Gudamyndin hjá Mika kemur til Dáns

v1  Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael, og á teimum døgum leitaðu Dánitar eftir arvaluti at búgva í; tí at inntil tá høvdu teir ongan lutin fingið millum ættir Ísraels. v2  Dánitar valdu tá úr ættarfólki sínum fimm reystar menn frá Zóreu og Esjtaol og sendu teir til at kanna landið og rannsaka tað. Og teir søgdu við teir: »Farið og kannið landið!« Teir komu nú niðan á Efraims fjøll og inn við hús hjá Mika og lógu nátt har. v3  Men tá ið teir nærkaðust húsinum hjá Mika, kendu teir málið á tí unga Levitanum, og teir fóru inn og spurdu hann: »Hvør hevur ført teg higar, og hvat hevst tú at her, og hví ert tú her?« v4  Hann svaraði teimum: »Hetta og hetta hevur Mika gjørt móti mær; hann leigaði meg til at vera prestur hjá sær.« v5  Teir søgdu tá við hann: »Far og leita ráð við Harran, so at vit mega fáa at vita, um henda ferð okkara man fara at eydnast.« v6  Presturin svaraði teimum: »Farið heilir og happadrúgvir, tí at ferð tykkara hóvar Harranum!« v7  Teir fimm menninir fóru tá leið sína og komu til Lájisj; teir sóu, at fólkið, sum har búði, livdi í trygdum, eins og Zidonitar livdu í ró og trygdum, og at eingin skortan var á nøkrum í landinum; fólkið var ríkt og búði fjart frá Zidonitum og hevði einki samband við Áramitar. v8  Tá ið teir komu aftur til brøður sínar í Zóreu og Esjtaol, spurdu hinir teir: »Hvørji tíðindi hava tit?« v9  Teir svaraðu: »Á føtur, og latum okkum fara niðan til Lájisj, tí at vit hava sæð landið, og sí, tað er frálíka gott! Sitið nú ikki og bínið og ivist í at fara avstað til at leggja landið undir tykkum! v10  Tí at Guð hevur givið tað upp í hendur tykkara – land har ikki trot er á nøkrum, sum finst á fold; har fara tit at hitta fólk, sum livir óttaleyst; og landið er stórt!«

v11  Tá fóru seks hundrað herklæddir menn av Dáns ætt úr Zóreu og Esjtaol, v12  og teir hildu norðureftir og settu herbúðir sínar í Kirjat-Jearim í Júda. Tí eitur tann staður enn í dag Dáns herbúðir og fyri vestan Kirjat-Jearim. v13  Haðan fóru teir yvir á Efraims fjøll og komu at húsunum hjá Mika. v14  Tá mæltu hinir fimm, sum høvdu verið og kannað Lájisj, og søgdu við ættarmenn sínar: »Vita tit, at í hesum húsi finst bæði akulmynd og húsgudur, skurðgudamynd, stoypt mynd? Hugsið nú um, hvat tit eiga at gera!« v15  Teir fóru tá hagar og gingu inn í húsið hjá tí unga Levitanum, í húsið hjá Mika, og bóru honum kvøðu. v16  Men hinir seks hundrað herbúnu Dánitar vórðu standandi eftir við liðið. v17  Hinir fimm, ið høvdu verið og kannað landið, fóru nú og tóku hina stoyptu skurðgudamyndina, akulmyndina og húsgudin, meðan presturin og hinir seks hundrað herbúnu menninir stóðu við liðið. v18  Men tá ið teir gingu inn í húsið hjá Mika og tóku hina stoyptu skurðgudamyndina, akulmyndina og húsgudin, segði presturin við teir: »Hvat er tað, tit havast at?« v19  Teir svaraðu honum: »Tigandi! Legg hond á munn! og kom við okkum og verð faðir og prestur hjá okkum. Líkar tær betur at vera húsprestur hjá einum manni enn at vera prestur hjá ætt og ættargrein í Ísrael?« v20  Tá varð presturin glaður, tók akulmyndina, húsgudin og skurðgudamyndina og bant felag við menninar. v21  Síðan fóru teir haðan og hildu avstað; og teir lótu konur og børn, fenað og dýrgripir vera á odda.

v22  Men tá ið teir vóru komnir langt frá húsunum hjá Mika, savnaðust teir menn, sum búðu í grannahúsum Mika; teir tóku at elta Dánitarnar og fingu teir aftur. v23  Og tá ið teir rópaðu á Dánitarnar, snúðust teir á og søgdu við Mika: »Hvat bagir tær, at tú kemur so fjølmentur?« v24  Hann svaraði: »Tit hava tikið gudar mínar, sum eg gjørdi mær, og prestinum eru tit farnir avstað við! Hvat eigi eg nú eftir? Hvussu kunnu tit spyrja meg, hvat mær bagir?« v25  Men Dánitar svaraðu honum: »Lat okkum ikki hoyra eitt orð av tær afturat, annars kunnu huggrammir menn verða tykkum at bana, so at bæði tú og ættarmenn tínir týna lívið!« v26  Síðan fóru Dánitar leið sína; og tá ið Mika sá, at teir vóru ovursterkir, snúðist hann heim aftur til húsa.

v27  Tá ið teir nú høvdu tikið alt hetta, sum Mika hevði gjørt sær, og somuleiðis prest hansara, fóru teir ímóti Lájisj, móti fólki, sum livdi í trygdum og friði; og teir jarðløgdu tað við svørði og settu eld á borgina. v28  Eingin kom til hjálpar, tí at borgin lá langt frá Zidon og hevði einki samband við Áramitar. Hon stóð í dalinum við Bet-Rehob. Síðan endurreistu teir borgina og settust niður har. v29  Og teir kallaðu borgina Dán eftir Dán, ættarfaðir teirra, synir Ísraels. Men áður hevði hon itið Lájisj. v30  Har settu Dánitar sær gudamyndina upp; og Jónatan Gersjomsson Mósessonar og synir hansara vóru prestar hjá Dáns ætt, alt til fólkið varð herleitt úr landinum. v31  Og gudamyndina, sum Mika hevði gjørt sær, settu teir upp hjá sær; og har var hon alla ta tíð, sum gudshúsið var í Silo.