v1 Eftir henda tilburð veitti Áhasverus kongur Hámani Hamdatasyni Ágagita miklan frama og heiður og gav honum sæti fyri oman allar høvdingar, ið við honum vóru. v2 Allir tænarar kongs, ið sótu í kongsliðinum, fullu á knæ og lútaðu Hámani; tí at henda heiður hevði kongur boðið at sýna honum; men Mordokai vildi hvørki falla á knæ ella lúta. v3 Tá søgdu tænarar kongs, ið sótu í kongsliðinum, við Mordokai: »Hví brýtur tú boð kongs?« v4 Dagliga bóru teir hetta upp á mál við hann; men hann lýddi ikki á teir. Í tí skili søgdu teir Hámani frá tí til tess at síggja, um orð Mordokai kundu hava gildi; tí at hann hevði sagt teimum, at hann var júdeiskur maður. v5 Tá ið Háman sá, at Mordokai hvørki fell á knæ ella lútaði honum, gjørdist hann ógvuliga reiður. v6 Men tað tóktist honum ov lítið eina at leggja hond á Mordokai. Tí ætlaði hann, tá ið hann hevði fingið at vita, av hvørji tjóð Mordokai var, við øllum listum at avoyða allar Júdear úr kongaríki Áhasverusar, tí at teir vóru samlandar Mordokai. v7 Í fyrsta mánaði tað er í nisan mánaði á tólvta ríkisári Áhasverusar kongs, varð í hjástøðu Hámans pur tað er lutur kastaður um dag og mánað; og lutkastið fell á trettanda dag hins tólvta mánaðar tað er mánaðurin ádar.
v8 Síðan segði Háman við Áhasverus kong: »Til er tjóð, ið býr spjadd og fyri seg sjálva tjóðanna millum í øllum skattlondum í ríki tínum; lógboð teirra eru ikki sum hjá øðrum tjóðum; og lógboð kongs halda teir ikki; ikki sømir kongi at geva teimum grið. v9 Um hetta hóvar kongi, tá sendi hann skrivligt boð um at avoyða teir; eg kann tá útvega embætismonnunum tíggju túsund talentir av silvuri til at leggja í fæhirðslur kongs.« v10 Tá dró kongur innsiglisringin av hond síni og fekk hann Ágagitanum Hámani Hamdatasyni, fígginda Júdeanna. v11 Og kongur segði við Háman: »Silvurið skal verða títt, og við tjóðina mást tú gera, sum tær lystir!«
v12 Á trettanda degi hins fyrsta mánaðar vórðu skrivarar kongs stevndir saman, og tað varð skrivað, so sum Háman mælti fyri, til jallar kongs og til landsstjórar í øllum skattlondum, til høvdingarnar fyri hvørjum serstøkum fólki, til hvørt skattland í egnari skrift tess og til hvørja tjóð á egna máli hennara; í navni Áhasverusar kongs varð tað ritað og innsiglað við innsiglisringi hansara. v13 Ritini vórðu send við snarboðberum til øll skattlond kongs til at týna, drepa og avoyða allar Júdear, bæði ungt og gamalt, børn og konur á einum degi, trettanda degi hins tólvta mánaðar tað er ádar mánaður. v14 Eintak av hesum riti, ið verða skuldi lóg í øllum skattlondum, varð kunngjørt hvørji tjóð til tess at vera búgvin henda dag. v15 So skjótt sum lógin var givin í borgini Súsan, fóru snarboðberarnir út við boðum kongs. Kongur og Háman settust at drekka; men á borgina Súsan var ræðsla lopin.