v1 Ísraelsmenn høvdu svorið tann eið í Mizpa: »Eingin okkara má gifta nøkrum Benjaminita dóttur sína!« v2 Tá ið nú fólkið var komið aftur til Betel, dvaldust teir har stórgrátandi fyri ásjón Harrans alt til kvølds v3 og søgdu: »Harri, Guð Ísraels! Hví hevur hetta hent í Ísrael, at ein av Ísraels ættum í dag skal vanta í?« v4 Snimma morgunin eftir reisti fólkið altar har og ofraði brennioffur og takkaroffur. v5 Síðan søgdu teir: »Hvør av øllum ættum í savnaði Ísraels man ikki vera komin við niðan til Harrans?« Tí at tað hevði verið lagt dýran við, at hvør tann, ið ikki kom við niðan til Harrans í Mizpa, skuldi týna lívið. v6 Og Ísraelsmenn harmaðu Benjamin, bróður sín, og søgdu: »Í dag er ein ættin høgd burtur av Ísrael! v7 Hvat kunnu vit nú gera fyri teir, ið eftir eru, til tess at útvega teimum konur, tá ið vit hava svorið við Harran ikki at gifta teimum nakra av døtrum okkara?« v8 Tá spurdu teir: »Hvør av ættum Ísraels man tað vera, ið ikki vildi fara niðan til Harrans í Mizpa?« Og sí, frá Jábesj í Gilead var eingin komin í herbúðirnar til savnaðin.
v9 Og teir kannaðu liðið; og sí, eingin var við av teimum, sum búðu í Jábesj í Gilead.
v10 Tá sendi fólkið hagar tólv túsund mans av teimum, ið reystastir vóru, og legði soleiðis fyri teir: »Farið og jarðleggið øll, sum búgva í Jábesj í Gilead, bæði konur og børn! v11 Og tit skulu fara at á henda hátt: Allar kallmenn og allar konur, sum kent hava mann, skulu tit avoyða við bannføring.« v12 Teir funnu tá millum teirra, sum búðu í Jábesj í Gilead, fýra hundrað gentur, moyggjar, sum ikki høvdu kent mann. Og teir leiddu tær í herbúðirnar í Silo í Kánáanlandi. v13 Síðan læt allur savnaðurin sendimenn fara at tala við Benjaminitar, sum hølaðust við Rimmon klett, og bjóða teimum frið. v14 Tá komu Benjaminitar aftur; og teir giftu teimum tær konur úr Gilead, sum teir høvdu givið grið. Men tær vóru ikki nóg nógvar til teirra.
v15 Og fólkið harmaði Benjamin, tí at Harrin hevði brotið skarð í ættir Ísraels. v16 Tá mæltu hinir elstu í savnaðinum: »Hvat skulu vit gera fyri at útvega konur til teirra, ið eftir eru? Tí at beint er fyri øllum konufólkum í Benjamin!« v17 Og teir søgdu: »Hvussu kunnu teir, ið eftir eru av Benjamini, varðveitast, so at ikki ein ættin verður oydd úr Ísrael? v18 Vit mega jú ikki gifta teimum nakra av døtrum okkara.« Tí at Ísraelsmenn høvdu svorið og sagt: »Bølbiðin verði hvør tann, ið gevur Benjaminita konu!« v19 Tá søgdu teir: »Sí, hátíð Harrans verður hildin hvørt ár í Silo, sum liggur fyri norðan Betel, fyri eystan vegin, ið gongur frá Betel niðan til Sikem og fyri sunnan Lebona.« v20 Og teir buðu Benjaminitum og søgdu: »Farið og liggið á loynum í víngørðunum. v21 Og tá ið tit síggja genturnar úr Silo koma út at troða dansin, tá skulu tit halda út úr víngørðunum og ræna tykkum hvør sína konu av gentunum úr Silo og síðan fara heim í Benjamins land. v22 Og um fedrar teirra ella brøður teirra koma við kærumáli ímóti tykkum, tá skulu tit siga við teir: »Latið okkum hava tær í náðum; tí at eingin av okkum hevur tikið sær konu í bardaga. Tit hava heldur ikki givið okkum tær; um so var, høvdu tit verið sekir.« « v23 Benjaminitarnir gjørdu nú soleiðis; hvør teirra tók sær sína konu av dansigentunum, sum teir høvdu rænt. Síðan fóru teir heim aftur á arvalut sín, endurreistu borgirnar og vórðu búgvandi í teimum. v24 Tá fóru eisini Ísraelsmenn haðan hvør til sínar ættir og sítt ættarkyn; og teir hildu haðan hvør heim aftur á óðal sítt.
v25 Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best.