Mordokai verður heiðraður av kongi

v1  Hesa nátt flýddi svøvnurin frá kongi. Hann beyð tí at koma við árbókini, sum minniligir tilburðir vóru ritaðir í; varð tá lisið upp úr henni fyri kongi. v2  Har fanst ritað, hvussu Mordokai hevði sagt frá, at Bigtana og Teresj, hirðmenn kongs, tveir av duravørðunum, høvdu havt í kvittanum at leggja hond á Áhasverus kong. v3  Tá spurdi kongur: »Hvørja sømd og æru hevur Mordokai lotið afturfyri?« Sveinar kongs, ið honum tænaðu, svaraðu: »Mordokai hevur einki lotið afturfyri.« v4  Tá spurdi kongur: »Hvør er tað, sum er í forgarðinum?« Háman var í sama bili komin inn í ytra forgarð kongshallarinnar til tess at tala við kong um at heingja Mordokai í tann gálga, sum hann hevði gjørt honum. v5  Sveinar kongs søgdu tá við hann: »Tað er Háman, sum stendur í forgarðinum.« Tá segði kongur: »Latið honum inn!«

v6  Tá ið Háman var inn komin, segði kongur við hann: »Hvat eigur at verða gjørt ímóti tí manni, kongur vil heiðra?« Tá hugsaði Háman við sjálvum sær: »Hvønn annan skuldi kongur ætlað at heiðra enn sjálvan meg?« v7  Tí svaraði Háman kongi: »Tí manni, ið kongur ætlar at heiðra, v8  honum verði givið kongligt skrúð, sum kongur sjálvur hevur verið í, og hest, ið kongur sjálvur hevur riðið á, og á hvørs høvd konglig krúna er sett; v9  skrúðklæði og hestur skulu verða latin einum hinum hægsta høvdinga kongs upp í hendur; hann skal lata mannin, ið kongur vil heiðra, fara í skrúðklæðini og ríða á hestinum yvir borgartorgið og rópa fyri honum: »Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur vil heiðra!« v10  Tá segði kongur við Háman: »Tak nú sum skjótast skrúðið og hestin, so sum tú hevur sagt, og fá Mordokai Júdea, sum situr í kongsliðinum; lat einki av tí, sum tú hevur sagt, verða ógjørt!« v11  Tá tók Háman skrúðið og hestin, og hann læt Mordokai í, læt hann ríða á hestbaki yvir torgið og rópaði fyri honum: »Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur vil heiðra!« v12  Síðan snúðist Mordokai aftur í kongsliðið, meðan Háman skundaði sær heim dapur í huga og við huldum høvdi. v13  Og Háman segði Zeresj, konu síni, og øllum vinum sínum frá øllum tí, sum honum hevði borist á. Men vinmenn hansara og Zeresj, kona hansara, svaraðu honum: »Er Mordokai, sum tú nú fyrstu ferð hevur lútað fyri, av júdeiskari ætt, so vinnur tú ikki á honum, men verður at enda fullkomuliga við undirlutan!« v14  Men meðan teir enn talaðu við hann, komu hirðmenn kongs í skundi eftir Hámani og leiddu hann í veitsluna, sum Ester hevði búgvið til.