v1 Eina ferð kom Samson til Gaza; har sá hann skøkju og fór inn til hennara. v2 Men tá ið Gazabúgvar frættu, at Samson var farin inn hagar, fóru teir og løgdu seg á loynum eftir honum við borgarliðið; har hildu teir seg kvirrar alla náttina og ætlaðu at drepa hann, tá ið tað tók at lýsa fyri degi. v3 Men Samson svav út á hálva náttina, og um miðju nátt fór hann upp, treiv um hurðarnar á borgarliðinum og skræddi tær upp við hurðarstólpum og loku, legði tað alt upp á herðar sínar og fór við tí dygst upp á fjallið áraka Hebron.
v4 Nakað eftir hetta fekk hann hug á konu, sum búði í Sorekdali, Dalila nevnd at navni. v5 Tá fóru høvdingar Filista niðan til hennara og søgdu við hana: »Lokka nú út úr honum, og fá tú greiði á, í hvørjum hans mikla alv liggur fjalt, og hvussu vit kunnu basa honum, so at vit fáa bundið og kúgað hann; tá skal hvør okkara geva tær eitt túsund og eitt hundrað siklar í silvuri.« v6 Dalila segði tá við Samson: »Sig mær tó, hvat tað er, ið gevur tær hetta mikla alv, og hvussu tú kanst verða bundin og kúgaður?« v7 Samson svaraði henni: »Verði eg bundin við sjey nýggjum bogastreingjum, ið ikki eru vorðnir turrir, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.« v8 Tá fingu høvdingar Filista henni sjey nýggjar bogastreingir, ið ikki vóru vorðnir turrir, og hon bant hann við teimum; v9 samstundis hevði hon menn inni í skemmuni at sæta honum. Síðan rópaði hon á hann: »Samson, Filistar koma eftir tær!« Men hann sleit reipini sundur eins og ullartráð, sum eldur kemur at, og orsøkin til alv hans varð ikki funnin. v10 Tá segði Dalila við Samson: »Sí, tú hevur teipað meg og logið fyri mær! Sig mær nú, við hvørjum tú kanst verða bundin!« v11 Hann svaraði henni: »Verði eg bundin við nýggjum reipum, ið áður ikki hava verið nýtt í nakrari vinnu, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.« v12 Tá tók Dalila nýggj reip og bant hann við teimum; síðan rópaði hon á hann: »Samson, Filistar koma eftir tær!« og menninir, ið sætaðu honum, vóru í skemmuni. Men hann sleit fjøtrini av ørmum sínum, eins og tað hevði verið tráður. v13 Tá segði Dalila við Samson: »Aftur hevur tú teipað meg og logið fyri mær! Sig mær nú, við hvørjum tú kanst verða bundin!« Hann svaraði henni: »Vevur tú hárlokkar mínar sjey á høvdi mínum upp í veftin og slær teir fastar við vevskeiðini, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.« v14 Tá ruraði hon hann í blund og vav hárlokkar sjey á høvdi hans upp í veftin og sló teir fastar við vevskeiðini. Síðan rópaði hon á hann: »Samson, Filistar koma eftir tær!« Men tá ið hann vaknaði, skræddi hann sundur bæði vev og veft. v15 Tá segði hon við hann: »Hvussu kanst tú siga, at tú unnar meg, tá ið tú ikki lítur á meg, men hevur tríggjar ferðir teipað meg og ikki viljað sagt mær loyndarmálið við tínum mikla alvi?« v16 Sum hon soleiðis dag um dag strongdi á hann og trongdi hann við orðum sínum, varð hann at endanum so móður í huga, v17 at hann læt upp fyri henni alt hjarta sítt og segði við hana: »Rakiknívur hevur ikki verið á høvdi mínum, tí at frá móðurlívi havi eg verið Guði halgaður; um eg verði rakaður, so víkur alv mítt frá mær, og eg vikni og verði eins og allir aðrir menn.«
v18 Tá ið Dalila sá, at hann hevði latið upp alt hjarta sítt fyri henni, sendi hon boð eftir høvdingum Filista og segði við teir: »Komið nú, tí at nú hevur hann latið upp alt hjarta sítt fyri mær!« Tá fóru høvdingar Filista niðan til hennara og høvdu silvurið við sær. v19 Síðan ruraði hon hann í blund á fangi sínum og kallaði á mann til at raka hárlokkarnar sjey av høvdi hans. Tá viknaði hann, og alv hansara hvarv. v20 Hon rópaði nú: »Samson, Filistar koma eftir tær!« Og tá ið hann vaknaði úr svøvni, hugsaði hann: »Eins og áður man eg eisini hesa ferðina sleppa undan og skræða meg leysan.« Men hann visti ikki, at Harrin var vikin frá honum. v21 Tá tóku Filistar hann á hondum og stungu eyguni út á honum. Síðan fluttu teir hann oman til Gaza og løgdu hann í fjøtur av kopari. Har mátti hann mala á kvørn í myrkustovu. v22 Men hárið á høvdi hans tók aftur at vaksa, eftir at tað var avrakað.
v23 Nú savnaðust høvdingar Filista saman til at heiðra Dágon, gud sín, við miklum sláturofrum og halda sær at gaman, tí at teir søgdu: »Gud vár hevur givið Samson, fígginda okkara, upp í hendur okkara!« v24 Meðan teir nú vóru væl hýrdir, søgdu teir: »Farið eftir Samsoni, at vit mega fáa stuttleika burtur úr honum.« Samson varð tá fluttur út úr myrkustovu, og teir høvdu hann fyri gjøldur; teir lótu hann standa millum súlurnar. v25 Men tá ið fólkið sá hann, lovaðu teir gudi sínum og rópaðu: »Gud vár hevur givið fígginda okkara upp í hendur okkara, hann, sum oyddi land várt og drap so nógvar av okkum!« v26 Tá mælti Samson við sveinin, ið leiddi hann: »Slepp mær og lat meg tríva um súlurnar, sum húsið hvílir á, og styðja meg aftur at teimum!« v27 Men høllin var full av køllum og konum. Har vóru allir høvdingar Filista, og uppi á takinum vóru okkurt um trý túsund kallar og konur, sum hugdu at, hvussu teir høvdu Samson fyri gjøldur. v28 Tá rópaði Samson á Harran og segði: »Harri, drottin, minst til mín og gev mær megi hesa einu ferð, so at eg á einum sinni fái hevnd yvir Filistar fyri eygu míni tvá!« v29 Síðan treiv hann um báðar miðsúlurnar, sum húsið hvíldi á, og studdist við tær, við høgru hond um aðra og vinstru um hina. v30 Tá mælti Samson: »Lat meg so doyggja saman við Filistum!« Síðan tók hann á av øllum alvi, so at húsið datt niður yvir høvdingarnar og alt fólkið, sum har var inni. Soleiðis vá hann í deyðastund síni fleiri, enn hann hevði vigið alla ævi sína. v31 Tá fóru brøður hans og alt ættarfólk hans oman eftir honum og fluttu hann niðan og jarðaðu hann millum Zóreu og Esjtaol í grøvini hjá Mánóa, faðir hansara. Hann hevði tá verið dómari í Ísrael í tjúgu ár.