Miseydnaða kongsdømi Ábimeleks og dømisøga Jótams

v1  Men Ábimelek Jerubbáalsson fór til móðurbrøður sínar í Sikem og segði við teir og við alt ættarfólkið í húsi móðurfaðirs síns: v2  »Setið henda spurning fram fyri allar íbúgvar Sikems: Hvat líkar tykkum betur, at sjeyti mans – allir synir Jerubbáals – valda tykkum, ella at ein maður valdar tykkum? Minnist væl til, at eg eri bein tykkara og hold tykkara!« v3  Móðurbrøður hansara søgdu tá alt hetta um hann fyri øllum íbúgvum í Sikem, og teir fingu tokka til Ábimeleks, tí at teir søgdu: »Hann er jú bróðir okkara.« v4  Og teir góvu honum úr húsi Báal-Berits sjeyti siklar í silvuri, og fyri tað leigaði Ábimelek sær letingar og rekavætti, sum bundu felag við hann. v5  Síðan fór hann heim í hús faðirs síns í Ofra og drap brøður sínar, synir Jerubbáals, sjeyti mans, á einum steini; einans Jótam, yngsti sonur Jerubbáals, varð eftir, av tí at hann hevði krógvað seg. v6  Tá savnaðust saman allir Sikembúgvar og alt hús Millos; og teir fóru og gjørdu Ábimelek til kong við steinsúlueikina, sum er í Sikem. v7  Tá ið Jótam frætti hetta, fór hann og tók støðu dygst uppi á Gárizim fjalli; og hann hevjaði rødd sína, kallaði og mælti til teirra: »Lýðið á meg, Sikembúgvar, so at Guð má lýða á tykkum! v8  Einaferð fóru trøini at kjósa sær kong; tey søgdu tá við oljutræið: Ver tú nú kongur yvir okkum! v9  Men oljutræið svaraði teimum: Skuldi eg givið yvir fiti mína, sum gudar og menn heiðra meg fyri, og farið at reiggja uppi yvir trøunum? v10  Tá søgdu trøini við fikutræið: Kom tú og ver kongur yvir okkum! v11  Men fikutræið svaraði teimum: Skuldi eg givið søtleika mín og dýrmæta ávøkst yvir og farið at reiggja uppi yvir trøunum? v12  Og trøini søgdu við víntræið: Kom tú og ver kongur yvir okkum! v13  Men víntræið svaraði teimum: Skuldi eg givið yvir vínløg mín, ið gleðir bæði gudar og menn, og farið at reiggja uppi yvir trøunum? v14  Tá søgdu øll trøini við tornarunnin: Kom tú og ver kongur yvir okkum! v15  Men tornarunnurin segði við trøini: Vilja tit av sonnum salva meg til kongs yvir tykkum, tá komið og leitið tykkum lívd í skugga mínum; men er tað ikki so, tá komi eldur úr tornarunninum og avoyði sedristrøini á Libanon! v16  Um tit nú hava sýnt trúfesti og rættlæti, tá ið tit gjørdu Ábimelek til kongs, og um tit hava gjørt væl við Jerubbáal og húski hans og gjørt móti honum tað, sum hann hevði uppiborið – v17  faðir mín hevur jú stríðst fyri tykkum og vágað lívið fyri at bjarga tykkum undan valdi Midians; v18  men tit hava í dag risið upp ímóti ætt faðirs míns og dripið synir hansara, sjeyti mans, á einum steini og tikið Ábimelek, son trælkonu hans, til kongs yvir Sikembúgvum, av tí at hann er bróðir tykkara – v19  ja, um tit á hesum degi hava sýnt trúfesti og rættlæti móti Jerubbáali og húski hans, gævi at tit tá mega fáa gleði av Ábimeleki, og gævi at hann tá má fáa gleði av tykkum! v20  Men um ikki er so, tá komi eldur frá Ábimeleki og oyði Sikembúgvar og hús Millos, og tá komi eldur frá Sikembúgvum og húsi Millos og oyði Ábimelek!« v21  Síðan helt Jótam undan og flýddi burtur og fór til Beer; har settist hann niður av ótta fyri Ábimeleki, bróður sínum.

v22  Tá ið Ábimelek hevði valdað Ísrael í trý ár, v23  sendi Guð illan anda upp ímillum Ábimeleks og Sikembúgva, so at Sikembúgvar sviku Ábimelek, v24  til tess at hevna illgerðina móti hinum sjeyti sonum Jerubbáals og til tess at lata blóð teirra koma yvir Ábimelek, bróður teirra, sum hevði dripið teir, og yvir Sikembúgvar, ið høvdu elvt honum til at drepa brøður sínar. v25  Sikembúgvar lótu tá menn leggja seg á loynum eftir honum dygst uppi á fjøllunum, og teir rændu allar, sum komu fram við teimum eftir vegnum; hetta varð sagt fyri Ábimeleki.

