Fall Fønikiuborga

v1  Spádómur um Týrus. Venið, tit Tarsisskip, tí at oydd er borg tykkara. Teir frættu tað á vegnum frá Kýpurlandi. v2  Kvirrir gjørdust tá Zidons keypmenn, ið búgva við havið og farmenn høvdu í sigling, v3  sum fluttu yvir havið kornið frá Sjihors fløtum og drógu til sín allan eyð tjóðanna. v4  Skomm fái teg nú Zidon, tí at havið sigur: »Eg havi ikki havt barnverkir og ikki føtt og havi ikki alt upp unglingar og ikki fostrað moyggjar.« v5  Tá ið hetta frættist í Egyptalandi, munnu menn skelva við fegnina um Týrus. v6  Farið yvir til Tarsis og venið tykkum, tit oyggjarskeggjar! v7  Er hetta hin gleimmikla borg tykkara, sum hevur sín uppruna í fyrndini og fetað hevur langar leiðir til tess at taka upp bústað á fjarløgdum støðum? v8  Hvør hevur lagt upp hesi ráð móti Týrus hini krýndu, har sum keypmenninir vóru høvdingar og sølumenninir mætastu menn á fold? v9  Tað hevur Harri herliðanna gjørt til tess at lítilsvirða tað, sum er hástórt, og vanvirða alt stórlæti, allar tignarmenn á jørð. v10  Grátið, tit Tarsisskip, tí at eingin havn er til meira. v11  Hann rætti út hond sína yvir havið og skakaði kongaríki; Harrin beyð at bróta niður varnarvirki Kánáans. v12  Hann segði: »Ongantíð skalt tú fegnast aftur, Zidons dóttir, tú neyðtikna moyggj; statt upp og far tær yvir til Kýpurlands; heldur ikki har skalt tú finna hvíld,« v13  tí at eisini vígtorn teirra hevur hann brotið niður og lagt hallir teirra í toftir. v14  Venið, tit Tarsisskip, tí at sorlað er varnarvirki tykkara. v15  Tá ið tann tíð kemur, skal Týrus vera gloymd í sjeyti ár, samsvarandi eini kongsævi, men eftir lidnum sjeyti árum skal tað gangast Týrus, eins og tað stendur í táttinum um skøkjuna: v16  »Tak sittaran, gakk um í borgini, tú gloymda skøkja, slá fagurliga streingin og syng hátt, so at teir aftur minnast tín.« v17  Eftir lidnum sjeyti árum man Harrin aftur vitja Týrus; hon skal aftur fáa skøkjuløn og horast við øllum heimsins kongaríkjum, ið eru um alla jørðina. v18  Men vinningur hennara og skøkjuløn skal verða Harranum halgað; tað skal ikki verða goymt og ikki hópað saman; nei, tey, sum búgva fyri ásjón Harrans, munnu fáa vinning hennara til føðslu at metta seg við og til skreytklædna.