v1 Sama dag gav Áhasverus kongur Esteri drotning húsið, sum Háman, fíggindi Júdeanna, hevði átt. Og Mordokai gekk fyri kong, tí Ester hevði sagt honum, hvussu hann hevði verið móti sær. v2 Kongur dró av hond síni innsiglisringin, sum hann hevði tikið frá Hámani, og fekk Mordokai hann. Og Ester setti Mordokai yvir hús Hámans.
v3 Men Ester talaði aftur við kong, fell honum til kníggja og bønaði hann grátandi um at ónýta tey ilskuráð, ið Háman Ágagiti hevði upphugsað ímóti Júdeunum. v4 Men kongur rætti út gullsprotan móti Esteri; tá stóð hon upp og gekk fram fyri kong v5 og mælti: »Hóvar tað kongi, og havi eg funnið náði í eygum hansara, og tað tykist kongi hóskandi, og um honum dámar meg væl, tá lati hann skrivliga afturkalla tey brøv, ið Ágagitin Háman, Hamdatasonur, upphugsaði og ritaði til tess at avoyða allar Júdear í øllum skattlondum kongs! v6 Tí hvussu skal eg orka at síggja tílíka ógævu koma yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja ætt mína farast? v7 Tá segði Áhasverus kongur við Ester drotning og Mordokai Júdea: »Sí, hús Hámans havi eg givið Esteri, og sjálvur er hann hongdur á gálgan aftur fyri, at hann vildi leggja hendur á Júdear. v8 Men skrivið nú tit viðvíkjandi Júdeum tað, ið tykkum líkar í navni kongs, og innsiglið tað við innsiglisringi kongs! Tí hvørt bræv, ið skrivað er í navni kongs og innsiglað við innsiglisringi kongs, tekst ikki aftur.«
v9 Tá vórðu skrivarar kongs stevndir saman á tjúgunda og triðja degi hins triðja mánaðar tað er mánaðurin sivan. Og tað varð skrivað, so sum Mordokai mælti fyri til Júdearnar, jallarnar, landsstjórarnar og høvdingar skattlandanna frá Indiulandi alt til Blálanda eitt hundrað og sjeyti skattlond til hvørt skattland í skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara; somuleiðis til Júdearnar í skrift og á máli teirra. v10 Hann skrivaði brøvini í navni kongs, innsiglaði tey við innsigli kongs og sendi tey við ríðandi snarboðberum, ið riðu á kongligum gangarum úr rossafylgi kongs. v11 Í teimum stóð, at kongur loyvdi Júdeum í hvørji borg at savnast saman og verja lív sítt, og í hvørji tjóð og í hvørjum landi at oyða, deyða og týna hvørt ránsmannalið, sum ráddist á teir, og somuleiðis børn og konur teirra og ræna ognir teirra, v12 alt á einum degi í øllum skattlondum Áhasverusar kongs, á trettanda degi hins tólvta mánaðar tað er mánaðurin ádar. v13 Eintak av hesum riti, ið verða skuldi lóg í øllum skattlondum, varð kunngjørt hvørji tjóð, til tess at Júdearnir skuldu vera albúnir á hesum degi at hevna seg á fíggindar sínar. v14 Alt fyri eitt, sum hetta lógboð var givið út í borgini Súsan, fóru snarboðberarnir eftir boði kongs avstað ríðandi á kongligum gangarum so skjótt, sum teir kundu. v15 Men Mordokai fór út frá kongi í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni við stórari gullkrúnu og møttuli av fínum líni og reyðum purpuri; og í borgini Súsan var gleði og mikið gaman. v16 Hjá Júdeunum var ljómi og gleði, fagnaður og heiður. v17 Og í øllum skattlondum og í hvørji borg, hagar sum boð og lóg kongs komu, varð Júdeanna millum gleði og fagnaður, veitsluhald og hátíð; og mangir av íbúgvum landsins tóku við júdeiskum átrúnaði; tí at ræðsla fyri Júdeum var komin yvir teir.