v26  Tá kom Gáal Ebedsson við brøðrum sínum; teir hildu inn í Sikem; og Sikembúgvar troystaðu á teir. v27  Og teir fóru út í bøin at tína vínber í víngørðunum, tróðu tey og hildu hátíð, gingu inn í hús guds síns, ótu og drukku og bølbóðu Ábimelek. v28  Tá mælti Gáal Ebedsson: »Hvør er Ábimelek, og hvør er Sikem, at vit skulu træla undir honum? Eiga ikki sonur Jerubbáals og Zebul, fúti hansara, heldur at træla undir monnum Hámors, ættarfaðir Sikems? Hví skulu vit tá træla undir honum? v29  Eg vildi, at eg valdaði hesum fólki, so skuldi eg skjótt beint fyri Ábimeleki! Eg skuldi sagt við hann: Nør bert um her tín og kom út!« v30  Tá ið Zebul borgarhøvdingi, hoyrdi hesi orð Gáals Ebedssonar, tendraðist vreiði hans; v31  og hann sendi ørindrekar á fund Ábimeleks í Áruma og læt siga: »Sí, Gáal Ebedsson og brøður hans eru komnir til Sikem; og teir øsa upp staðin móti tær. v32  Far nú upp á nátt, tú og menn tínir, og leggið tykkum á loynum á víðavangi. v33  Og snimma um morgunin, tá ið roðar fyri sól, skalt tú fara upp og ráðast á borgina. Hann man tá fara út til tín við monnum sínum; og skalt tú tá fara við honum, eins og tú fært høvi til!« v34  Ábimelek fór um náttina við øllum monnum sínum og legði seg á loynum móti Sikem í fýra flokkum. v35  Gáal Ebedsson kom nú út og tók støðu við borgarliðið; og í sama bili lupu Ábimelek og menn hans fram úr loynistaði sínum. v36  Tá ið Gáal bar eyga við menninar, segði hann við Zebul: »Sí, har koma menn oman av fjøllunum!« Men Zebul svaraði honum: »Tað er fjallaskuggin, sum tú heldur vera menn.« v37  Men Gáal helt áfram og segði: »Jú, har koma menn oman av Landsnalvanum, og ein flokkurin kemur eftir vegnum móti Spásagnareikini!« v38  Tá mælti Zebul við hann: »Hvar eru nú tíni stóru orð, tú, sum segði: Hvør er Ábimelek, at vit skulu træla undir honum! Munnu hatta ikki vera teir menn, sum tú einkisvirdi? Far nú út í bardaga við teir!« v39  Tá fór Gáal á odda fyri Sikembúgvum út at berjast við Ábimelek. v40  Men Ábimelek ráddist so harðliga á hann, at hann flýddi undan honum, og mangir lógu vignir alla leiðina alt at borgarliðinum. v41  Síðan settist Ábimelek niður í Áruma. Men Zebul rak Gáal og ætt hansara út úr Sikem.

v42  Dagin eftir fór fólkið út í hagan; hetta frætti Ábimelek. v43  Hann tók tá menn við sær, skipaði teir í tríggjar flokkar og legði seg á loynum á víðavangi; og tá ið hann sá fólkið koma út úr borgini, herjaði hann á tey og vann sigur av teimum. v44  Ábimelek og tann flokkurin, sum við honum var, tustu nú fram og tóku støðu við borgarliðið, meðan hinir báðir flokkarnir ráddust á tey, sum vóru úti í haganum, og vógu tey. v45  Allan dagin bardist Ábimelek um borgina; at endanum hertók hann hana og drap fólkið, sum har var; síðan breyt hann borgina niður og stroyddi hana við salti.

v46  Tá ið tey, sum hølaðust í Sikemtorninum, hoyrdu hetta, gingu tey niður í hválvið undir húsi El-Berits. v47  Og tá ið Ábimelek frætti, at øll í Sikemtorninum vóru samankomin har, v48  fór hann og alt liðið, sum við honum var, niðan á Zalmonfjallið, og hann tók øks í hond, høgdi greinar av trøunum og tók tær upp á herðar sínar; og hann segði við liðið, sum við honum var: »Skundið tykkum og gerið tað sama, sum tit sóu meg gera!« v49  Tá fór hvør maður at høgga greinar og hildu aftan á Ábimelek, og teir løgdu tær yvir hválvið og settu eld á hválvið uppi yvir teimum. Soleiðis doyðu øll, sum vóru í Sikemtorninum, okkurt um túsund kallar og konur.

v50  Síðan fór Ábimelek móti Tebez, og hann kringsetti Tebez og vann hana. v51  Men í miðjari borgini var sterkt torn; hagar flýddu bæði kallar og konur, ja allir borgarbúgvar lokaðu eftir sær og gingu upp á takið á torninum. v52  Ábimelek kom nú fram at torninum og gjørdi álop á tað; men tá hann nærkaðist durum tornsins til tess at seta eld á tað, v53  kastaði kona ovara kvarnarstein í høvdið á Ábimeleki og smildraði høvuðskalla hansara. v54  Hann rópaði tá alt í einum á sín vápnasvein og bað hann bregða svørðinum og drepa seg, til tess at tað ikki skuldi verða sagt, at hann var vigin av konu. Vápnasveinur hansara rendi tá svørðið gjøgnum hann, og soleiðis læt hann lív. v55  Men tá ið Ísraelsmenn sóu, at Ábimelek var deyður, fóru teir hvør heim til sín sjálvs.

v56  Soleiðis endurgalt Guð Ábimeleki tað illa, sum hann hevði gjørt ímóti faðir sínum, tá ið hann drap hinar sjeyti brøður sínar. v57  Og allan illskap Sikembúgva læt Guð koma oman yvir teir sjálvar. Soleiðis sannaðist tað illa, sum Jótam Jerubbáalsson hevði biðið oman yvir teir.