Fall ríkisins vegna stjórnaróskil og órættvísi

v1  Tí sí, Harrin, drottin herliðanna, tekur frá Jerúsalem og Júda stuðul og stav, allan stuðul breyðsins og allan stuðul vatnsins, v2  hetjur og hermenn, dómarar og profetar, spásagnarmenn og elstar, v3  fimtihøvdingar og tignarmenn, ráðharrar, listasmiðir og gandakallar. v4  Eg gevi teimum óvitar til høvdingar, og spælibørn skulu valda teimum. v5  Fólkið skal klandrast, maður móti manni og vinur móti vini, óvitar skulu erpa sær móti ellismonnum og einkisverdir móti tignarmonnum. v6  Og tá ið einhvør trívur í ein annan í faðirhúsi sínum og sigur: »Tú eigur búna, ver tú drottin okkara, í tíni hond skal hetta fallkomna ríkið standa,« v7  tá skal hann á tí degi hava upp rødd sína og siga: »Nei, eg vil ikki vera sárlækni; í mínum húsi er hvørki breyð ella búni; setið ikki meg til høvdinga yvir fólkinum.« v8  Ja, ridla skal Jerúsalem, og Júda falla, tí bæði við tungu og gerðum hava teir treiskast móti Harranum, beint upp í dýrdareygu hans. v9  Yvirbragd teirra vitnar móti teimum, teir gera syndir sínar kunnar eins og Sódoma, teir dylja einki, vei teimum, tí at sjálvir elva teir sær ógævu. v10  Sælur hin rættláti, honum skal vignast væl, tí at hann skal njóta ávøkst verka sína. v11  Men vei hinum gudleysa, honum man illa vignast, tí at hann skal fáa afturlønt tað, sum hann hevur gjørt. v12  Óvitar kúga fólk mítt, og konur valda tí. Fólk mítt, leiðbeinarar tínir villa teg og lata vegin, sum tú gongur, bera av leið.

Dómur yvir høvdingar og teir elstu

v13  Til rættargang er Harrin komin, gongur fram til at døma fólk sítt. v14  Harrin kemur til dóms móti fólksins elstu og høvdingum tess: »Tað eru tit, sum hava avetið víngarðin; av ráni frá fátækum fólki eru hús tykkara full. v15  Hvønn rætt hava tit at traðka fólk mítt undir fótin og morla andlitið á neyðstøddum?« sigur Harrin, drottin herliðanna.

Fáfongd kvenna

v16  Og Harrin segði: »Av tí at Zions døtur erpa sær og ganga so nakkafattar við kveitandi eygnabragdi, vappandi aftur og fram og glinta við øklaringum, v17  tí skal Harrin gera Zions døtur berskøllutar og raka lokkarnar av vangum teirra.« v18  Á tí degi tekur Harrin burtur skreyt teirra: Øklaringar, ennisbond, hálvmánar, v19  oyrnaperlur, armringar, andlitsslør, v20  skreythúgvur, øklafesti, belti, luktilsisdósir, rúnarbelti, v21  fingurgull, nasaringar, v22  mentarlín, undirklæði, møtlar, taskur, v23  spegil, lín, høvuðskreyt og slør. v24  Og koma skal rot fyri balsam og reip fyri belti, berur skalli fyri flættur, sekkur um lendar fyri skreytklæði og brennimerki fyri prýðimerki.

Unglingar Jerúsalems skulu falla í bardaga

v25  Menn tínir skulu fyri svørði falla, og kappar tínir í orrustu lúta. v26  Borgarlið hennara skulu seg vena og syrgja, og sjálv skal hon sita á jørðini burtursøgd. (4,1)  Á tí degi skulu sjey konur tríva í sama mann og siga: »Vit skulu sjálvar føða og klæða okkum, um tú bert vil taka burtur skemd okkara; lat okkum bera navn títt!«