Fall Hámans

v1  Tá ið kongur og Háman vóru komnir í veitsluna hjá Esteri drotning, v2  sigur kongur uppaftur henda dagin við Ester, meðan tey sótu og drukku vín: »Ester drotning, hvør er bøn tín? Hon skal verða tær veitt. Hvat tú so biður um, veri tað helmingur ríkisins, tað skal verða tær givið!« v3  Tá svaraði Ester drotning: »Havi eg funnið náði í eygum tínum, kongur, og hóvar tað kongi, tá verði givið mær lív mítt eftir bøn míni og tjóð mín eftir ynski mínum! v4  Tí at eg og tjóð mín eru seld til at verða týnd, dripin og avoydd. Hevði tað einki annað verið, enn at vit vórðu seld sum trælir og trælkonur, tá hevði eg tagt; tí tað hevði ikki verið nóg mikið til at ónáða kong við!« v5  Tá mælti Áhasverus kongur og segði við Ester drotning: »Hvør er hann, og hvar er hann, sum hevur í huga at gera tílíkt?« v6  Ester svaraði: »Mótstøðumaðurin og fíggindin er hasin vándi Háman!« Tá gjørdist Háman ógvuliga ræddur fyri kongi og drotning. v7  Kongur fór í vreiði frá víndrykkjuni og út í hallargarðin; men Háman var eftir til tess at bøna Ester drotning um lív sítt; tí hann sá, at kongur hevði avrátt honum ógævu. v8  Tá ið kongur kom úr hallargarðinum inn aftur í veitsluhøllina, hevði Háman tveitt seg niður á tann legubeinkin, ið Ester lá á; tá segði kongur: »Man hann eisini ætla at neyðtaka drotningina her í húsi mínum, meðan eg eri hjá?« Áður enn orðini vóru kongi av munni farin, huldu menn andlit Hámans. v9  Og Harbóna, ein av hirðmonnunum, ið tæntu kongi, mælti: »Sí, hin fimmti alna høgi gálgin, ið Háman gjørdi Mordokai, hvørs orð vóru kongi til bata, stendur búgvin heima við hús hjá Hámani!« Tá mælti kongur: »Festið hann á hann!« v10  Og teir hongdu Háman í tann gálga, sum hann hevði búgvið Mordokai til. Tá rann vreiðin av kongi.