Ester fyri kongi

v1  Men á triðja degi læt Ester seg í kongligt skrúð og gekk at kongshøllini inn í innara forgarðin framman fyri kongshøllini. Kongur sat tá í hásæti sínum í kongshøllini inn av hallardurum. v2  Tá ið kongur sá Ester drotning standa í forgarðinum, vann hon yndi hans; kongur rætti út móti Esteri gullstavin, sum hann hevði í hendi; og Ester kom nærri og nart við knappin á stavinum. v3  Kongur segði við hana: »Hvat bagir tær, Ester drotning, og hvat er ynski títt? Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!« v4  Tá mælti Ester: »Um kongi tað líkar, tá komi kongur við Hámani í veitslu, sum eg havi búgvið honum til.« v5  Kongur svaraði: »Sendið skjótt boð eftir Hámani, so at verða má, sum Ester sigur!« Síðan fóru kongur og Háman í veitslu hjá Esteri.

Ester býður kongi og Hámani í veitslu

v6  Meðan tey nú sótu og drukku vín, sigur kongur við Ester: »Hvør so bøn tín er, skal hon verða tær veitt, og hvat tú so biður um, veri tað helmingur ríkisins, hann skal verða tær givin!« v7  Tá tók Ester til orða og segði: »Hetta er bøn og ynski mítt: v8  Havi eg funnið náði í eygum kongs, og hóvar tað kongi at veita mær bøn mína og tað, sum eg biði, tá komi kongur og Háman til veitslu, ið eg vil gera teimum. Í morgin vil eg tá gera, sum kongur hevur sagt!«

Háman reisir gálga til Mordokai

v9  Háman fór haðan tann dagin glaður og í góðum hýri; men tá ið hann í kongsliðinum sá Mordokai, ið hvørki stóð upp ella flutti seg fyri honum, varð hann ógvuliga óður inn á Mordokai. v10  Kortini sissaði hann seg; men tá ið hann var komin heim, sendi hann boð eftir vinum sínum og Zeresj, konu síni. v11  Háman segði teimum frá mikla ríkidømi sínum og nógvu sonum sínum og tí frama, ið kongur hevði veitt honum við at hevja hann yvir allar høvdingar og tænarar sínar. v12  Og Háman mælti: »Ja, ongan uttan meg læt Ester drotning koma við kongi í veitsluna, ið hon gjørdi; hon hevur eisini boðið mær í morgin saman við kongi. v13  Men alt hetta er mær ikki nóg mikið, so leingi eg síggi handa Júdean Mordokai sita í kongsliðinum!« v14  Tá segði Zeresj, kona hansara, við hann og allir vinir hansara: »Ger ein fimmti alna høgan gálga og sig við kong í morgin, at hann skal heingja Mordokai í hann, og far síðan glaður í veitslu við kongi!« Hetta tóktist Hámani hyggjuráð, og hann læt gálgan gera.