v1 Á døgum Áhasverusar tann Áhasverus, sum ríkti yvir eitt hundrað og tjúgu og sjey londum, frá Indiulandi til Blálanda v2 tá ið Áhasverus sat í hásæti sínum í kongsborgini Súsan, v3 bar tað á, at hann á triðja ríkisári sínum helt veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; Persiulands jallar, tignarmenn Mediulands og skattlandskongar vóru gestir hansara. v4 Sýndi hann har allan eyð og alla dýrd kongsdømis síns og hin geislandi ljóma av tign síni í mangar dagar hundrað og áttati dagar. v5 Tá ið hesir dagar vóru lidnir, gjørdi kongur øllum fólkinum, sum var í borgini Súsan, bæði høgum og lágum, veitslu í sjey dagar í forgarðinum við hallargarð kongs. v6 Har var hvítt lín og blátt purpur bundið við festum av fínum líni og reyðum purpuri upp á silvurringar og marmorsúlur; legubeinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvinum, sum var alsett við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori. v7 Har vórðu bornir inn drykkir í gullskálum, eingin skálin lík aðrari, og nøgd av kongligum víni, so sum høvdingum høvir. v8 Drykkjulagið var fyriskipað á tann hátt, at ikki skuldi verða noytt upp á nakran; tí at kongur hevði boðið hirðmonnunum at lata einhvønn gera, sum honum lysti. v9 Samstundis gjørdi Vasjti drotning konunum veitslu í kongshøll Áhasverusar kongs.
v10 Men á sjeynda degi, tá ið kongur var væl hýrdur av víni, beyð hann Mehumani, Bizta, Harbóna, Bigta, Abagta, Zetari og Karkasi teimum sjey hirðmonnunum, ið tæntu Áhasverusi kongi, v11 at leiða Vasjti drotning inn fyri kong við kongligari krúnu á høvdi, fyri at hann kundi sýna fólkum og herhøvdingum fagurleika hennara, tí at hon var fríð í ásjón. v12 Men Vasjti drotning vildi ikki koma eftir kongsins boði, ið hirðmenninir bóru henni. Tá kom øði í kong, og vreiði hans tendraðist. v13 Og kongur segði við vísmenninar, ið dugdu á at skyna tíðunum tí soleiðis vórðu orð kongs løgd fram fyri teir, ið høvdu skil á lóg og rætti, v14 og teir, ið stóðu honum næstir vóru Karsjena, Sjetar, Admáta, Tarsjisj, Meres, Marsena, Memukan, sjey høvdingar Persa og Meda, ið sóu andlit kongs og høvdu ovastu sætini í ríkinum : v15 »Hvat eigur eftir lógini at verða gjørt við Vasjti drotning, fyri at hon var ólýðin tí kongsins boði, ið hirðmenninir bóru henni?« v16 Tá mælti Memukan í hjástøðu kongs og alra høvdinganna: »Vasjti drotning hevur ikki einans brotið ímóti kongi, men ímóti øllum høvdingum og fólkum í skattlondum Áhasverusar kongs; v17 tí at hvussu drotningin hevur borið seg at, tað munnu allar konur fáa at hoyra; tær fara tí at lítilsvirða menn sínar, tá ið tað frættist: Áhasverus kongur beyð at leiða Vasjti drotning fram fyri seg, men hon vildi ikki koma! v18 Ja, longu í dag munnu tignarfrúur Persa og Meda, tá ið tær hoyra um atferð drotningarinnar fara at svara á sama hátt høvdingum kongs; og harav fer einans vanvirðing og vreiði at standast. v19 Um kongi hóvar, tá lati hann kongligt boð ganga út og verða óbroytiliga ritað í lógbók Persa og Meda, um at Vasjti drotning ongantíð aftur má koma fram fyri Áhasverus kong, og at drotningartign hennara skal verða givin aðrari, sum er betri enn hon! v20 Tá ið úrskurður kongs verður kunnur um alt ríkið hans tí tað er mikið tá fara allar konur, bæði høgar og lágar, at virða menn sínar.« v21 Hesi orð hóvaði bæði kongi og høvdingum hans, og kongur fór eftir ráðum Memukans. v22 Brøv vórðu tá send til øll skattlond kongs, í hvørt land eftir skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara, at hvør maður skuldi vera harri í sínum húsi og tala tungumál tjóðar sínar.