v1 Eftir andlát Ehuds hildu Ísraelsmenn áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans. v2 Tí gav Harrin teir upp í hendur Jábins Kánáanita, ið sat sum kongur í Házor; herhøvdingi hansara æt Sisera, sum búði í Hárosjet-Haggojim. v3 Tá rópaðu Ísraelsmenn til Harrans um hjálp, tí at Jábin hevði níggju hundrað jarnvagnar og trongdi Ísraelsmenn illa í tjúgu ár.
v4 Um tað mundið var profetkona dómari í Ísrael, Debora nevnd at navni. Maður hennar æt Lappidot. v5 Hon sat undir Deborupálmanum millum Ráma og Betel á Efraims fjøllum. Til hennara komu Ísraelsmenn við rættarmálum. v6 Hon sendi tá boð eftir Báraki Ábinoamssyni úr Kedesj í Naftali og segði við hann: »Vissuliga býður Harrin, Ísraels Guð, svá: Halt avstað og far til Táborfjals og tak við tær tíggju túsund mans av Naftali og Zebulon, v7 tá skal eg leiða Sisera, herhøvdinga Jábins, við vagnum og herliði til tín at Kisjon-ánni og geva hann upp í hendur tínar!« v8 Bárak svaraði henni: »Kemur tú við mær, skal eg fara; men kemur tú ikki við mær, fari eg ikki!« v9 Tá segði hon: »Eg skal koma við tær; men tá fært tú onga frægd av hesi ferð tíni, av tí at Harrin tá letur konu bera sigur av Sisera!« Tá reis hon og fór við Báraki til Kedesj. v10 Bárak stevndi tá Naftali og Zebulon saman í Kedesj, og tíggju túsund mans fylgdu honum; eisini Debora fór við honum. v11 Men Heber Keniti hevði skilst við hinar Kenitarnar, synir Hóbabs, verfaðirs Mósesar, og hevði sett upp tjaldbúðir sínar alt at eikini í Záanannim við Kedesj.
v12 Tá ið Sisera frætti, at Bárak Ábinoamsson var farin niðan á Táborfjall, v13 beyð hann út øllum sínum níggju hundrað jarnvagnum og øllum heri sínum úr Hárosjet-Haggojim til Kisjon ánna. v14 Tá segði Debora við Bárak: »Far nú á føtur; tí at nú er tann stundin komin, tá ið Harrin gevur Sisera upp í hendur tínar; vissuliga gongur Harrin undan tær!« Tá fór Bárak oman av Tábor fjalli, fylgdur av tíggju túsund monnum. v15 Og Harrin loypti ekka á Sisera, á allar vagnar og á allan her hans, so at Bárak bar sigur av teimum. Sisera leyp niður av vagninum og helt til gongu. v16 Men Bárak elti vagnar og herin alt at Hárosjet-Haggojim. Allur herur Sisera fell fyri svørði; eingin maður komst undan.
v17 Men Sisera var flýddur á føti ímóti tjaldi Jaelar, konu Hebers Kenita; tí at friður var millum Jábins kongs í Házor og ættarmanna Hebers Kenita. v18 Jael fór tá út ímóti Sisera og segði við hann: »Kom inn til mín, harri, kom inn til mín; ver tú ekkaleysur!« Hann fór tá inn í tjaldið til hennara; og hon breiddi áklæði yvir hann. v19 Hann segði við hana: »Gev mær ein vatnsopa at drekka, tí eg eri tystur!« Hon opnaði tá mjólkarkíkin og gav honum at drekka og breiddi síðan aftur yvir hann. v20 Síðan segði hann við hana: »Far og statt í tjalddurunum; og kemur einhvør og spyr teg, um nakar er her, tá svara: Nei!« v21 Men Jael, kona Hebers, tók tjaldhæl og hamara í hond og fór ljódliga inn til hansara; og hon sló hælin gjøgnum tunnvanga hansara og negldi hann fastan í jørðina; men hann lá í fasta svøvni, tí at hann var móður; hetta varð bani hans. v22 Bárak, sum elti Sisera, kom í sama bili har framvið. Tá fór Jael út móti honum og segði við hann: »Kom higar, so skal eg vísa tær mannin, sum tú leitar eftir!« Hann fór tá inn til hennara; og sí, har lá Sisera deyður við hælinum gjøgnum tunnvangan.
v23 Soleiðis læt Harrin á tí degi Jábin, Kánáans kong, lúta fyri Ísraelsmonnum. v24 Og hond Ísraelsmanna legðist í hvørjum tyngri og tyngri á Jábin, Kánáans kong, til teir at endanum fingu beint fyri honum.