og fært einki barn; men nú skalt tú verða við barn og føða son. v4 Men vara teg nú frá at drekka vín ella sterkan drykk og et als einki, sum óreint er! v5 Tí at sí, tú skalt verða við barn og føða son, og rakiknívur má ikki koma á høvur hans; tí at sveinurin skal verða halgaður Guði alt frá móðurlívi, og hann skal fyrstur frelsa Ísrael úr hondum Filista.«
v6 Konan fór tá og segði við mann sín: »Einhvør Guðsmaður kom til mín til útsjóndar sum eingil Guðs og øgiligur á at líta; eg spurdi hann ikki, hvaðan hann var; og hann segði mær ikki navn sítt; v7 men hann segði við meg: Sí, tú skalt verða við barn og føða son; og tú mást hvørki drekka vín ella sterkan drykk og ikki eta nakað óreint, tí at sveinurin skal verða Guði halgaður alt frá móðurlívi til deyðadags.« v8 Tá fór Mánóa at biðja til Harrans og segði: »Á Harri! Lat hin Guðsmannin, sum tú sendi, koma aftur til okkara og siga okkum, hvussu vit skulu fara at við sveininum, ið føðast skal!« v9 Guð bønhoyrdi Mánóa, og eingil Guðs kom aftur til konuna, meðan hon var úti á víðavangi; men Mánóa, maður hennara, var ikki við henni. v10 Konan fór nú sum skjótast og segði við mann sín: »Sí, maðurin, ið kom til mín hin dagin, hevur nú birtst fyri mær!« v11 Mánóa reis tá upp og fór aftan á konu sína; og tá ið hann kom til mannin, segði hann við hann: »Ert tú maðurin, ið talaði við konuna?« Hann svaraði: »Ja.« v12 Tá mælti Mánóa: »Tá ið nú orð tíni ganga út, hvussu eiga vit tá at fara at við sveininum?« v13 Eingil Harrans svaraði Mánóa: »Konan skal vara seg fyri øllum tí, sum eg nevndi fyri henni. v14 Hon má einki njóta av tí, sum kemur av víntrænum og ikki drekka vín og sterkar drykkir, ei heldur eta nakað óreint; alt tað, ið eg havi boðið henni, skal hon halda.« v15 Tá segði Mánóa við eingil Harrans: »Vit vilja fegin hava teg at steðga, at eg kann matgera geitarlamb fyri tær.« v16 Men eingil Harrans svaraði Mánóa: »Um tú fekst meg at steðga, vildi eg kortini ikki etið av mati tínum; men vilt tú tilreiða brennioffur, tá ofra Harranum tað!« Tí at Mánóa visti ikki, at tað var eingil Harrans. v17 Tá segði Mánóa við eingil Harrans: »Hvat er navn títt? Tá ið orð tíni ganga út, vilja vit tigna teg.« v18 Men eingil Harrans svaraði honum: »Hví spyrt tú meg um navn mítt? Tað er undursamt.« v19 Tá tók Mánóa geitarlambið og grónofrið og ofraði Harranum tað á klettinum, og nakað undursamt hendi, meðan Mánóa og kona hansara litu at; v20 tá ið login frá altarinum steig upp móti himni, fór eingil Harrans upp í altarloganum, og tá ið Mánóa og kona hansara sóu tað, fullu tey til jarðar fram á ásjón sína. v21 Eftir tað birtist eingil Harrans ikki aftur fyri Mánóa og konu hansara. Tá skilti Mánóa, at tað hevði verið eingil Harrans. v22 Og Mánóa segði við konu sína: »Vissuliga mega vit doyggja, tí at vit hava sæð Guð!« v23 Men kona hansara svaraði honum: »Hevði Harrin ætlað at drepa okkum, so hevði hann ikki tikið við brenniofri og grónofri av okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum tílíkar lutir.«
v24 Konan átti nú son og nevndi hann Samson. Sveinurin vaks upp, og Harrin signaði hann. v25 Og andi Harrans tók at eggja hann í herbúðum Dáns millum Zóreu og Esjtaol.