Framhald. Sigur Gideons á Midianitum

v1  Morgunin eftir snimma legði Jerubbáal – tað er Gideon – avstað og alt herliðið, sum við honum var; og teir settu upp herbúðir sínar við Hárodlindina, meðan herbúðir Midianita vóru longur yviri á slættanum fyri norðan Móreheyggin. v2  Tá segði Harrin við Gideon: »Tú hevur ovmikið herlið við tær, til at eg kann geva Midian upp í hendur teirra. Ísrael kundi so statt farið at bretta sær upp móti mær og siga: »Við egnari megi havi eg bjargað mær.« v3  Ber nú herliðinum hesi boð: Hvør tann, ið ræddur er og óttafullur, skal fara heim aftur!« Av herliðinum fóru tá tjúgu og tvey túsund mans heim aftur, meðan tíggju túsund vórðu eftir. v4  Men Harrin segði við Gideon: »Tú hevur enn ov mikið herlið; leið teir oman at vatninum, har skal eg skilja burturúr fyri teg; og tann, sum eg tá biði teg hava við, hann skal fara við tær; men tann, sum eg biði teg ikki hava við, hann skal ikki fara við tær!« v5  Tá ið hann hevði leitt herliðið oman at vatninum, segði Harrin við Gideon: »Allar teir, ið leppa við tunguni av vatninum, eins og hundar gera, skalt tú skipa fyri seg, somuleiðis teir, ið leggja seg á knæ at drekka.« v6  Og talið á teimum, ið leptu, var trý hundrað; allir hinir løgdu seg á knæ at drekka vatn við at taka tað við hondini upp í munnin. v7  Tá segði Harrin við Gideon: »Við hesum trý hundrað, ið leptu, skal eg frelsa tykkum og geva Midianitar upp í hendur tykkara; men allir hinir skulu fara heim aftur til sín sjálvs.« v8  Síðan tók hann frá fólkinum krukkur og lúðrar teirra og sendi allar Ísraelsmenn heim aftur til sín sjálvs; men hinar trý hundrað helt hann eftir hjá sær. Og herbúðir Midianita vóru niðri á slættanum.

v9  Hina somu nátt segði Harrin við hann: »Far á føtur og halt oman í herbúðir teirra, tí at eg havi givið teir upp í hendur tínar. v10  Men ert tú ræddur at fara oman hagar, tá tak Pura, svein tín, við tær oman í herbúðirnar, v11  og lurta eftir, hvat teir siga har; tú manst tá fáa dirvi til at herja á herbúðirnar.« Hann fór tá saman við Pura, sveini sínum, oman at ytstu hermonnum í herbúðunum. v12  Men Midianitar, Ámalekitar og allir eysturbúgvar hølaðust har á slættanum fjølmangir eins og ongsprettur, og á kamelum fekst ikki tal; teir vóru sum sandur við sævarflóð. v13  Tá ið Gideon kom hagar, segði einhvør maður felaga sínum frá dreymi við hesum orðum: »Sí, meg droymdi dreym og tóktist mær, at byggbreyðskøka kom bóltandi oman móti herbúðum Midianita. Hon kom oman at tjaldinum og rendi á tað, og hon kollvelti tí.« v14  Tá svaraði hin: »Hetta merkir ikki annað enn svørð Gideons Jóasjsonar Ísraelita; Guð hevur givið Midian og allar herbúðirnar upp í hendur hans.« v15  Tá ið Gideon hevði hoyrt dreymin og ráðan hans, lútaði hann í bøn; síðan snúðist hann aftur í herbúðir Ísraelsmanna og mælti: »Farið á føtur, tí at nú hevur Harrin givið herbúðir Midians upp í hendur tykkara!«

v16  Síðan skipaði hann hinar trý hundrað menninar í tríggjar flokkar og gav teimum øllum lúðrar í hond og tómar krukkur við kyndlum innaní. v17  Og hann segði við teir: »Lítið at mær og gerið sum eg! Fyrsta eg komi at útjaðara herbúðanna, skulu tit gera sum eg! v18  Tá ið eg blási í lúðurin og allir, sum við mær eru, tá skulu eisini tit blása í lúðrarnar kring um allar herbúðirnar og rópa: Fyri Harran og fyri Gideon!« v19  Tá ið nú Gideon og hinir hundrað menninir, ið við honum vóru, komu oman at útjaðara herbúðanna í byrjan av miðjari náttarvøku, beint sum varðhald vóru uppsett, tóku teir at blása í lúðrarnar og brutu krukkurnar sundur, sum teir høvdu í hondunum. v20  Samstundis tóku nú allir tríggir flokkarnir á at blása í lúðrarnar og brutu krukkurnar sundur, høvdu kyndilin í vinstru hond og lúðurin í høgru til at blása í; og teir rópaðu: Svørð Harrans og Gideons! v21  Stóðu teir tá kvirrir kring um herbúðirnar, hvør á sínum staði. Tá varð í herbúðunum mikil gangur; herfólkið skar í róp og flýddi. v22  Tá ið hinir trý hundrað blástu í lúðrarnar, læt Harrin teir bregða svørðunum hvør móti øðrum um allar herbúðirnar; og teir flýddu til Bet-Sjitta, yvir móti Zerera, at áarbakkanum við Ábel-Mehóla áraka Tabbat.

v23  Nú vórðu Ísraelsmenn úr Naftali, Ásjer og øllum Manasse samankallaðir, og teir hildu aftan á Midianitar. v24  Og Gideon læt hesi boð berast um alt Efraims fjallaland: »Haldið oman ímóti Midianitum og forðið teimum ferðina yvir um Jórdan alt at Bet-Bára!« Tá savnaðust allir Efraimitar og hersettu Jórdan alt at Bet-Bára. v25  Og teir tóku Óreb og Zeeb, báðar høvdingar Midianita á hondum; Óreb drópu teir við Órebs klett, men Zeeb drópu teir við Zeebs vínfarg. Síðan hildu teir aftan á Midianitar. Men høvdini av Órebi og Zeebi fluttu teir Gideoni handan Jórdan.