v1 Ta ferðina sungu Debora og Bárak Ábinoamsson hetta ljóð: v2 Fram gingu høvdingar í Ísrael, fólkið kom av sær sjálvum lovið Harranum! v3 Hoyrið, tit kongar, gevið ljóð, tit høvdingar! Eg skal syngja, syngja fyri Harranum, lovsyngja Harranum, Ísraels Guði!
v4 Harri, tá ið tú legði út frá Se'ir og tokaði fram frá Edóms vøllum, tá nøtraði foldin, og himnarnir drupu, og skýggini lótu vatnið streyma niður. v5 Fjøllini skulvu fyri ásjón Harrans, fyri ásjón Harrans, Ísraels Guði.
v6 Á døgum Sjamgars Ánatssonar, á døgum Jaelar lógu ferðaleiðir í oyði, ferðamenn reikaðu um á skákvegum. v7 Í Ísrael lógu bygdirnar mannoyddar, til eg, Debora, steig fram, steig fram eins og móðir í Ísrael. v8 Ofrini til Guðs vóru steðgað, byggbreyðið tók at tróta. Skildir sóust eingir, ei heldur spjót hjá Ísraels fjøruti túsundum. v9 Hjarta mítt titrar vegna høvdinga Ísraels, vegna fólksins, ið sjálvboðið kom; hálovið Harranum! v10 Tit, ið ríða á ljósum øsnum, tit, ið hvíla á høgindi, og tit, ið ferðast um vegir, syngið lov! v11 Hoyrið genturnar syngja við lækjurnar! Eisini har verða rættlætisverk Harrans havd á máli, rættlætisverk hans móti Ísraels bygdum. Tá fór fólk Harrans oman at borgarliðunum.
v12 Vakna, vakna Debora, vakna, vakna, kvøð títt kvæði! Rís upp Bárak, tú Ábinoams sonur, og leið burtur fangar tínar. v13 Tá hildu Ísraelsmenn oman eins og hetjur. Fólk Harrans tokaði fram eins og reystir kappar. v14 Úr Efraim fóru teir oman í dalin. Benjamin, bróðir tín, var við fólki tínum. Frá Mákir komu høvdingar oman, frá Zebulon komu teir, ið bóru høvdingastav. v15 Høvdingar Issakars fylgdu Deboru, Naftali var við Báraki; aftan á hann hildu teir oman á slættan. Men við Rubens løkir vóru miklar ivingar. v16 Hví vart tú sitandi við seyðabyrgini og lýddi á ljóðpípur hirðanna? Ja, við Rubens løkir vóru miklar ivingar. v17 Gilead helt seg kvirran handan Jórdan, og Dán hví dvaldi hann við skipini? Ásjer varð sitandi við sævarstrond, veik ikki úr víkum sínum. v18 Men Zebulon var fólk, sum vágaði lívið eins og Naftali á hvørjum vígvøllum.
v19 Kongar hildu í orrustu; tá stríddust Kánáankongar í Táanak við Megiddo vøtn; loysigjaldið tóku teir ikki við. v20 Av himni stríddust stjørnurnar, frá sínum høgu gøtum stríddust tær móti Sisera. v21 Kisjon áin skolaði teir burtur, Kisjon hin fyrndargamli løkur; stíg fram, sál mín, við veldi! v22 Tá tokaðu hetjur fram, so hógvar hestanna dundu. v23 »Biðið ilt yvir Meroz!« segði eingil Harrans »Biðið ilt yvir íbúgvar hennara; tí at teir komu ikki Harranum til hjálpar, Harranum til hjálpar hetjanna millum!«
v24 Men fram um konur skal Jael verða signað, kona Hebers Kenita, fram um konur í tjøldum verði hon signað! v25 Hann bað um vatn, hon gav honum mjólk, í dýrdarskál setti hon róma fyri hann. v26 Hon treiv um hælin, tók sleggjuna í høgru hond, legði til Sisera, morlaði høvur hans, smildraði og gjøgnumgataði tunnvanga hans. v27 Hann seig niður fyri fótum hennara, fell og varð liggjandi; har ið hann seig niður, har lá hann vigin.
v28 Út um gluggan hugdi móðir Sisera, rópaði út um grindina: »Hví drálar vagnur hans? Hvat forðar ferð hervagna hans?« v29 Tá svarar hin vitrasta av frúum hennara; og sama svar hon gevur sær sjálv: v30 »Ivaleyst hava teir tikið herfong og skifta hann nú sundur; eitt fljóð ella bæði tvey til mans; herfong av marglittum klæði til Sisera, herfong av skreytvovnum klæði eitt ella tvey til háls drotningarinnar!« v31 Harri, soleiðis skulu farast allir fíggindar tínir; men teir, ið elska teg, skulu vera eins og sólin, tá ið hon rísur við veldi! Var nú friður í landinum í fjøruti ár.