Stríð fólksins á enda

v1  Troystið, troystið fólk mítt! sigur Guð tykkara. v2  Talið blídliga til Jerúsalem og boðið henni, at stríð hennara er á enda, at sekt hennara er goldin, at hon hevur fingið tvífalt av Harrans hond fyri allar syndir sínar. v3  Hoyr, tað rópar í oyðimørkini: »Greiðið gøtu Harrans, ruddið Guði várum veg í oyðimørkini! v4  Hvør dalur skal verða hækkaður, hvørt fjall og hvør brekka skulu verða lækkað, hólarnir skulu verða ein slætti og heyggjarnir fløtur. v5  Dýrd Harrans skal birtast, og alt hold skal fáa tað at síggja, tí at muður Harrans hevur talað.« v6  Hoyr, tað sigur: »Rópa!« Og eg svari: »Hvat skal eg rópa?« »Alt hold er gras, og allur yndisleikur tess sum blóma á markini. v7  Grasið visnar, blóman følnar, tá ið andi Harrans blæsur á tey. Sanniliga, menniskjan er gras. v8  Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.« v9  Gakk tær niðan á hægsta fjall, tú, sum bert Zion gleðiboð; rópa av kraft, tú gleðiboðari Jerúsalems; rópa ekkaleysur, sig við Júdaborgir: »Sí, Guð tykkara!« v10  Sí, Harrin drottin kemur við veldi, armur hansara veitir honum vald. Sí, løn sína hevur hann við sær; tey, sum hann vann sær, ganga undan honum; v11  eins og seyðahirði goymir hann at teimum og savnar tey við arminum; lombini tekur hann upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga.

Harrin einasti máttmikli

v12  Hvør hevur mátað vøtnini í lógva sínum og spannað himinin av, savnað upp í ílát alt jarðarinnar dust ella vigað fjøllini á bismara og heyggjarnar á vágskál? v13  Hvør hevur leiðbeint anda Harrans og sum kennari lagt honum ráð? v14  Av hvørjum fær hann ráð og kunnskap, hvør kennir honum rættarins veg, hvør kann geva honum fróðskap ella beina hann inn á vegin til vísdóms? v15  Sí, sum dropi á dyllutrom eru tjóðirnar, sum dust á vágskál, í vekt eru oyggjafólkini sum bos. v16  Skógurin á Libanon røkkur ikki til sum brenniviður, og djór hansara muna einki til brennioffurs. v17  Allar tjóðir eru sum einki fyri honum, sum tómasti tómleiki í metum hans. v18  Við hvønn vilja tit sambera Guð, og hvønn seta tit fram sum javnlíka hans? v19  Gudamyndina stoypir smiðurin; gullsmiðurin leggur hana við slignum gulli og ger henni festi av silvuri. v20  Tann, sum vil gera sær hjágud, velur sær við, sum ikki fúnar; hann fær sær kønan smið til at reisa gudamynd, ið ikki vikast. v21  Vita tit ikki, og hava tit ikki hoyrt tað, hevur tað ikki verið tykkum kunngjørt frá upphavi, og hava tit ikki havt kunnleika um tað, síðan jarðarinnar grundvøllur varð lagdur? v22  Tað er hann, ið situr hátt yvir jarðarkringinum, og teir, sum har búgva, eru sum ongsprettur; tað er hann, ið tenur út himinin eins og dúk og breiðir hann út eins og tjald til at búgva undir. v23  Hann ger høvdingar at ongum og jarðarinnar dómarar at fáfongd. v24  Valla eru teir settir niður og sáddir, valla hevur stovnur teirra fest rót í jørðini, fyrr enn hann andar á teir, so at teir følna og fúka sum hálmstrá fyri vindi. v25  Við hvønn vilja tit sambera meg sum javnlíka mín, sigur hin heilagi. v26  Lítið upp móti himni og síggið: Hvør skapaði hesar? Hann, sum eftir tali leiðir her teirra fram og nevnir tær allar at navni, mikil í megi og veldismátti, so at eingin teirra vantar. v27  Hví talar tú svá, Jákup, og Ísrael, hví sigur tú hetta: »Vegur mín er fjaldur fyri Harranum, og rættur mín er gloppin Guði mínum úr hondum.« v28  Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað, at ævigur Guð er Harrin, ið skapað hevur ta víðu jørð? Hann møðist ikki og lúgvast ikki, órannsakandi er vísdómur hans. v29  Hann gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki; v30  ungmenni møðast og maktast, og unglingar níga; v31  men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.