Hevnd Júdeanna

v1  Á trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar – tá ið fyriskipan og lógboð kongs áttu at koma í gildi – á tí degi, tá ið fíggindar Júdeanna høvdu vónað at fingið vald á teimum, meðan nú tvørtur ímóti Júdearnir fingu vald á øvundarmonnum sínum, v2  tá savnaðust Júdearnir saman í øllum borgum sínum í øllum skattlondum Áhasverusar kongs til tess at herja á teir, ið teimum vildu gera mein; og allir máttu lúta fyri teimum; tí at ræðsla fyri teimum var komin yvir allar tjóðir. v3  Og allir skattlandshøvdingar og jallar, landsstjórar og embætismenn kongs dugnaðu Júdeum hond, tí at ræðsla fyri Mordokai var á teimum. v4  Tí Mordokai var vorðin mikil maður við hirð kongsins, og ágiti hansara var farið um øll skattlondini, tí at vald hansara Mordokai vaks í hvørjum. v5  Júdear bardu nú fíggindar sínar við svørðshøggum, myrdu og oyddu teir og gjørdu, sum teimum lysti við øvundarmenn sínar. v6  Í borgini Súsan drópu og týndu Júdearnir fimm hundrað mans. v7  Og Parsjandata, Dalfon, Aspáta, v8  Pórata, Ádalja, Áridáta, v9  Parmasjta, Árisai, Áridai, Vájezata, v10  tíggju synir Hámans Hamdatasonar, fígginda Júdeanna, drópu teir; men ognir teirra rændu teir ikki. v11  Henda sama dag fekk kongur at vita talið á teimum, ið myrdir vóru í borgini Súsan. v12  Tá segði kongur við Ester drotning: »Í borgini Súsan hava Júdearnir nú dripið og oytt fimm hundrað mans og Hámans tíggju synir; hvat munnu teir tá ikki hava gjørt í øðrum skattlondum kongs? Tó, hvat er bøn tín? Hon skal veitast tær. Og hvat tú so biður um, skal tað verða tær givið!« v13  Tá svaraði Ester: »Um tað líkar kongi, tá verði Júdeum eisini loyvt í morgin at fara fram í borgini Súsan á sama hátt sum í dag; og verði Hámans tíggju synir hongdir í gálgan!« v14  Tá beyð kongur, at so skuldi verða; og lógboð um hetta varð givið út í Súsan, og Hámans tíggju synir vórðu hongdir. v15  Júdearnir í Súsan savnaðust eisini saman hin fjúrtanda dagin í ádar mánaði og drópu í Súsan trý hundrað mans; men ognir teirra rændu teir ikki. v16  Men eisini hinir Júdearnir í skattlondum kongs savnaðust saman til tess at verja lív sítt og hevna seg á fíggindar sínar, og teir drópu av øvundarmonnum sínum sjeyti og fimm túsund v17  á trettanda degi í mánaðinum ádar; men ognir teirra rændu teir ikki; tann fjúrtanda hvíldu teir og gjørdu hann til veitslu- og gleðidag. v18  Men Júdearnir í Súsan savnaðust bæði trettanda og fjúrtanda dagin og hvíldu fimtanda dagin og gjørdu hann til veitslu- og gleðidag. v19  Tessvegna halda Júdearnir, sum búgva í torpum og bygdum, hin fjúrtanda dagin í ádar mánaði sum gleðidag við veitsluhaldi og høgtíð og senda tá hvør øðrum gávur.

Purim hátíðin

v20  Og Mordokai skrivaði henda tilburð niður og sendi til allar Júdearnar í øllum skattlondum Áhasverusar kongs, bæði nær og fjart, v21  at tað skuldi verða skylda teirra hvørt ár at halda fjúrtanda og fimtanda dag í ádar mánaði v22  – teir dagar, tá ið Júdearnir fingu frið fyri fíggindum sínum, tann mánað, tá ið sorg teirra broyttist í gleði og trongd teirra í fagnað, so at hesir dagar vórðu veitslu- og fagnaðardagar, tá menn geva hvør øðrum gávur, og fátæk fáa olmussu. v23  Júdearnir løgfestu nú tað, ið teir vóru farnir undir at gera, og tað, ið Mordokai hevði fyriskipað teimum. v24  Tí at Ágagitin Háman Hamdatason, fíggindi alra Júdea, hevði lagt tey ráð upp móti Júdeum at avoyða teir og hevði kastað pur – tað er lut – til tess at týna og oyða teir; v25  men tá ið kongur frætti hetta, hevði hann sent skrivlig boð, at ilskuráð tey, ið hann hevði upphugsað móti Júdeum, skuldu koma yvir Háman sjálvan, og hevði hongt hann og synir hansara í gálgan, v26  tessvegna verða hesir dagar kallaðir purim eftir orðinum pur. Og tessvegna – vegna orðanna í hesum riti og vegna tess, ið teir sjálvir høvdu sæð hesum viðvíkjandi, og vegna tess, ið teimum hevði verið fyri – v27  gjørdu Júdear tað til skyldu og sið bæði fyri seg og eftirkomarar sínar og fyri øll, sum bundu felag við teir, at halda hesar báðar dagar heilagar árliga samsvarandi fyriskipan um teir og tíð teirra, v28  og at hesir dagar skuldu minnast og verða hildnir av øllum ættum og ættarkynum í hvørjum skattlandi og hvørji borg, so at hesir purimsdagar ongantíð máttu verða gloymdir av Júdeum, og minnið um teir aldri ganga eftirkomarum teirra úr geyma. v29  Og Ester drotning, Ábihails dóttir, og Mordokai Júdei skrivaðu dyggiliga til tess at fáa løgfest hetta annað ritið um purim. v30  Og hann sendi rit til allar Júdearnar í teimum eitt hundrað og tjúgu og sjey skattlondum í ríki Áhasverusar kongs við friðar- og sannleiksorðum, v31  til tess at teir skuldu halda purimsdagar í tøkum tíma, so sum Mordokai Júdei og Ester drotning høvdu lagt fyri teir, og so sum teir høvdu játtað fyri seg og eftirkomarar sínar, svá skuldu teir gera viðvíkjandi føstuhaldi og harmakvartan. v32  Á henda hátt vórðu hesar fyriskipanir Esterar viðvíkjandi purim løgfestar og ritaðar í bók.