Ísrael skal verða bjargað

v1  Men so sigur nú Harrin, ið skapaði teg, Jákup, og myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín. v2  Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær. v3  Tí at eg, Harrin, eri Guð tín, hin heilagi í Ísrael, frelsari tín; eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg og lati Bláland og Seba í tín stað. v4  Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur, gevi eg menn í endurgjald fyri teg og lati tjóðir bøta fyri lív títt. v5  Óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg komi við ætt tíni úr eystri og savni teg saman úr vestri, v6  sigi við norðurheimin: »Gev frá tær!« og við suðurheimin: »Halt teimum ikki aftur. Flyt synir mínar úr fjarlegdini og døtur mínar frá heimsins endum v7  hvønn tann, sum við navni mínum er nevndur, og eg havi skapað mær til dýrdar, hvønn tann, sum eg havi myndað og gjørt.«

Kunngerðir Harrans áður. Harrin kann frelsa

v8  Leiðið fram hitt blinda fólkið, sum hevur eygu, hini deyvu, sum kortini hava oyru. v9  Latið allar heidningarnar koma til fundar og tjóðirnar savnast saman. Hvør av teimum kann kunngera tílíkt ella sanna fyri okkum, at spádómar teirra eru útgingnir? Komi teir fram við vitnum sínum og lati mál sítt sannast, at menn mega siga, tá ið teir hoyra tað: »Tað er satt!« v10  Men tit eru vitni míni, sigur Harrin, tænari mín, sum eg havi útvalt, at tit skulu vita tað og trúgva á meg og skilja, at tað er eina eg; undan mær er eingin gud vorðin til, og eftir meg kemur eingin; v11  eg, eina eg, eri Harrin, uttan meg er eingin frelsari til. v12  Tað var eg, sum boðaði frá og hjálpti, eg, sum kunngjørdi tað, og eingin fremmandur tykkara millum, tit eru vitni míni, sigur Harrin. Eg eri Guð frá upphavi v13  og verði tað allar tíðir; eingin frelsir úr mínum hondum, og hvør kann gera verk mítt ógjørt?

Fall Bábelborgar og heimferð Ísraels

v14  So sigur Harrin, loysnari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Tykkara vegna geri eg sendiferð til Bábel og loysi teir allar út úr fangahúsi, men leggi Kaldear í fjøtur. v15  Eg, Harrin, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels og kongur tykkara. v16  So sigur Harrin, hann sum legði veg gjøgnum havið, gøtu gjøgnum stríðar streymar, v17  og leiddi út hagar vagnar og hestar, her og herhøvdingar; níga teir máttu, risu ei aftur, kódnaðu, sloknaðu sum rak: v18  Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! v19  Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn. v20  Villdjórini, sjákálar og strutsar, skulu veita mær heiður, tí at eg vatni oyðimørkina og leiði áir yvir reynið, so at tað fólk, sum eg útvaldi, fær sløkt sín tosta, v21  og tann tjóð, sum eg skapaði, má syngja mær lov.

Náði Harrans

v22  Men á meg hevur tú ikki kallað, Jákup, og ikki møtt teg mín vegna, Ísrael; v23  tú flutti mær eingi brennioffurlomb og tignaði meg ikki við sláturofrum. Eg havi ikki plágað teg við grónofrum og ikki møtt teg við roykilsi. v24  Tú keypti mær ikki roykverk fyri silvur og seyrgaði meg ikki við tínum feitu sláturofrum. Nei, tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum. v25  Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar. v26  Stevn mær og latum okkum hittast á tingi, verj mál títt, so at tú kanst fáa rætt! v27  Tín fyrsti forfaðir syndaði, og málsmenn tínir vóru mær ótrúgvir. v28  Tessvegna vanhalgaði eg heilagar høvdingar, gav Jákup upp til oyðingar og læt Ísrael verða til spott.