v1 Maður búði í Efraims fjøllum nevndur Mika at navni. v2 Hann segði við móður sína: »Hinir eitt túsund og eitt hundrað siklarnir í silvuri, sum vórðu tiknir frá tær, og hvørja vegna tú baðst ilt, meðan eg sjálvur lýddi á, sí, teir eru hjá mær; tað var eg, sum tók teir.« Tá mælti móðir hans: »Harrin signi teg, sonur mín!« v3 Síðan flýddi hann móður síni teir eitt túsund og eitt hundrað silvursiklarnar. Og móðir hansara mælti: »Hatta silvurið skal av mær verða Harranum halgað, syni mínum til handa, til tess at hann úr tí skal gera gudamynd, eina stoypta mynd.« v4 Men tá ið hann hevði fingið móður síni silvurið aftur, tók hon tvey hundrað silvursiklar og fekk gullsmiðinum, og hann gjørdi úr teimum gudamynd, stoypta mynd, sum varð sett upp í húsinum hjá Mika. v5 Hesin maður Mika átti gudshús; og hann gjørdi sær akulmynd og húsgud og vígdi ein av sonum sínum til at vera prestur hjá sær. v6 Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best. v7 Men í Betlehem í Júda var ungur maður av Júda ætt; hann var Leviti og búði har í útisetri. v8 Hesin maður fór úr heimbygd síni Betlehem í Júda til tess at búgva aðrastaðni í útisetri; og tá ið hann kom niðan á Efraims fjøll, fór hann inn á gátt hjá Mika og ætlaði at halda ferðini áfram. v9 Men Mika segði við hann: »Hvaðan kemur tú?« Hann svaraði honum: »Eg eri Leviti úr Betlehem í Júda og eri á ferð at setast niður onkustaðni í útisetri.« v10 Tá segði Mika við hann: »Búgv hjá mær, so skalt tú verða faðir og prestur hjá mær, og eg skal geva tær tíggju siklar í silvuri um árið umframt klædnahald og vistir.« v11 Tá eftirlíkaði Levitin manninum og tók upp bústað hjá honum. Og honum dámdi tann unga mannin, eins og hann hevði verið ein av sonum hansara. v12 Mika vígdi nú Levitan, og tann ungi maðurin varð prestur hans; og hann varð verandi í húsinum hjá Mika. v13 Tá segði Mika: »Nú veit eg, at Harrin vil sýna mær góðvild, av tí at Leviti er vorðin prestur hjá mær.«