Paulus áminnir at varðveita einleika andans

v1  Eg áminni tykkum tí, eg hin bundni í Harranum, til at liva soleiðis, sum hóskandi er fyri ta kallan, sum tit vórðu kallaðir við, v2  við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika, v3  og leggja tykkum eina við at varðveita einleika andans í bandi friðarins. v4  Eitt likam og ein andi, eins og tit eisini vórðu kallaðir til eina vón í kallan tykkara, v5  ein harri, ein trúgv, ein skírn; v6  ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum.

Náðigávurnar eru givnar til uppbyggingar av likami Krists

v7  Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við. v8  Tí verður tað sagt: »Hann fór upp til hæddar og førdi burtur fangar og gav monnunum gávur.« v9  Men hetta »hann fór upp«, hvat er tað annað enn tað, at hann eisini fór niður til hinar lægru partarnar á jørðini? v10  Tann, sum fór niður, er eisini hin sami, sum fór upp, høgt upp um allar himnar, til tess at hann skuldi fylla alt. v11  Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar, v12  fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists, v13  inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guðs, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists, v14  fyri at vit ikki longur skulu vera ómyndingar, sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu; v15  men at vit, sannførir í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus, v16  so at alt likamið, samanfest og samanbundið við einum og hvørjum liði, sum ger sítt gagn samsvarandi teirri kraft, sum hvørjum einstøkum luti er tilmáld, veksur likamsins vøkstur til uppbygging sína í kærleika.

Ávaring móti heiðinskapi

v17  Tí sigi eg hetta og vitni í Harranum, at tit ikki longur mega liva, eins og heidningarnir liva í fáfongd huga síns, v18  myrktir sum teir eru í hugsunarhátti sínum, ókunnigir við lív Guðs vegna ta fákunnu, sum er í teimum og sum kemur av herðingini í hjarta teirra, v19  við tað at teir dulir eru farnir út í ólevnað, til alskyns óreinskugerð í ágirnd. v20  Men tit hava ikki á tílíkan hátt lært um Krist, v21  um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi: v22  at tit, hvat ið hini fyrru atferð tykkara viðvíkur, skulu leggja av hina gomlu menniskju, sum verður spilt av hinum tølandi girndunum, v23  men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara, v24  og íklæðast hina nýggju menniskju, sum er skapað eftir Guði í rættlæti og heilagleika sannleikans.

Ávaring móti heidnum syndum, sum nevndar eru

v25  Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru limir hvør hjá øðrum. v26  Um tit verða illir, tá syndið ikki! Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara! v27  Og gevið ikki djevlinum nakað føri! v28  Tann, sum stjelur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri tað, sum gott er, við hondum sínum, so at hann kann hava nakað at geva tí, sum líður neyð! v29  Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra. v30  Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin! v31  Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi! v32  Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.