v1 Á teimum døgum, tá ið eingin kongur var í Ísrael, vildi so til, at maður búði í útisetri dygst inni í Efraims fjøllum; hesin maður var Leviti; og hann fekk sær hjákonu úr Betlehem í Júda. v2 Men hjákona hansara sveik hann og rýmdi frá honum heim aftur í hús faðirs síns til Betlehem í Júda. Tá ið hon hevði verið har einar fýra mánaðir, v3 fór maður hennara eftir henni at tala hana til rættis og fáa hana aftur við sær. Hann hevði svein sín við sær og tveir asnar. Hann nærkaðist nú húsi faðirs hennara; og tá ið faðirin at hini ungu konuni bar eyga við hann, fór hann við fagnaði ímóti honum. v4 Verfaðir hansara, faðirin at hini ungu konuni, helt honum aftur, so at hann varð verandi hjá honum í tríggjar dagar. Og teir ótu og drukku og lógu nátt har. v5 Men fjórða dagin fóru teir snimma upp og búðust til ferðar. Tá segði faðirin at hini ungu konuni við dótturmann sín: »Fá tær fyrst ein bita at styrkja teg við; síðan mega tit fara til gongu!« v6 Teir settust tá aftur báðir tveir og fóru at eta og drekka saman. Tá segði faðirin at hini ungu konuni við mannin: »Gist heldur her í nátt og ger tær til góðar!« v7 Og tá ið hann skuldi fara, strongdi verfaðir hansara so á hann, at hann settist aftur og gisti har enn eina nátt. v8 Um morgunin fimta dagin fór hann snimma upp og bjóst til ferðar; men faðirin at hini ungu konuni segði: »Fá tær fyrst eitt sindur niður á hjartað!« Teir settust tá aftur, til dagur tók at halla; og teir ótu báðir saman. v9 Maðurin bjóst tá til ferðar við hjákonu síni og sveini sínum. Men verfaðir hansara, faðirin at hini ungu konuni, segði við hann: »Sí, tað er liðið so nógv út á dagin, at tit verða noyddir at gista. Dagurin tekur at halla; ver her í nátt og ger tær til góðar; í morgin ári mega tit fara til gongu, so at tú kanst koma heim.« v10 Men maðurin vildi ikki aftur liggja nátt; hann bjóst til ferðar og kom áraka Jebus, tað er Jerúsalem; hann hevði við sær tveir asnar undir klyv og hjákonu sína og sveinin.
v11 Tá ið teir nú vóru við Jebus, og nógv var liðið út á dagin, segði sveinurin við harra sín: »Kom, latum okkum fara inn í hesa borg Jebusita og gista har í nátt.« v12 Men húsbóndi hansara svaraði honum: »Ikki skulu vit fara inn í borg hjá ókunnufólki, ið ikki eru Ísraelitar! Latum okkum heldur halda áfram til Gibeu.« v13 Og hann mælti við sveinin: »Kom! Vit skulu fara inn onkustaðni og gista annaðhvørt í Gibeu ella Ráma.« v14 Síðan hildu teir leiðina áfram, og tá ið teir vóru við Gibeu í Benjamin, fór sól til viða. v15 Teir sneiddu tá av vegnum til at fara inn í Gibeu at gista. Og hann fór og setti seg á borgartorginum; men eingin kom at bjóða teimum heim til sín at gista. v16 Men sí, har kom um kvøldið gamal maður heim úr bønum frá starvi sínum har; hann var frá Efraims fjøllum og búði í útisetri í Gibeu; men teir, sum har búðu, vóru annars Benjaminitar. v17 Tá ið hann nú leit seg um, sá hann ferðamannin á borgartorginum; og hin gamli maðurin mælti: »Hvar ætlar tú tær at fara, og hvaðan kemur tú?« v18 Hann svaraði honum: »Vit eru á ferð úr Betlehem í Júda og ætla okkum dygst inn á Efraims fjøll; haðan eri eg. Eg fór til Betlehem í Júda og eri nú á heimferð; men eingin býður mær heim til sín at gista, v19 tó at vit hava bæði hálm og fóður til asnar mínar og breyð og vín til mín og trælkonu tína og svein tænara tíns. Her er einki trot á nøkrum.« v20 Tá mælti hin gamli maðurin: »Vælkomin skalt tú vera! Alt, sum tær er tørvur á, skalt tú fáa hjá mær; ið hvussu so fer, skalt tú ikki liggja á torginum í nátt.« v21 Hann tók hann tá heim við sær og gav asnunum at eta; og teir tváaðu føtur sínar og ótu og drukku.
v22 Men meðan teir soleiðis gjørdu sær til góðar, kringsettu borgarmenninir húsið hesi ótýggi og teir bardu á hurðina og rópaðu á hin gamla mannin, sum átti húsið, og søgdu: »Kom út higar við manninum, sum er komin til tín, so at vit mega kenna hann!« v23 Men maðurin, sum átti húsið, fór út til teirra og segði við teir: »Nei, brøður mínir! Gerið nú einki ilt! Maðurin er komin inn í hús mítt; og tit skulu ikki fremja tílíka skemdargerð! v24 Men her hava tit dóttur mína, sum er moyggj; neyðtakið hana og farið við henni, sum tykkum lystir! Men móti hesum manni skulu tit ikki fremja tílíka skemdargerð!« v25 Men menninir vildu ikki lurta eftir honum. Tá tók maðurin hjákonu sína og leiddi hana út á gøtuna til teirra; og teir framdu vilja sín og fóru illa við henni alla náttina og alt út á morgunin og sleptu henni ikki, fyrr enn tað lýsti av degi. v26 Í lýsingini kom hon aftur og datt niður fyri húsdurum mansins, har sum húsbóndi hennara var, og har varð hon liggjandi, til tað var alljóst. v27 Men um morgunin, tá ið húsbóndi hennara fór upp og læt húsdyrnar upp og gjørdi seg til til at fara avstað, sí, tá lá konan, hjákona hansara, fyri húsdurunum við hondunum niður á gáttina. v28 Hann segði tá við hana: »Rís upp og latum okkum fara avstað!« Men hon svaraði ikki. Tá tók hann hana upp á asnan og byrjaði ferðina heim. v29 Men tá ið hann var heimkomin, tók hann knívin og tók so hjákonu sína og skar hana lim fyri lim sundur í tólv lutir og sendi teir um alt Ísraels land. v30 Og monnunum, sum hann sendi, beyð hann at siga við hvønn Ísraelsmann: »Hevur tílíkt hent, síðan Ísraelsmenn fóru út úr Egyptalandi? Hugleiðið hetta og leggið ráð saman og sigið, hvat tit halda!« Og hvør, sum sá tað, segði: »Tílíkt hevur ikki hent, síðan Ísraelsmenn fóru út úr Egyptalandi!«