Samson og revarnir

v1  Nakað eftir hetta, í hveitiskurðartíðini, fór Samson at vitja konu sína og hevði geitarlamb við sær. Og hann segði við faðir hennara: »Loyv mær at fara inn í skemmuna hjá konu míni!« Men hann loyvdi honum tað ikki. v2  Og faðir hennara segði: »Eg hugsaði fyri vist, at tú als einki legði í hana; tí gav eg hana brúðarsveini tínum; men yngra systir hennara er fríðari enn hon; hana gevi eg tær í hennara stað.« v3  Tá segði Samson við teir: »Nú kann eg sakleysur gera Filistum alt ilt.« v4  Síðan fór Samson og veiddi trý hundrað revar og fekk sær kyndlar; og hann knýtti halarnar saman tveir og tveir og bant ein kyndil millum hvørjar tveir halar. v5  Síðan tendraði hann í kyndlarnar og slepti revunum út í bøin hjá Filistum og brendi bæði bundi og akrar, víngarðar og oljutrø. v6  Filistar spurdu nú: »Hvør hevur gjørt hetta?« Og tá ið teir fingu at vita, at tað var Samson, mágur Timnitans, av tí at hann hevði tikið konu hansara frá honum og gift hana brúðarsveini hansara, tá fóru teir hagar og brendu bæði hana og faðir hennara inni. v7  Tá segði Samson við teir: »Hava tit borið tykkum soleiðis at, so gevist eg ikki, fyrr enn eg havi hevnt mín á tykkum!« v8  Og við harðari atsókn bardi hann teir so av, at sundur gingu lør og leggir. Síðan fór hann oman í hamrahellið við Etam og hølaðist har.

Samson við asnakjálkanum

v9  Tá fóru Filistar niðan og settu upp herbúðir sínar í Júda og spjaddu seg út um Lehi. v10  Men Júdamenn søgdu: »Hví eru tit komnir niðan at herja á okkum?« Teir svaraðu: »Vit eru komnir niðan til tess at binda Samson og fara við honum, eins og hann hevur farið við okkum.« v11  Tá fóru trý túsund mans úr Júda oman í hamrahellið við Etam og søgdu við Samson: »Veitst tú ikki, at Filistar valda okkum? Hví hevur tú tá elvt okkum hetta?« Hann svaraði teimum: »Eins og teir gjørdu ímóti mær, soleiðis havi eg gjørt ímóti teimum!« v12  Men teir søgdu við hann: »Vit eru komnir higar oman til tess at binda teg og geva teg í vald Filista.« Tá segði Samson við teir: »Gerið mær eið uppá, at tit ikki vilja týna meg av lívi!« v13  Teir svaraðu honum og søgdu: »Nei, vit vilja einans binda teg og geva teg upp í hendur teirra, drepa teg vilja vit ikki.« Síðan bundu teir hann við tveimum nýggjum reipum og leiddu hann út úr hellinum. v14  Men tá ið hann kom til Lehi, og Filistar tóku ímóti honum við fagnaðarrópum, tá kom andi Harrans yvir hann, so at reipini um armar hans vórðu eins og brendir líntræðrir, og fjøtrini duttu av hondum hans, eins og tey høvdu verið rotin. v15  Og hann kom fram á nýggjan asnakjálka, Lehi rætti út hondina eftir honum og vá við honum túsund mans. v16  Tá mælti Samson: »Við einum asnakjálka bardi eg teir av. Við einum asnakjálka vá eg túsund mans.« v17  Tá ið hann hevði sagt hetta, tveitti hann kjálkan frá sær. Síðan hevur tann staðurin itið Rámat-Lehi. v18  Men hann gjørdist ógvuliga tystur og rópaði til Harrans og mælti: »Tú hevur við tænara tínum givið henda mikla sigur; og nú má eg doyggja av tosta og falla í hendurnar á óumskornum monnum!« v19  Tá gjørdi Guð kloyvu í Lehi, so vatn spratt upp; og tá ið hann hevði drukkið, kom lívsmegin aftur í hann, og hann livnaði upp. Tess vegna verður keldan kallað En-Hakkoret; hon finst í Lehi enn í dag. v20  Hann var dómari í Ísrael á døgum Filista í tjúgu ár.