Ester verður drotning

v1  Eftir henda tilburð, tá ið vreiðin var runnin av Áhasverusi, mintist hann á Vasjti og tað, sum hon hevði gjørt, og somuleiðis á dómin yvir hana. v2  Tá søgdu sveinar kongs, ið honum tæntu: »Kongur eigur at lata savna til sín moyggjar ungar og fríðar í ásjón; v3  tí skal kongur skipa menn í øllum skattlondum ríkisins til at leita eftir ungum, fríðum moyggjum og føra tær til borgina Súsan í kvennabúrið undir umsjón Hega, hirðmans kongs, hann, sum goymir at konunum; tær skulu fáa salvur til at fríðka seg við; v4  og hon, ið tá toknast kongi best, skal verða drotning í stað Vasjti!« Kongi líkaði hetta ráð væl og fylgdi tí. v5  Í borgini Súsan var júdeiskur maður at navni Mordokai Jáirson, Sjimisonar, Kisjsonar, Benjaminiti, v6  ið hevði verið rikin úr Jerúsalem saman við teimum hertiknu, sum saman við Júdakongi Jekonja vórðu herleiddir av Nebukadnesari Bábelkongi. v7  Hann var fosturfaðir Hádassu – tað er Ester – dóttur faðirbróður hans; tí at hon átti hvørki faðir ella móður. Men gentan var vælvaksin og fríð í ásjón; og tá ið faðir og móðir hennara andaðust, hevði Mordokai tikið hana til sín í dóttur stað. v8  Tá ið nú tað, sum kongur hevði boðið og skipað, varð kunnugt, og mangar gentur vóru savnaðar í borgini Súsan undir umsjón Hega, tá varð eisini Ester leidd í kongsins høll, har Hega hevði umsjón við konunum. v9  Gentan hugaði honum og fann náði fyri eygum hans; hann læt hana tí sum skjótast fáa salvur til at fríðka hold sítt og gav henni tann mat, ið henni dámdi, og tær ternurnar, ið henni vóru ætlaðar úr kongshøllini; og hann læt hana og ternur hennara fáa besta herbergi kvennabúrsins. v10  Ester hevði einki sagt um heimland og ætt sína, tí at Mordokai hevði boðið henni ikki at tala um hetta. v11  Dag um dag gekk Mordokai aftur og fram í forgarði kvennabúrsins til tess at fregnast um, hvussu Esteri visti við, og hvat henni var fyri. v12  Men tá ið stundin kom, at ein av gentunum skuldi fara inn fyri Áhasverus kong, eftir at hon í tólv mánaðir hevði fyrireikað seg eftir lóg viðvíkjandi konum – so leingi skuldu tær fríðka hold sítt: í seks mánaðir við myrruolju og í seks mánaðir við balsamsmyrslum og øðrum, ið konur nýta til holdfríðkanar v13  – tá ið nú gentan skuldi inn fyri kong, varð henni givið alt tað, sum hon bað um at fáa við sær úr kvennabúrinum í kongshøllina. v14  Um kvøldið fór hon inn, og um morgunin kom hon út aftur og fór inn í annað kvennabúr undir umsjón Sjáasjgazar, hirðmans kongs, ið goymdi at hjákonunum; ikki mátti hon koma inn aftur fyri kong, uttan so at kongur hevði fingið tílíkan hug á henni, at serlig boð vórðu send eftir henni. v15  Tá ið nú røðin kom, at Ester, dóttir Ábihails, faðirbróður Mordokai, ið hevði tikið hana til sín í dóttur stað, at hon skuldi fara inn fyri kong, vildi hon einki hava við sær uttan tað, ið tilskilað var av kvennavørðinum Hega, hirðmanni kongs. Og Ester fann náði í eygum alra teirra, ið hana sóu. v16  Ester varð nú tikin inn til Áhasverusar kongs inn í kongligu høll hans í tíggjunda mánaði – tað er tebet mánaður – á sjeynda ríkisári hans. v17  Og kongur legði meira ástir við Ester enn allar aðrar konur; hon vann yndi og tokka hansara fram um allar moyggjar. Og hann setti kongliga krúnu á høvur hennara og gjørdi hana drotning í staðin fyri Vasjti. v18  Síðan gjørdi hann øllum høvdingum og tænarum sínum mikla veitslu – Esterar veitslu – beyð at halda hvíludag um øll skattlond síni og gav gávur, ið kongi sømdi.

Mordokai bjargar kongi undan samansvørjing

v19  Eina ferð vildi so til, at Mordokai sat í kongsliðinum, men Ester hevði ikki borið ætt og tjóð sína upp á mál, so sum Mordokai hevði boðið henni, eins og tá ið hon var til fosturs hjá honum v20  – um tað bilið sum Mordokai sat í kongsliðinum reiddust Bigtan og Teresj, hirðmenn kongs, tveir av duravørðunum, inn á Áhasverus kong og leitaðu sær høvi til at leggja hond á hann. v21  Men Mordokai fekk hetta at vita og segði tað fyri Esteri drotning; hon flutti kongi hesi tíðindi frá Mordokai; v22  og tá ið málið varð rannsakað og royndist satt, vórðu teir báðir festir á gálga. Hetta varð síðan ritað í árbókina í hjástøðu kongs.